ikki roknast við, at ein nýggjur maður skal lyfta liðnum, og tað var eyðsýnt, at menninir, sum saman við Allani Mørkøre í fjør vóru so sannførandi á miðvøllinum, ikki eru á sama støði í ár. Rúni Nolsøe var [...] Hann dugdi væl at seta ljós á veikleikarnar í nýggju HB verjuni, sum spældi flatt. Kári Nielsen, sum var ytstur á miðvøllinum í høgru, stóð fyri næstsíðstu sendingini, tá B71 kom á odda. Bólturin varð sendur [...] at sandoyingar ikki vóru nóg kaldir. Gestirnir fingu fatur á, Bjarki Mohr streyk til baklinjuna í vinstru, og Súni Fríði Johannesen fekk høvdið á, so var 2-2, og allir spælararnir fóru vónbrotnir av vøllinum
pláss á hvíldarheiminum, tí eg var so niðurundirkomin, at kroppur mín gjørdi vrøvl. Skeivari med. viðgerð - Hvíldarheimið hevur verið og er eitt vælsignað stað, sum hevur fingið mong niðurundirkomin á føtur [...] teirra leiðslu! Ein, ið fæst við at granska, og ein fyrrv. stjóri á Skeljavirki v.m. hava ikki hesar kvalifikatiónir! Langt ífrá. Eg heiti á politisku myndugleikarnar um ikki at vera ein forlongdur armur [...] men fáið steðgað ørskapinum, áðrenn støðan gerst óúthaldilig á LSH. Tit hava ábyrgdina. Persónliga havi eg havt stórt innlit í gongdini á LSH. Í 1964 fekk eg til uppgávu at undirvísa í Afasi (bæði sjúklingum
in hyggi eg út gjøgnum vindeyga út á Nólsoyarfjørð, sum er fastur táttur á morgni. Í grannalagnum, niðri í Vørðsluni, síggi eg, at flaggstongin hjá Karl ber Merkið á hálvari stong. Hvørjum mundi hann flagga [...] bygt har. Har var besta skreiðiplássið á vetri. Á Glaðsheyggi, har gamla "sand- og kolasølan" var fyrr, høvdu vit í ártíggju eitt tað størsta bálið, sum var í Havnini á nýggjárinum, og tað var millum annað [...] sjálvur var farin. Vit báðir tosaðust við dagin fyri, men sum orðatakið sigur, ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Karl Johansen var føddur í Havn tann 3. januar 1935, hann gjørdist sostatt
umboðsmanninum skal sostatt ikki undirmetast, segði Róbert Spano, men at vera umboðsmaður er ikki bara lætt, vísti hann á. Í einum lítlum samfelag, har viðurskiftini eru persónlig og ofta óformlig, krevst [...] Sjálvur hevði hann havt eittans svar upp á tann spurningin – Guttormur í Múla. Tá rungaði láturin í Norðurlandahúsinum. Sjúrður Rasmussen vísti skemtandi á, at Guttormur í Múla var lágvaksin, men sterkur [...] at mæla til ymsar ábøtur á lóggávuna, og ásetingarnar um mannarættindi í grundlógini vórðu eisini broyttar. Róbert Spano tók samanum: »Tey 23 árini, sum altingsins umboðsmaður hevur virkað, hevur hann
góður maður. Hann er bara í skeivum flokki! Egnararnir her á Stongunum fingu serstaka vitjan seinnapartin í gjár. Eingin minni enn teirra maður í landsstýrinum, fiskimálaráðharrin sjálvur kom á vitjan [...] fingið alt ov nógv at siga millum tey, sigur ein annar avgjørdur á málinum. Fyri egnararnar á Stongunum er einfalt og skjótt at fáa eyga á ta góðu fíggjarligu støðuna í føroyska samfelagnum. Í teirra hugaheimi [...] her á Stongunum. Nógvir mans eru og egna hesa løtuna. Fyrr vóru nógvir smádreingir sum vunnu sær nøkur oyru við at egna, men í dag er øðrvísi: Miðalaldurin teirra er høgur, og einki tykist benda á, at
fríggjadagin, tá ein fullur maður lá á vegjaðaranum. Ein kvinna, sum kom fram á mannin, greiddi frá hvussu hon ringdi til 112, men bleiv skelkað av atburðinum hjá vakthavandi á alarmsentralinum, ið ikki [...] tey í álvara, tá tey venda sær til okkara, sigur Steen Nørskov. Munur á 112 og 351448 Steen Nørskov vísir á, at tað er ein munur á nær fólk skulu ringja til 112 ella 351448. Hóast bæði eru til løgregluna [...] samband við fullar menn, ið tey mettu høvdu tørv á hjálp. Í Vikuskiftis-Sosialinum bar til at lesa um eina hending í miðbýnum í Havn mikudagin, tá ein maður, ið var rýmdur av Landssjúkrahúsinum, sat avdottin
viljan, sum er alneyðugur í nærdystunum og í royndunum at fáa fatur á næstu bóltunum. Verjan var ansin og avgjørd, Heðin á Lakjuni fylti væl á sentrala miðvøllinum saman við Hjalgrími Elttør og Filip Djordjevic [...] Tá ið sekundvísarin fór undir 90. umgangin í høgættarkuldanum á Svangaskarði, bendi alt á, at tað skuldi endað soleiðis, sum tað byrjaði. Innskifti Páll A. Klettskarð fekk í næstsíðsta minutti dagsins [...] garnir í ovara borði lættu sær á, og loftnaðu hendurnar vóru um at verða tiknar úr lummunum, men hatta var tað, og eitt stig var betri enn einki stig, mundi mangur maður hugsað. Hjalgrím Elttør var í
Í øllum førum á tí partinum á fundinum, sum var opin fyri fjølmiðlunum, tí sum vit greiddu frá mánadagin, vórðu fjølmiðlarnir koyrdir á dyr, tá ið tveir tímar vóru farnir. Høvuðsevnið á landsfundinum var [...] Vit skulu hyggja frameftir og standa saman um ein maður. Tað var heilsanin frá Anniku Olsen til floksfelagararnar á landsfund Fólkafloksins leygardagin. Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin varð [...] fiskivinnumálum og tað má eg liva við og arbeiða á tí palli, eg eri á, til frama fyri fólkaflokspolitikk. - Eg fái ikki sett meg fram um flokkin, tí eg má vera á tí liðnum, sum myndar floksins politikk framyvir
teimum »stof til eftertanke«, at ein maður einsamallur skjýtur 17 av 23 málum. Vit vita, at menn sum Jákup Símun Simonsen, sum stóð á dómaraseðlinum, men sum ikki var á vøllinum sunnudagin, og Halgir Dal [...] máldómaran, sum stóð inni á vøllinum. Hoyvíkingar ilskaðust, og tað sá eisini út til, at Kyndlavenjarin vardi innanfyri, men spælið steðgaði ikki, og Hannis Wardum setti ferð á frameftir. Ein H71-spælari [...] tá hann var á veg inn í málteigin, dómarin bríkslaði, og so var aftur øði í. Endin varð, at tveir H71-arar fingu reyða kortið, og Kyndil fekk fríkast (!). Dómararnir høvdu tá mist takið á dystinum, og
hann metti mína hjálp verða verda at biða um. Mong ár seinni, tá Anker aftan á eitt langt tíðarskeið á sjónum, legðist upp á land, gjørdust vit báðir arbeiðsfelagar, og hetta er annað av teimum báðum t [...] heim, at eg sá Rosu standa uttan fyri húsini undir liðini á einum heldur høgum, breiðvaksnum manni í yvirfrakka og hatti. Ein hábærsligur maður, ið hesin smádrongurin alt fyri eitt fekk virðing fyri, ein [...] mangt prátið við Anker, tá eg støkk inn á gólvið, og nú aftaná kennist tað, sum at tá kom eg veruliga at kenna hansara trúfesti og hjartagóðsku, eginleikar, ið hann á ongan hátt royndi at rósa sær av ella