fyrst og fremst um, nær kommunustýrislimur hevur rætt til farloyvi, og hvussu vera skal við tiltakslimum. Í viðmerkingunum til hesa lógargreinina verður til dømis greitt frá, hvat er lógligt forfall. Tað stendur [...] farloyvi hjá kommunustýrislimi brádliga varð broytt beint fyri jól? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá løgfrøðiligu grundgevingunum fyri hesi kúvending? 3. Metir landsstýrismaðurin, at starvið sum [...] sæti aftur í býráðnum. Øll míni 47 ár í býráðspolitikki hevur tað annars bæði verið almenn vitan og rimmarføst siðvenja, at fer býráðslimur í farloyvi, skal farloyvið vera fyri í minsta lagi samfullar 14
gamal, er komin við bili út til hølini hjá Bláa Krossi í Saltangará. Síðan hann gjørdist pensjónistur, hevur hann brúkt ein part av sínari frítíð til at gera hjálpararbeiði fyri Reyða Kross, har hann einaferð [...] stundir. John Ellefsen greiðir frá, at hann fyrst fór til Klaksvíkar, har systir hansara eisini býr, og haðani til Fuglafjarðar, FK í Saltangará og síðan út til Bláa Kross í Saltangará, har hann var stutt eftir [...] sjúklingi, sum skuldi flytast til Klaksvíkar. Sjúklingurin, sum ikki var í lívsvanda, varð settur av við Effo-støðina í Leirvík, og síðan koyrdi sjúkrabilurin so skjótt tað bar til út til Saltangará. Men, hvussu
hetta er slóðbrótandi innan fyri vlogging í Føroyum. Maðurin handan Bamsesovs er 29 ára gamli Bjørn Djurhuus úr Havn, og vit hava hitt hann fyri at hoyra meira um upprunan til Bamsesovs, og hvussu tað er [...] heldur strævið ár fyri Bjørn, sum millum annað kom úr einum parlagi hetta árið. Hann manglaði okkurt at gera fyri at fáa tankarnar eitt annað stað, og hetta riggaði Snapchat væl til. Hann byrjaði so spakuliga [...] i. – Vinfólk søgdu við meg, at eg burdi gjørt meira við hetta. Tað tók eg til mín, og so gjørdi eg tveir "reklamufilmar" fyri Bamsesovs, sum eg legði út á Facebook og Instagram. Nøkur av teimum ungu, sum
Fair Play síðani seinasta kappingarár, og samanlagt fyri Fair Play hjá spælarum, venjarahópinum og áskoðarum. 375 túsund krónur fyri at skikka sær væl Til allar dystir í kappingum hjá UEFA, bæði hjá landsliðum [...] túsund krónur frá UEFA, sum skal brúkast til eitthvørt Fair Play tiltak. - Næsta stig verður at finna fram til, hvørji Fair Play-tiltøk vit skulu fara at skipa fyri í Føroyum, sigur Virgar Hvidbro. [...] føroysku liðini hava spælt í undankappingini til Champions League og Europa League. Á hvørjum ári letur UEFA tríggjar Fair Play-heiðurslønir. Hesar verða latnar fyri Fair Play hjá áskoðarum, framstig innan
hevði heimild til at innstilla til. Tað triðju virðislønina hevði nevndin ikki heimild at innstilla til- hon er ein virðisløn, sum landsstýrismaðurin, sambart lógini og kunngerðini fyri virðislønirnar [...] kós. Tú má, sum landsstýrismaður, fylgja lógum og kunngerðum fyri tínum starvi, og ikki tí, sum onnur uttan heimild hava tikið sær rætt til at gera. - Viðvíkjandi armslongdarprincippinum, so bað eg, áðrenn [...] heiðurslønir, ið innstillingarnevndin hevði heimild at innstilla til. Eg fylgi ivæl við í starvi mínum, og fari vónandi ongantíð at lata meg freista til at lata fólk, í nevndum ella ikki, lokka meg at taka avgerðir
agnum sostatt velja ímillum, hvønn av teimum báðum, tey vilja hava til formann hesi næstu fýra árini. – Eg stilli upp, tí eftir míni uppfatan er føroyska fakfelagsrørslan steindeyð, segði hann, tá ið
lívsgleði og livandi ansi fyri tí ornamentala og dekorativa. William Heinesen vaks upp við, og hevði livandi áhuga fyri, tjóðskaparrørsluni, ið m.a. merkti, at áhugin vaks fyri fólksins mentan – málinum [...] eru eitt gjøgnumbrot til tann dekorativa arkadiska heimin, sum William Heinesen gav seg yvir til síni seinnu ár. Skaldskapurin var komin í fyrstu røð, og umstøður høvdu ikki verið fyri nakrari veruliga s [...] bókapermur til Bókagarð, bókamyndir, plakatir, blaðtekningar, plátuhylki o.m.a. Hann eigur sín part av æruni fyri, at myndlistin mentist her á landi – sum hann dastið av øldini hevur lagt til rættis og
einstakan persón ella bólk, og tað fekst tú mangt høggið fyri. Tú elskaði at kjakast, og bylgjurnar kundu ganga høgar, men oftast í góðum. Tú setti ein heiður í at argumentera og leggja grund undir tíni sjónarmið [...] tað besta; at tú veruliga elskaði og vildi eitt javnt samfelag fyri øll. Tú vildi á ongan hátt góðtaka, at ágóðin í samfelagnum var fyri tey fáu, men at ognir og ríkidømi í hesum landi var ætlað okkum [...] 9. januar 1954 fyri júst 66 árum síðan vart tú borin í heim, kæri bróðir. Vit fýra systkini undan tær vóru uppkallað eftir abbum og ommum okkara. Nú kom møguleikin hjá mammu at kalla upp beiggja sín Dánjal
verji fyri Parasport Føroyar. Parasport Føroyar ger eitt megnar arbeiði at menna og fremja rørslu-, uppvenjingar- og kappingarítrótt fyri tey, ið bera brek. Tí er tað mær ein heiður at vera verji fyri Parasport [...] rin vil vera verji fyri Parasport Føroyar. Tað er sera týdningarmikið, at politiska skipanin eisini hugsar um hendan partin av ítróttinum – ikki bara í Føroyum, men eisini í mun til altjóða virksemið hjá [...] Á fundi í dag tók Jenis av Rana, landsstýrismaður, við sum verji fyri Parasport Føroyar. Hetta merkir, at landsstýrismaðurin umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum viðvíkja paraítrótti. Tað hevur verið siðvenja
onkrum praktiskum. - Omma og abbi vóru í mínum tonkum, og tað vóru eisini onnur í familju míni, sum ikki kundu vera til steðar undir vígsluni, sigur Louis Sigurdsen, ið hevur tikið sína útbúgving sum teologur [...] Grønlandi. - Hann gjørdist kendur alment undir valdystinum í 2018, har hann stríddist sum ein lítil hestur fyri flokkin, Samarbejdspartiet, og hann luttók eisini í sjónvarpskjaki á grønlendskum, skrivar sermitsiaq