Hann er yngsti prestur í Grønlandi

- Omma mín arbeiddi sum deknur í Ikerasak, har eg onkuntíð hjálpti henni við onkrum praktiskum, sigur hann.

 

 

 

Louis Sigurdsen, eisini róptur, Loogi, varð hin 13. desember í fjør vígdur sum prestur í Hans Egedes Kirke og skal taka við embætinum í Paamiut, og við hesum er hann nýggjasti og yngsti prestur í Grønlandi.

- Hann gjørdist kendur alment undir valdystinum í 2018, har hann stríddist sum ein lítil hestur fyri flokkin, Samarbejdspartiet, og hann luttók eisini í sjónvarpskjaki á grønlendskum, skrivar sermitsiaq.ag

Louis Sigurdsen viðgongur, at tað var ein serstøk uppliving at vera vígdur sum prestur. Hann vísir á, at omma hansara arbeiddi sum deknur í Ikerasak, har hann onkuntíð hjálpti henni við onkrum praktiskum.

- Omma og abbi vóru í mínum tonkum, og tað vóru eisini onnur í familju míni, sum ikki kundu vera til steðar undir vígsluni, sigur Louis Sigurdsen, ið hevur tikið sína útbúgving sum teologur á Grønlands Universitet Ilimmarfik.

Í Sermitsiaq.ag er ein størri samrøða við Louis Sigurdsen, sum er giftur Paarnannguaq Sigurdsen, og á Facebook-síðuni hjá henni sæst, at hon er fødd hin 31. oktober í 1987. Hinvegin sæst ikki á Facebook-síðuni hjá Louis Sigurdsen, nær nýggi presturin er føddur.

Hin 29. mai í fjør, tá grønlendska kringvarpið - KNR - hevði eina grein um Louis Sigurdsen og hansara áhugamál, stóð at lesa um unga mannin og nú prestin í Hans Egedes Kirke, at hann tá var 30 ára gamal.