har kjarnorkuverkið í Paks eisini er treytað av vatni úr Donau til køling. Paks-verkið framleiðir vanliga umleið helmingin av allari elorkuni í Ungarn. Í dag koyrdi tað tó bara við umleið tíggju prosentum [...] Myndir vísa, hvussu vatn og klettabrot verða slongd høgt upp í luftina eftir spreingingina. Endamálið er at byggja eina fyribils byrging, sum skal beina meira vatn inn í ta ánna, har kjarnorkuverkið liggur [...] Ford-bilar, samtykt at steðga framleiðsluni fram til 19. august fyri at minka um orkunýtsluna. Donau er næstlongsta áin í Evropa og rennur ígjøgnum tíggju lond.
vunnið heiðurin Danmarks Besti Burgari. Á matskránni í Føroyum verður millum annað Dane Royal, sum er serligi eyðkennisburgarin hjá fyritøkuni. Dane Royal varð í 2020 kosin mest nýskapandi burgarin í Danmark [...] føroysku matmentanina og gleði meg til at hitta bæði føroyingar og ferðafólk, sigur Peter Kolos. – Tað verður ein fragd at borðreiða við okkara virðislønta burgara fyri føroyskum gestum, leggur hann afturat [...] eisini um vitjanina. – Vit eru errin av at kunna bjóða Peter Kolos og Hungry Dane vælkomnum. Hetta er eitt serligt høvi hjá gestum okkara at royna eina av mest virðisløntu burgaraupplivingunum í Danmark
økið er flutt til Vørn, verður Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað og fer frameftir at eita Arbeiðseftirlitið. Arbeiðsumhvørvi verður høvuðsvirksemið hjá stovninum. Endamálið við broytingini er sambært [...] raðfestast hægri, hugburðurin á arbeiðsplássum skal broytast, og vit skulu hava eina nullhugsjón, tá tað kemur til arbeiðsvanlukkur, sigur hon. Broytingarnar fáa gildi 1. september 2026.
Norðragøtu tekur Víkingur móti HB. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. HB er nummar trý í deildini við 34 stigum, og Víkingur er nummar fimm við 33 stigum. Víkingur hevur tvær ferðir áður í ár vunnið á [...] í Gundadali vann HB 14. mai í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini 2-1 á Víkingi. 30. mai endaði tað í landskappingini við javnleiki 0-0 millum HB og Víking á ovara vølli í Gundadali. Oddsini hjá altjóða
m hjá privatum húsarhaldum skal vera skattafrí. Hetta er at fegnast um, tí uttan iva kann hetta skunda undir, at privat gera slíkar íløgur, og tað fer at gagna bæði teimum sjálvum og grøna orkuskiftinum [...] keypið frá í skatti, tá tey keypa somu nøgd av streymi aftur frá SEV? Eg spurdi eisini, um nøkur ætlan er um at broyta hesi viðurskiftini, soleiðis at fólk fáa eina netturokning fyri streymin, heldur enn at
Djúpumýru í Klaksvík. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Tað verður ein írskur dómari, ið kemur at leiða uppgerðina millum NSÍ og FC Lugano. Talan er um 35 ára gamla íran, Robert Hennessy. Hann hevur verið
sigur, at stór styrki er í felagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark. Styrkin liggur sambært henni í tí beinleiðis og álitisfulla sambandinum og í opinleikanum um tað, sum er torført. Trygdin í [...] verður vertur, tá Beinir Johannesen og danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, koma til Nuuk. Talan er bæði um hálvárliga ríkisfundin og fund í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum. – [...] Jens-Frederik Nielsen. ES-nevndin hevur skotið upp at meira enn tvífalda stuðulin til Grønlands. Uppskotið er, at stuðulin verður 530 milliónir evrur – knappar fýra milliardir krónur – í sjey ára skeiðnum frá
OpenAI hevur í dag lanserað eina nýggja útgávu av ChatGPT, sum er serliga ætlað ungum millum 13 og 17 ár. Tað upplýsir felagið í einum tíðindaskrivi. Sambært OpenAI skal nýggja útgávan verja ungar brúkarar [...] innihaldi, sum ikki er hóskandi fyri tey. Aldurin verður mettur OpenAI staðfestir ikki aldurin hjá brúkarunum við samleikaprógvi. Í staðin brúkar felagið eina skipan, sum metir, um ein brúkari er yngri enn 18 [...] sjálvur, at hann er ómyndugur, verður hann sjálvvirkandi fluttur í tannáringaútgávuna av ChatGPT. Útgávan fer eisini at minna tey ungu á, at tey ikki skulu deila privatar ella viðkvæmar myndir. Er komið eftir
royna at fáa teg at góðkenna eina innritan. Tøknilig trygd er ein týðandi partur av verjuni, men okkara egni atburður er sera avgerandi. Tí er tað týdningarmikið at steðga á, lesa og skilja, hvat stendur [...] av trygd Ávaringin merkir ikki, at trygdarbrot er hent í Samleikanum. Samleikin er ein trygg talgild loysn, ið lýkur høg trygdarkrøv. Nýggja ávaringin er eitt eyka stig, sum skal gera svik torførari og [...] at góðkenna myndir og skriva títt loynital, og illgruni er um svik, kemur ein ávaring fram á skermin. Tú skal steðga á og taka støðu til, um tú er í holt við at rita inn á eina veruliga tænastu, ið brúkar
inn til seinasta partin av rættarfundinum. Ein teirra rópti móti tí skuldsetta: – Tað er tín skyld, at vinmaður mín er deyður nú. Løgreglufólk førdu síðani unga mannin úr rættarsalinum. Eftir rættarfundin [...] Ein dómari í rættinum í Roskilde metir, at grundaður illgruni er um, at 16 ára gamli drongurin stóð aftan fyri drápið við Folkeparken í Roskilde. Hann varð tí varðhaldsfongslaður eftir grundlógaravhoyringina [...] ikki settur í vanligt fongsul, men skal vera á einum tryggjaðum stovni. Fyribils varðhaldsfongslingin er galdandi til 10. september. /Ritzau/