monnum í fullari stødd, tveir standa, meðan tann triðji er á knæ, men á veg á føtur. Hon ímyndar bygdarfólkið, sum kemur á føtur aftur. Sjálvur er Marnar á Skúr eisini bygdamaður um ein háls, men ásannar [...] í Havnini er øgiligt, sigur Marnar á Skúr og vísir til kanningina hjá Starvsmannafelagnum, at fýra av fimm av teirra limum hava kent seg stressaðar. Sjálvum dámar honum betur bygdalívið. - Her fáa vit fugl [...] fugl, haru, fisk og kjøt uttan stórvegis hóvasták. Livikostnaðurin her á bygd er ikki størri enn bilútreiðslurnar av at búgva í Havn, sigur hann. - Hatta lívið, sum tit hava í Havn, har stjórar, sum ikki
eplini gjarna vera seld væl dýrari enn tey útlendsku, er góður marknaður fyri teimum. Grønmetisvelting í Føroyum annars er næstan 0 (null), so her er eitt stórt potentiali, sum at kalla liggur óbrúkt. Katrin [...] dini hátta sær, og hvussu grøðin hepnast. Tað er trupult at siga frammanundan, hvussu grøðin verður - eisini við eitt nú eplum og rótum, sum vit velta her heima. Katrin Petersen segði, at Vakstrarætlanin [...] kvøld, og tað var eisini Katrin, sum hevði framløguna á rímiliga vælmøtta fundinum. Hon segði, at talan er um tvær størri verkætlanir, sum Vakstrarætlanin arbeiðir við í Sandoynni í ár. Hesar snúgva seg um
handlum og øðrum fasilitetum í býnum. Borgarstjórin vísir á, at her er stórur og nýggjur handil beint við, kappróðrarneyst, savn, og her dygst við sjóvarmálan kundi eisini verið skapt ein marina. - Jú [...] hitti borgarstjóran, Sonna á Horni. Hóast ávíst órógv er í býráðnum í løtuni, tí meirilutin, sum eftir seinasta kommunuval valdi borgarstjóran, ikki er í meiriluta meira, var hýrurin á Sonna góður. - Vit [...] hetta er ein góð loysn fyri býarumhvørvið. Tað var annars Eyðun Eliasen, arkitetur, sum teknaði verkætlanina hjá Bústøðum. - Orsøkin til, at vit hava arbeitt niðri við havnalagið við hesi verkætlan er, at
nú “so vakrar moyggjar” og “føroyingar, sum her nú koma saman”, bert fyri at nevna onkrar. Er veðrið ikki til vildar, verður farið út í Naddodaneystið, ið er í 2-3 min. gongufrástøðu frá stabbagrótinum [...] sluna. Hugsandi um, at standmynd av Rasmusi stendur á Tinghúsvøllinum í Havn, so er tað undrunarvert, at so fá fólk her á staðnum vita nevnivert um hann. Í hesum sambandi verða ymisk tiltøk í Trongisvági [...] gongutúr í økinum, har Rasmus vaks upp. Gongutúrurin er stuttur og lættur, men sera áhugaverdur, tí fáur dugir sum Viberg at greiða frá. Viberg er skemtingarsamur maður og var hann eisini frásøgumaður
Varaborgarstjórin vísti á, at kreppa er runt um okkum, men tað er í slíkum tíðum, at vit hava brúk fyri íverksetarum og vinnulívsfólki, ið síggja møguleikar í tíðarrúminum. - Her hava tit málrættað sett kós út [...] - Tað er við stórari gleði og ikki minst stoltleika at eg kann heilsa tykkum og skipunum vælkomnin inn á fjørðin. Hetta er eitt positivt og konstruktivt samstarv. Eitt samstarv, ið gongur um landafrøðilig [...] enn longur framm á veg. Her opnast nýggjr møguleikar, bæði fyri skip, manning, reiðarí og vinnuna á landið. Hetta eru skip við fleiri møguleikum, enn tit áður hava havt. Tað er alla æru vert, at tit hava
skilafólk her í landinum. Kortini er veruleikin, at fólkavald sita og diskutera, hvussu tey skulu pilka við eina valskipan, so hon kann avskeplast og gerast ótíðarhóskandi og órættvís. Hetta er væl at merkja [...] merkja samstundis, sum landið er um at fara av knóranum, tí hallið veksur upp um oyruni á okkum. Er hetta rímiligt? Svarið kenna øll. Fjórða uppskotið í samband við valskipanina eigur undirritaði. Hví? [...] ikki bert vilja varðveita skipanina við einum valdømi. Eri bangin fyri, at her skal meira til, um fólkavald skulu fáast at lurta. Her má koma eitt krav um at fáa málið til fólkaatkvøðu. Vit, sum vilja lata
Mentanargrunnurin fær ikki eitt klovið nýtt oyra, tónleikur er óbroyttur. Stovnarnir, sum røkja mentanararvin skríða framvegis í skræðuni, og her er einki broytt uttan játtanin til Norðurlandahúsið, sum N [...] Miðflokkurin hevur í hvussu so er hildið síni lyfti, tá um mentanina ræður. Lagt kann her verða afturat, at lyftini til gransking flugu ikki lægri enn lyftini til mentanarøkið. Her var snøgt sagt eingin endi [...] sigur ES? Nú kann sjálvsagt verða sagt, at hetta er grenji, tí vit hava havt so stutta tíð at gera fíggjarlóg, at hon bert kemur í gildi nakrar mánaðir. Tað er nakað um hetta, víst so. Hinvegin finst eitt
slíkum tíðum, tá tað er týdningarmikið ikki at fjala út yvir nakað men leggja kortini á borðið, er tað so sanniliga eisini umráðandi at lýsa og siga frá tí, sum gongur væl. Tí alt er ikki svart ella hvítt [...] ávirkar leitingina hjá okkum positivt, og tí er tað eisini við stórum spenningi og vónum, at vit nú bíða eftir úrslitinum av 3. útbjóðing. So hóast eingin olja er funnin enn, so eru útlitini til at kunna geva [...] standa á, avgjørt til steðar. Vit skulu ikki selja bjørnina fyrr enn hon er skotin. Hinvegin skulu vit heldur ikki dylja, at her liggja stórir møguleikar. Tað ræður tí um at skapa so góðar karmar sum gjørligt
Kappast víðari Hóast liðkappingin nú er av, er framvegis gongd í billardspælinum, tí um vikuskiftið verður kappingin um føroyameistaraheitið fyri einstaklingar, og her er Klaksvíkar Billardfelag vertur. Kappast [...] fleiri av kendu andlitunum frá liðkappingini at síggja her eisini, har Kristian Sune skal verja sítt føroyameistaraheiti. Ein av avbjóðarunum er liðfelagin, Sonhard, og eisini verða Steinbjørn í Dali og [...] saman og sum einstaklingar hava staðið seg framúr væl. Hetta føroyameistaraheitið hjá klaksvíkingunum er teirra triðja á rað, so sigast má, at teir síðstu árini hava sitið fastir á føroysku billardtrúnuni
um, at ikki allar blokkurin var burtur. Hetta er skilligt, tí hetta er Tjóðveldisfloksins politikkur. Tað, sum ikki hekk saman hjá Tjóðveldisflokkinum her, var tann samstundis áhaldandi atfinningin, um [...] stóran dent á júst hesi øki. Tí mugu vit tíverri geva Tjóðveldisflokkinum rætt í, at her er lopið á, har garðurin er lægstur, og fer hetta at koma serstakliga Javnaðarflokkinum aftur um brekkur, um ikki [...] meðan samgongan meira ella minni var í verjustøðu. Tað vil so vera, fyri tað fyrsta tí, at tí samgongan er nýggj og valla hevur funnið síni bein. Fyri tað annað tí, at fíggjarlógaruppskotið veruliga hevur nakrar