fiskastovnunum eru skerjingar í kvotunum á báðum síðum í ár, sæð í mun til undanfarna ár. Hóast semjan ikki er stór í vavi, so hevur avtalan týdning fyri tvíliðaðu viðurskiftini millum Føroyar og Bretland [...] sum Bretland flytur Føroyum at fiska. Í føroyskum sjógvi fær Bretland rætt at veiða serliga hýsu og upsa, eins og at Bretland fær eina hjáveiðikvotu av toski í hýsufiskiskapinum. Orsakað av støðuni hjá [...] Bulurin í føroysku fiskirættindunum í bretskum sjógvi er svartkalvi, umframt onnur fiskasløg eitt nú blálonga, hýsa og longa. Eisini er ein lítil NAFO-kvota av toski á Grand Bank uttan fyri Kanada, sum
Auvergne er systurskip hjá Aquitaine, sum var í Føroyum í nakrar dagar í september, og hjá Bretagne, sum lá við kai í Havn í nakrar tímar í mai í 2021. Hesi skip eru herskip, sum kunnu nýtast til ymisk [...] sum eru bygd í hasum Aquitaine-klassanum, eita: Aquitaine, Provence, Languedoc, Auvergne, Bretagne og Normandie. Tey eru bygd í tíðarskeiðnum 2010-2020 á skipasmiðjuni hjá Naval Group í Lorient. Verkætlanin [...] at ringja ella skriva til tel. +298 211057 áðrenn hósdagin 20/3 kl.10, sigur Franska konsulátið í Føroyum
skulu veiðast við undirskoti í samfull 8 ár. Hetta kann ikki tulkast soleiðis, at eingin váði er í fiskivinnu, men heldur at álvarsom brek vóru í uppboðssøluni. Váðar í fiskivinnu eru nógvir. Her skal [...] og hvat virksemi er í reiðarínum hevur ongan týdning. Hetta er tí ein einfaldan av einum torgreiddum spurningi. Greinin sigur í veruleikanum, at landið altíð skal taka væl meira inn í gjøldum, enn tey veruligu [...] avkast. Ábyrgd av haldføri Ein stór avbjóðing hjá politikarum er at tryggja haldførið í tí almenna búskapinum í Føroyum. Hetta er ein stór og trupul uppgáva. Tó er eisini neyðugt at vísa á, at inntøkur landsins
at farið verður undir at bora? Í viðmerking til spurningin vísir Terji Beder á, at teinurin millum Skálafjørð og Gøtudal er ein tann ferðslutyngsti teinurin í Føroyum. – Í miðal koyra eini 6.000 akfør um [...] Landsverk, handaði í 2019 eina Samferðsluætlan, sum kortlegði allar tunnils- og vegakervisverkætlanir, sum skuldu gerast í tíðini frá 2018 til 2030. Hendan ætlanin setti verkætlanirnar í ein væl grundaðan [...] Norðragøtu til tunnilsmunnan á Saltnesi. – Í svari frá undanfarna landsstýrismanni í samferðslumálum, Dennis Holm, hevur Gøtudalstunnilin verið planlagdur í mong ár, og er ein høvuðsleið til og frá Ey
at rinda skuldina aftur, serliga um tað kemur í fíggjarligar trupulleikar. Útgangsstøðið í Føroyum við eini EGS-skuld á 30% av BTÚ er gott. EGS skuldin í tølum verður um 8,8 mia. kr við ársenda 2025. Um [...] EGS skuldin fevnir um skuld hjá landið, kommunum og grunnum. Við ársenda 2025 verður EGS-skuldin í Føroyum mett at vera góð 30% av BTÚ, sí myndina niðanfyri. Sambært ES reglum, skal skuldin ikki vera meira [...] 60%. Um skuldin var 60% av BTÚ, svarar tað til eina skuld á 17,4 mia. Tað skrivar Landsbanki Føroya í dag. EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyrasamstarvið, og skuldin verður ofta nevnd ØMU-skuldin eftir
tey flestu í fremmandum sjógvi. - Fýra fiska í íslendskum sjógvi, tvey eru í Eysturgrønlandi, og trý fiska undir Føroyum. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Væntandi er, at okkurt av fry [...] Í løtuni er einki ísfiskalínuskip til fiskiskap, men á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at annað skipið loysir í vikuni sum kemur. Hinvegin eru tilsamans níggju frystilínuskip til fiskiskap í løtuni, tey [...] frystilínuskipunum kemur inn at landa í næstu viku. Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur. - Veðrið verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri
Tíðindskriv, Franska konsulátið í Føroyum: Auvergne er systurskip hjá Aquitaine, sum var í Føroyum í nakrar dagar í september, og hjá Bretagne, sum lá við kai í Havn í nakrar tímar í mai í 2021. Hesi skip eru herskip [...] sum eru bygd í hasum Aquitaine-klassanum, eita: Aquitaine, Provence, Languedoc, Auvergne, Bretagne og Normandie. Tey eru bygd í tíðarskeiðnum 2010-2020 á skipasmiðjuni hjá Naval Group í Lorient. Verkætlanin [...] multi-missions / FREMM. Auvergne er 6000 tons, 142 metrar langt, 19,8 metrar breitt og hevur heimstað í Brest. Meðan Auvergne liggur á Havnini verður vitjað hjá ymsum myndugleikum, eins og umboð fyri somu
Í sambandi við, at nýggja orglið í Vestmanna kirkju verður vígt og tikið í nýtslu, verður vígslukonsert í kirkjuni mikukvøldið 19. mars kl. 19:00. Talan er um nýtt og framkomið kirkjuorgul frá Content [...] Content orgulverksmiðjuni í Niðurlondum – tað fyrsta av sínum slag í Føroyum. Maria Sommers Nolsøe, prestur, vígur orglið og Gerwin Boswijk, organistur úr Niðurlondum, spælir á kirkjuorglið. Talan er um eina
Alt er framvegis opið í EM-undankappingarbólkinum hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti. Fyrr í dag vunnu Føroyar við einum tí besta avrikinum nakrantíð 32-31 á Niðurlondum í Almere frammanfyri nærum [...] nærum 1.000 føroyskum áskoðarum. Í sama bólki vann Ukraina seinni í dag á heimavølli í Litava stórsigur 36-25 á Kosovo. Longu í steðginum var dysturin mest sum avgreiddur. Tá var Ukraina á odda 18-8. Kosovo [...] Kosovo vann annars fyri trimum døgum síðani 31-30 á Ukraina í Prishtina. Ihor Turchenko var toppskjútti hjá Ukraina við 10 málum. Toppskjútti hjá Kosovo við fimm málum var Lulzim Shabani. Okkara møta Kosovo
gullbrúðleyp & ellisár Omma og abbi vóru gift í nærum 60 ár, áðrenn omma í 2009 fór. Í 2000 vóru vit øll, á leið 30 familjulimir, trý ættarlið, tvær vikur í Benidorm í Spaniu. Omma og abbi høvdu gullbrúðleyp [...] Føddur í 1976 var eg fyrsta abbabarnið. Fleiri komu mær í hølunum, flestu teirra dreingjabørn. Eg fekk eisini tvær systrar. Fyrstu minni míni við abba eru heilt aftur síðst í 70’unum og tíðliga í 80’unum [...] Túrarnir í Sugguni við abba, míni systur og hinum systkinabørnunum hava fest seg í minnið fyri lívið. Vit smábørn saman, løturnar, søgurnar, abbi – alt hetta hevur lagt nakað gott, trygt og dýrabart í meg.