Í dag varð skipað fyri kravgongu um fría fosturtøku. Løgtingið hevur fyri kortum felt eitt uppskot um fría fosturtøku, og við tiltakinum í dag krevja fólk eina dagførda lóggávu.
Ein av luttakarunum í kravgonguni var Poul Michelsen, sum er maðurin, ið stovnaði Framsókn – flokkin, har tveir av tinglimunum (Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsøe) atkvøddu ímóti uppskotinum hjá teirra egna landsstýrismanni um at broyta fosturtøkulóggávuna í vár, sum legði upp til, at kvinnur kunnu fáa fosturtøku í Føroyum fram til 12. viku, eins og í Danmark.
Uppskotið fall við 15 fyri og 15 ímóti.
– Eg var ræðuliga skuffaður av, at tað fall í tinginum. Og eg kann ikki ordiliga fyrigeva mær sjálvum, at eg havi verið við til at stovna ein flokk, sum fellir eitt slíkt uppskot. Flokkurin er jú grundaður á millum annað persónligt frælsi. At man so kann gera hatta, tað er ófyrigeviligt í mínari verð, sigur Poul Michelsen og sipar til tey bæði Sólvit E. Nolsøe og Hannu Jensen, ið feldu uppskotið.
– Um tað stóð til mín, so blivu tey smitaði út. Tey hava onki at gera har. Flokkurin er stovnaður uppá at vera liberalur. Og tað meini eg virkuliga. Hatta brýtur flokkin innanífrá, sigur hann.
Poul Michelsen heldur uppskotið um eina dagførda fosturtøkulóg vera skilagott.
– Tað er harmiligt at brúka so nógv ár upp á hetta. Man hevur stríðst so leingi. Eg haldi, at tað er ósømiligt fyri Føroyar og føroyingar at hava eina sovorðna debatt um, hvat lívið gongur út uppá og so víðari, sigur hann.
– Lógin er so liberal í dag, at tað, sum nýggja lógin skal loyva, næstan verður praktiserað í dag allíkavæl. Lóggávuvaldið er eitt, og praksis er nakað annað. Tað hongur ikki saman í mínari verð. At man ikki kann góðtaka praksis, og at kvinnur allíkavæl fara til Danmarkar at fáa sær fosturtøku, sigur hann.
Poul Michelsen sigur seg harmast um, at fólkið er so splittað um málið.
– Eg føli meg sannførdan um, at hetta bara er ein spurningur um tíð.