hvønn týdning tey hava havt í mínum lívi. Danski presturin fer eisini at lýsa, hvønn týdning fótbóltur hevur havt fyri hansara máta at hugsa uppá. - Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar [...] Fyrilesturin varar í umleið hálvan tíma, og í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Sjálvur sigur Ronald Risvig, at hetta er ein fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum hann lýsir við [...] vísa tey á, at summi helst minnast Ronald Risvig, tí hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981, og hann hevur vitjað aftur í Føroyum heilar 35 ferðir. - Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta eftir
til teleskoplessarar verða herd. Harumframt verður skotið upp, at tað frameftir verður kravt vinnubræv fyri at koyra terminaltrekkjarar og ávísar entreprenørmaskinur, sum til dømis gravimaskinur, hjóllastarar [...] Arbeiðsgevarar fáa eisini greiðari ábyrgd av at tryggja, at starvsfólk hava neyðuga upplæring og galdandi vinnubræv, har tað er kravt. Uppskotið ásetur eisini, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka vinnubrøv [...] Endamálið er at dagføra reglurnar og økja um trygdina, tá arbeiðsmaskinur verða brúktar. Sambært uppskotinum verða førleikakrøvini til kranar, gaffiltrukkar og gaffilstáplarar óbroytt, men krøvini til
Fedorov, leiðara fyri hernaðarumsitingina í Zaporizjzja-landslutinum, vórðu fýra fólk løstað í álopinum. Eldurin breiddi seg um eitt øki á umleið 2.000 fermetrar. Myndir av staðnum vísa, at nógvir sløkkiliðsbilar [...] sløkkiliðsbilar og bjargingarfólk vórðu send til handilsmiðstøðina. Sløkkiliðsfólk royndu at berja niður eldin bæði av jørðini og úr stigabilum, meðan nógvur roykur stóð upp úr bygninginum. Meðan sløkkiarbeiðið [...] landsynningspartinum av Ukraina, nær við hermótið. Býurin og økið rundan um hann hava fleiri ferðir verið fyri russiskum dronu- og rakettálopum. Eisini aðrar ukrainskar handilsmiðstøðir hava seinastu tíðina verið
Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum. Orsøkin til, at tilfarið verður varðveitt, eftir at kanningarnar eru lidnar, er, at tað kann brúkast til ymisk endamál: Fyri barnið og familjuna: Royndirnar kunnu brúkast [...] Føroyum, fáa tilboð um at verða kannaðir fyri 25 viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar tíðliga. Mannagongdin í kanningini er, at ein blóðroynd verður tikin [...] okkum, at vit nú sjálvi hava bæði PKU-kortini og tilhoyrandi dáturnar í okkara varðveitslu. Tað gevur okkum betri yvirlit og lættari atkomu, at vit hava alt tilfarið frá føroyingum savnað, og at vit sjálvi
í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir. Saman við manninum Niclasi Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið [...] á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu. Lena Anderssen er nú farin at geva sangir út á føroyskum máli, og sangirnir hava verið sera væl móttiknir. Lena Anderssen spælir
inn á nøkur aktuell mál og viðurskifti hjá fólkakirkjuni. Biskupurin fegnaðist um, at nógv er fingið av skafti, og at samstarvið millum fólkakirkjuna og Mentamálaráðið er so gott. Millum annað fegnaðist [...] Mentamálaráðið: Á fundinum vóru eisini prósturin, Ovi Brim, og umboð fyri Stiftsumsitingina. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupurin er ráðgevi hansara í k [...] 2027. Biskupurin vísti landsstýrismanninum runt á Biskupsgarðinum. Landsstýrismaðurin gleðir seg til at halda fram við tí góða samstarvinum. ##med2##
og liðfelagarnir í Piteå fingu av at vita í útidysti móti Hammarby í dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini ígjár. Á Hammarby Idrotsplats tapti Piteå heili 0-5 fyri Hammarby. Tá bert 26 minuttir vóru [...] 4-0. Tað eydnaðist at steðga bløðingini, men heilt móti dystarenda fekk heimaliðið økt til 5-0. Hagtølini við royndum innanfyri málrammuna søgdu 17-1 til Hammarby, so har var ikki nógv at gera hjá Piteå.
landsvegin millum Sand og Meginskúlan. Fólk, sum dagliga ferðast á leiðini, hava greitt frá, at tað nú kennist vandamikið at ganga ella súkkla eftir landsvegnum. Tá bilar skulu út frá Meginskúlanum, skulu fleiri [...] mátingarstaði. Ætlanin vísir kortini ikki sambærilig tøl frá tíðini fyri Sandoyartunnilin. Tað ber tí ikki við støði í sjálvari ætlanini til at siga nágreiniliga, hvussu nógv ferðslan er vaksin. Uppáhaldið um [...] Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023. Tað verður staðfest fleiri staðni í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Sambært frágreiðingum frá fólki á staðnum eru bæði fleiri bilar og meira ferð á vegunum
sigur Jákup Mortensen, ið stendur á odda fyri U15-landsliðnum við gentum. Jákup leggur afturat, at umframt sjálvar dystirnar, bleiv dentur eisini lagdur á, at hetta skuldi vera eitt læruríkt umhvørvi. [...] tað, sum genturnar hava víst í kappingini. Hjá teimum flestu var hetta fyrstu ferð, at tær royndu seg í altjóða høpi og at spæla á grasi. Men hetta hevur givið teimum virðismiklar royndir og eina góða fatan [...] FSF skrivar: - Føroyska U15-landsliðið við gentum slapp veruliga at royna seg í Baltic Cup, sum seinastu dagarnar hevur verið í Litava —————— Tað gekk ikki akkurát sum ætlað hjá føroysku U15-gentunum,
løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum á Viðareiði og lá á takinum. Løgregla og sjúkrabilur fóru á staðið. Tvey fólk vóru í bilinum. Løgreglan fekk illgruna um, at førarin var ávirkaður [...] ávirkaður av rúsdrekka. Ein alkoholroynd vísti meira enn loyvda markið, og førarin varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Fólkini í bilinum vórðu flutt á sjúkrahús, men eftir umstøðunum skuldi standa væl til