Dania O. Tausen er ein av stóru stjørnunum í føroyskum tónleiki, og í august hevur glóðheita songkvinnan konsert á Summar Festivalinum. Dania fekk gjøgnumbrot í 2020, tá ið hon gav út prosayrkingasavnið [...] Hon er eitt av mest virknu og kreativu fjøllistafólkunum í Føroyum í løtuni. Mong kenna hana fyri tónleikin, útgávurnar og framførslurnar, men hon ger so nógv annað kreativt – yrkir, skapar grafisk konsept [...] áhugaverdum og kreativum verkætlanum. Hon hevur givið tónleik út og spælt konsertir sum solistur, í Aggrasoppum og í sangbólkinum Sway, umframt at hon hevur skrivað yrkingar og prosa. Dania O. Tausen fer saman
borið í heim. Og tað heilsar okum veittrandi á seinastu ferð okra heim í kirkjugarðin. Tað er við í gleði og í sorg. Á merkisdøgum, til veitslur, til summarstevnur og í ítrótti. Tað er við okum úti í heimi [...] sum áttu lívið í áhaldandi virkseminum í Føroyum – fyri teir hevði at ómetaliga stóran týdning at tað var Merkið, ið var málað á loringina. Okur eru føroyingar, í parti við teimum sameindu, í samstarvi við [...] Merkið verður vundið í húnarhátt, og allar røddir okra samfelt syngja: „Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! Á vetri so randhvít, á sumri við logn“. Tá fái eg í øllum førum ein klump í hálsin. Um tað nakrantíð
longu farin í gongd við at gera skránna og finna undirvísarar til skeiðini í 24/25. Skráin verður liðug síðst í august, og verður síðani løgd á heimasíðuna og faldari borin út til øll húski í Sunda kommunu [...] kvøldskúla tilboðið í kommununi mennist, og at lærugreinirnar eru fjølbroyttar og áhugaverdar fyri bæði kyn og allar aldursbólkar. Kitty hevur røkt starvið sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í 23/24, og er
Slóðbrótandi semjan sum Sambandsflokkurin og samgonguflokkarnir gjørdu í farna mánaði um tøkugjøldini, hevur verið umrødd í fjølmiðlunum ta seinastu tíðina. Sumt av tí sum hevur verið sagt, hevur ikki [...] krónur komið meira inn í partalelagsskatti, um nýggju gjøldini longu vóru galdandi. So alt í alt hevði alivinnan spart umleið 2 krónur pr. kg. um nýggju gjøldini vóru galdandi í ár. Samanlagt hevði hetta [...] kanska rindað 59 mió. krónur minni í tøkugjaldi, men 39 mió. krónur meira í hækkaðum partafelagsgjaldi. Sostatt hevði alivinnan samanlagt spart einar 20 mió. krónur í ár. Fyri Sambandsflokkin hevur tað
tann 10. mai fer á pall í Royal Albert Hall í London, har hon fer at framføra við sínum føroyska bólki. Í Føroyum kunnu vit uppliva Eivør á G!, men síðan mugu vit bíða til august, tá vit eru so heppin, [...] sleppa at uppliva Eivør spæla útgávukonsert í Norðurlandahúsinum tann 30. og 31. august. Hetta er fyrsta útgávukonsert í sambandi við at fløgan Enn kemur út í juni. [...] konsertferð í USA. USA er ein stórur og spennandi marknaður, men eisini ein marknaður, ið tekur tíð at vinna. Seinastu árini hevur tað gingið væl, og lurtaraskarin hjá Eivør er framhaldandi vaksandi. Í kvøld
ofta ein mánaði við skiftandi veðri. Tað kann vera gott veður og lýtt, men tað kann saktans eisini verða vindur og kalt. Í dag vita norskir miðlar at siga, at ein pólbrúgv - ella polarfrontur - í løtuni [...] at liggja millum tvey og sjey stig, og í morgin verður hitin á leið hin sami - eisini millum tvey og sjey stig. Hann verður høgur í ættini og snarar helst uppi í ein landnyrðing. Høgættirnar eru vanliga [...] vit hava í dag. Hósdagin, sum er flaggdagur, verður hann landnyrðingur í ættini, 5-10 metrar um sekundið, og eisini tá fer hitin at liggja millum tvey og sjey stig. Dýrabiðidag verður hann norðan í ættini
sigur Arnold Ludvig). Heildarútgávan “Pushing Envelopes” hjá EagleCentric kemur út sum Vinyl-LP í august mánaði 2024. ##med2## "Sandonian Comfort" (3:41) EagleCentric aka Arnold Ludvig Credits: electric guitar [...] gjørdi royndir við tilvildar- og sannlíkinda-generatorum í Ableton LIVE. Arbeiðsheitið var “76 bpm Groove Beat“. Fyrst gjørdi hann eitt trummu-beat í einum ‘drum-rack’, har hann brúkti tað klassisku 808 trummu [...] vokalar afturat. “Øll tilgongdin var nokkso skjót og var ein sonn fragd at uppliva. Eg skapti lagið í mínum egna fjálga heimi, heima á Sandi, so einasta passandi heitið, nakrantíð, vil altíð vera “Sandonian
styttist til OL-endaspælið í París í Fraklandi. Í døgunum millum 25. juli og 11. august verður olympiska endaspælið í hondbólti leikt í franska høvuðsstaðnum. Seks lið eru í tveimum innleiðandi bólkum [...] til OL-endaspælið. Danska manslandsliðið kom í bólk saman við vertunum, Fraklandi sum vann EM-finaluna móti Danmark í januar. Noreg og Ungarn eru eisini í bólkinum, umframt Egyptaland, so talan er um ein [...] krútsterkan bólk. Danmark spælir tveir týdningarmiklar venjingardystir í fyrireikingunum til OL-endaspælið í maj. Talan um er tveir dystir í Golden League. Tann fyrri verður móti Noregi 11. maj, og tann seinni
70kg í trekk, sum bæði gav henni eitt bronsu heiðursmerkið og eitt danskt junior met í trekk. Í stoyt røðini var dysturin minst líka harður um ein bronsa aftur skuldi vera í spæl. Julia tekur 82kg í síni [...] verður tað neyðugt hjá Juliu at taka 70kg í sínu triðju roynd fyri at sikkra sær bronsu heiðursmerkið. Julia lyfti 70kg til tað føroyska meistaraheitið í mars mánaði, so tað meinti hennara venjari, Pól Hendrikur [...] á 86kg. Julia hevur lyft 87kg, 1kg yvir metið, men í einum lægri vektvólki, so tað telur ikki sum met, tá ið metið í tí vektbólkinum eitur 97kg. Alt í alt, eitt heilt fantastisk vikuskifti hjá Juliu.
Teir eru ungir og lívligir, teir spæla melodiøsan og fangandi rocktónleik, og í august skulu teir framføra á landsins størsta tónleikatiltaki. Adrenaline er rockbólkur úr Klaksvík, og teir vera tí á heimavølli [...] størri undirtøku. Sangirnir fanga, og framførslurnar eru framfýsnar og undirhaldandi. Teir, sum spæla í Adrenaline, eru Jónas Jacobsen (sang og gittar), Tórður Sóleyarson (sang og gittar), Niclas Høgnesen [...] Høgnesen (bass) og Høgni Sørensen (trummur). Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.