"Sandonian Comfort" - 1. staklagið hjá EagleCentric

...úti 26. apríl 2024 á Tutl Records

“Sandonian Comfort“ kom til verðina burtur úr einum groove eksperimenti, tá Arnold Ludvig gjørdi royndir við tilvildar- og sannlíkinda-generatorum í Ableton LIVE. Arbeiðsheitið var “76 bpm Groove Beat“. Fyrst gjørdi hann eitt trummu-beat í einum ‘drum-rack’, har hann brúkti tað klassisku 808 trummu maskinuna.

 

Síðani fann Arnold eitt synth-bass ljóð, lagaði tað eitt sindur til og innspældi basslijnuna - bara eitt einfalt groove, so at hann kundi spæla sær við tilvildar- og sannlíkinda-generatorarnar. Honum dámdi ljóðið beinanvegin og eitt leiddi til annað. Nokkso skjótt fekk hann íblástur til at spæla nakrar akkordin inn við einum synth-padhljóði, og so vaks tað bara til ta endaligu kompositiónina við topp-linjuni innspældari uppá hansara Gretsch gittara.

 

Til seinast legði Arnold nakrar vokalar afturat. “Øll tilgongdin var nokkso skjót og var ein sonn fragd at uppliva. Eg skapti lagið í mínum egna fjálga heimi, heima á Sandi, so einasta passandi heitið, nakrantíð, vil altíð vera “Sandonian Comfort''. (...sigur Arnold Ludvig).

 

Heildarútgávan “Pushing Envelopes” hjá EagleCentric kemur út sum Vinyl-LP í august mánaði 2024.

 

##med2##

 

"Sandonian Comfort" (3:41) 

 

EagleCentric aka Arnold Ludvig

 

 

 

Credits:

 

electric guitar, voice, synth bass, synth pad,

 

synth sound design, drum programming,

 

mix, mastering, production

 

video footage & editing 

 

by Arnold Ludvig aka EagleCentric

 

 

 

https://www.tutlrecords.com/product/sandonian-comfort-eaglecentric/ 

 

 

 

Released on the following formats:

 

Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).

 

You can check it out by using this link: https://bfan.link/sandonian-comfort 

 

 

 

"Sandonian Comfort" - Official Music Video - YouTube

 

https://youtu.be/4luvh6ddLSc