royndir verið gjørdar spakuliga at keypa seg inn í Grønland, umframt at søkja fullan limaskap í arktiska ráðnum, sum í dag telir átta limalond við landaøki inni í arktiska sirklinum. Fyri Kina er Arktis umráðandi [...] Bertelsen fyri á verkstovuni í Norðurlandahúsinum. Sjálvur granskar hann í altjóða politikki á Arktiska Deplinum á Aalborg Universiteti í Danmark. Tí sum lítil aktørur í ovurhondsstórari kapping, eru [...] øllum tí avleidda virkseminum, ið kann væntast í økinum. Hetta var boðskapurin á verkstovu í Norðurlandahúsinum, sum uttanríkistænastan skipaði fyri fyrr í vikuni. Á verkstovuni vóru umboð fyri tað almenna
ikki útstillast Í Føroyum er Lillian Dalsgaard ikki heilt ókend. Hon hevur eitt nú verið við í tónleikabólkinum Faroe5, og harafturat hevur hon verið partur av føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti. Lillian [...] strond, so var tað í lagi frá hennara síðu, fortelur Lillian Dalsgaard og smílist. Dagliga starvast hon sum vikarur í Hoyvíkar skúla, og í vikuskiftunum er hon barrvørður á einum dansistaði í Havn. Hon hevur [...] Soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni hjá donsku sjónvarpsrásini TV3, har tey í løtuni lýsa við føroysku Lillian Dalsgaard í eini nýggjari sending, sum eitur 6 på date. Talan er um eitt sag av realitysending
Tinghúsveg 72 í Havn. Her eru góðir parkeringsmøguleikar, og her koma nógv viðskiftafólk á gátt gjøgnum ein langan dag. Virksemið hjá fyritøkuni er rættiliga umfatandi. Hægsta støði í altjóða høpi Í 2012 bleiv [...] og í serflokki best dokumenteraði mátin at kanna, sjúkuavgera og viðgera ryggja- og aðrar muskuloskeletalar trupuleikar uppá. Tað má sigast at vera sera heppið at hava eina tílíka klinikk í Føroyum, tí [...] Hjørleif og eg hava í meira enn 15 ár fingist við gongulagskanningar og hartil hoyrandi kliniskar kanningar í samband við framleiðing av sergjørdum ortopediskum innleggum at leggja í skógvar. Vit kunnu
sum flestu aðrir prestar í Føroyum, eina bakgrund í fólkakirkjuni. Hon er vaksin upp í Evangeliuhúsinum í Havn, sum nú hevur fingið navnið City Church. Har hevur hon gingið í sunnudagsskúla, og sum ung [...] Vestmanna at búgva, sigur Maria Summers við Skipá. Í løtuni verða nakrar umvælingar gjørdar í prestagarðinum í Vestmanna, men væntandi flyta tey inn í desember. Nú í fyrstuni koyra tey ímillum. Vor Frue Kirke [...] var Maria Summers við Skipá virkin í náttarkirkjuni í Vor Frue kirke í Keypmannahavn, sum vanliga var fríggjakvøld. Undir lestrinum kom hon eisini í Hillsong samkomuna í Keypmannahavn, sum er ein altjóða
Petersen. Í 1988 varð flutt á Suðurrás, í 1997 niðan í Dvørgastíg, har tey fóru at prenta í 1999 og fingu bókbindarí í 2001. Í 2004 fusioneraðu arkprentsmiðjan hjá Dimmalætting og Hestprent í Føroyaprent [...] dámdi ógvuliga væl at venja, hann treivst í tøttum kappingum, og Jon vann fyrsta FM í Havn í september 1974. Serliga minnisríkar eru kappingarnar í Klaksvík í 1975. Á Norðoyastevnu rindaðu 530 fyri [...] umboðaði Føroyar í HM í Equador í 1982. Hann setti føroysk met í 200 metra firvald og 400 metra blandað, men tað rakk ikki til heiðursmerkir. At venjingarstøðan var góð sást, tá ið Jon í 1981 var komin
boð eru sett í verk. Flestu teirra eru longu byrjað, meðan onnur eru fyrireikað og fíggjað, so tey verða boðin út í næstum* · Ongantíð áður hava lutfalsliga so nógv fólk lisið í Føroyum í mun til uttanlands [...] verður undir nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík í næstum · Serligt skipað miðnám fyri ung við avbjóðingum er nógv ment í Havn, Kambsdali og Klaksvík · Ítróttarháskúlin í Vági fingið hægri játtan til fleiri [...] hugsað um, at hvør einstakur skal sita heima í sínum egna kjallara, men at føroysk ung kunnu lesa saman í flokkum og bólkum, fyri at fáa sosiala trivnaðin við í tilgongdina. Tí vit halda, at tað sosiala hevur
sett á stovn í 2014. Tóra doyði árið eftir seytjan ára gomul. Eyð Matras er 55 ára gomul, - journalist og sjónleikari og býr í Klaksvík. Fyrsti túrurin Eg minnist ilt á kensluna, tá eg fór í hesar strømmu [...] deildin hjá Team Rynkeby varð stovnað í 2014, – tá var Tóra sjúk, hon hevði krabbamein í høvdinum. Fleiri súkklistar høvdu sett hennar navn á sína súkklu. Eg gangi í klikkskónum oman á slætt, seti vinstra [...] venjing til. - Tak ein dag í senn, sigur Tummas. - Hugsa hvar tú ert nú, og hvar tú ert um eitt hálvt ár. Tá eru tveir mánaðir eftir at venja í til tú skalt avstað. Gott, at vit eru í felag. Saman. Vónandi
Ein virkin luttakari á kjaksíðunum í bløðunum, ætlar sær nú upp í politikk. Hann hevur serliga gjørt vart við seg í lesarabrøvum, har hann hevur borið fram hugskot um, hvussu vit kunnu bøta um viðurskiftini [...] sannføring gera mun ávegis móti frælsu Føroyum, var hann tá endurgivin fyri at siga. Hann heldur ikki, at Føroyar eru klárar til fullveldi í morgin, men loysingin kann fremjast í verki um knappa tíð, um føroyingar [...] sum ikki er so væl umboðað á tingi. Til dømis at fylgja við í globalu moderniseringini, sum er í dag, og tillaga og skipa okkum skilagott, í staðin fyri at tvíhalda um okkara miðaldarligu búsetingar og
Dánjal Pauli sat í landsstýrinum í seks ár. Dánjal Pauli hevur eisini verið við í mongum øðrum almennum størvum. Í 1957 varð hann valdur í jarðarráðið. Her sat hann til hann í 1975 fór í landsstýrið, tey [...] sum formaður í umboðsnevndini hjá SEV, sum hann tá hevði havt í 12 ár. Eisini hevur hann verið limur í sjónvarpsnevndini og brunatryggingini. Aftaná at vera farin úr landsstýrinum varð hann í 1980 valdur [...] Hvanneyri í Íslandi, har hann var árini 1944-46. Meðan hann var burtur máttu mamman, systrarnar og beiggin Olavus taka tyngsta takið við garðinum. Á búnaðarskúlanum lærdi Dánjal Pauli eisini at mjólka. Í Føroyum
løgregluni í Kollafirði, ávegis av tingfundi til aðalfundar hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag í Funningi. Slapp snikkaleysur, men skilti á lagnum, at ein annar starvsmaður hjá donsku løgregluni í Føroyum, sum av [...] hvørji ráðini teir taka til, táið teirra Mopsitta tanta í Sortudíki fer í farloyvi? Ljóðfílurin frá fyrispurningunum á tingi ídag eru ikki komnir fram í ljósmála á heimasíðuni enn, tí er neyðugt at endurgeva [...] ikki, eru teir meistarar í at mobilisera sínar kanuttar í vinnuni andvegis tí meinfýsna, sum av “órøttum” er komin inn á teirra gebet. Tað er jú hiðani, at alternativa hierarkiið í flokkinum verður leskað