kvøld er, at forsetarnir báðir gerast samdir um eina loysn fyri Ukraina, sum hvørki ukrainar ella Evropa eru nøgd við. - Hetta er nakað, sum vit ikki ynskja. Hinvegin hevði tað verið ógvuliga gott, um forsetarnir [...] við Verdens Gang vóna, at talan verður um eina veruliga tilgongd fram ímóti einari vápnahvíld í Ukraina. Hetta verður fyrstu ferð, at russiski forsetin vitjar eitt vestanland, síðan Russland gjørdi innrás [...] forsetarnir gjørdust samdir um at byrja eina veruliga tilgongd fram móti einari vápnahvíld, sigur norski uttanríkisráðharrin. ##med2## Óttin hjá Espen Barth Eide er, at tað einasta, sum fer at koma burtur
óhjálpin – Talan er um fólk, sum ikki hava biðið um sína lagnu, og sum oftast bert hava fyritíðarpensjón at liva av og tískil ikki fíggjarligt rásarúm at afturgjalda lán til akfarið. “Teppið er skrykt undan [...] Tað er Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni í almennamálum ein grein 52a fyrispurning um málið. Johan Dahl spyr soleiðis: 1. Hví hevur [...] Hann vísir á, at sparingin, sum er mett til umlein eina millión krónur, rakar ein lutfalsliga lítlan, men serliga viðbreknan bólk í samfelagnum. – Samstundis verður tosað um at brúka milliardir upp á stórar
samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2024. Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at eftir § 11 í umboðsmanslógini skal umboðsmaðurin lata Løgtinginum ársfrágreiðing um arbeiði [...] arbeiði sítt, og verður henda frágreiðing síðani almannakunngjørd áðrenn 1. juli á hvørjum ár. Hetta er tann 24.ársfrágreiðingin, sum umboðsmaðurin hevur latið Løgtinginum. Ársfrágreiðingin hjá umboðsmanninum [...] hann boða Løgtinginum og viðkomandi landsstýrisfólki frá hesum. Ein tílík fráboðan er latin Løgtinginum í 2024. Málið er umrøtt á bls. 37 – 38 í ársfrágreiðingini. Ársfrágreiðingini hjá Umboðsmanninum kann
byggiháttur bera í sær tekin um, at skeivt er farið fram, og at hetta kann føra til avbjóðingar og enn meira eykaútreiðslur, tá ikki langt er fráliðið, so eigur hetta at verða staðfest uttan drál, so neyðug [...] avbjóðingum gjøgnum byggitiðina. Hetta reisir grundleggjandi spurningar um stýring, ábyrgd og dygd í byggiverkætlanum, har almenningurin rindar rokningina. Tað er alneyðugt, at hetta málið verður kannað til fulnar [...] staðfest. Har, sum mistøk ella vánalig stýring er staðfest, eigur eisini at verða hugsað í endurgjaldskrøvum. Um eingin verður drigin til ábyrgdar, sendir hetta eitt skeivt signal, sum kann undirminera álitið
fyrra hálvári tey lægstu í fleiri ár, og tað er hetta, ið speglast aftur í góða úrslitinum. “Vit fegnast um góða úrslitið, tí tað er við til at bjálva felagið til tíðir við fleiri og størri skaðum. Vit gleðast [...] og nú stendur heystið fyri durum. Vandin fyri skaðaódnum er størst um heystið og veturin. Harumframt kunnu aðrir stórir skaðar henda, og tí er enn ov tíðliga at siga, hvussu árið fer at hilnast. Roknskapurin [...] Úrslitið eftir skatt gjørdist 18,9 mió kr., sum er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 8,1 mió kr. eftir skatt. Hóast tryggingarvirksemið er økt, vóru samlaðu skaðaendurgjøldini í fyrra
fer nú at snúgva seg um at vinna FM og at vinna steypafinaluna. Tað er greitt, eftir at KÍ í kvøld í Ungarn tapti ímóti Neuman úr Hvítarusslandi. Neuman vann í kvøld 2-0. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at [...] órógvaði klaksvíkingarnar, sum stríddust ímóti rættiliga ágangandi mótstøðuliði. Kortini eydnaðist tað KÍ at halda tørn um málleysa javnleikin, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá var innskifti Daniel Johansen [...] øktu teir um munin til 2-0, tá ið bólturin tók í ein av KÍ spælarunum og snýtti Sebastian Linnet John í málinum. Í longdu leiktíðini var trýstið fyri tað mesta ímóti KÍ málinum, men tað eydnaðist tó at halda
tónleikatiltakið, og pallurin er komin inn á økið, men enn er hann ikki settur upp, men óivað verður hetta í morgin. Skráin til Ljósfest 2025 sæst her: Ljósfest skráin - Vágs Kommuna [...] verður í Vági um vikuskiftið, eru í hæddini. Í dag kom tjaldið upp at standa. Har verða sølubásar av ymsum slag, umframt at ymsar framførslur eisini vera har fríggjakvøldið. Leygardagin er m.a. stóra t
familju hansara. Konan er Guðrið, og tey eiga fýra synir, harav tann yngsti júst er liðugur við 10. flokk. Hetta er ein vitjan, sum er lættari søgd enn gjørd, tí her so ómetaliga nógv søga um garðin og umhvørvi [...] síggja til. Nú er tað ikki so vanligt at síggja grevstur og bygging í Kirkjubø, so vit forvitnaðust fyrst eftir at vita, hvat tað er, sum hann er í holt við. Hann er ikki so orðríkur um verkætlanina, men [...] Tað velst alt um, hvør tørvurin er á umvælingum og øðrum. Tað er rættiliga kostnaðarmikið at reka garðin við tí, sum hoyrir garðinum til. Eg vildi sagt, at um tú hevur eitt persónligt ynski um at gerast ríkur
eru gjørdir til. Og júst tað sama er við kúluonglunum, sum eisini bara kunnu brúkast til eitt endamál. - Vit fara at kanna hetta málið, sum eitt hvørt annað mál, men enn er alt ov tíðliga at siga, hvat kann [...] morgun váttaði vaktleiðarin á løgreglustøðini, at tað, sum eftir øllum at døma er eitt tjóvarí í Bø, er meldað. - Málið er júst vorðið meldað, og tí eru vit ongan veg komin við kanningararbeiðnum. Í løtuni [...] Í gjárkvøldið høvdu vit her á síðuni eina søgu um eitt møguligt tjóvarí í Bø. Tað var Gutti Guttesen, grindaformaður, sum á sínum Facebook-vanga fortaldi, at 11 mønustingarar og tveir kúluonglar eru horvnir
Thomsen skrivar soleiðis: »Takk so nógv! Eg helt tað var enn ein netsvindl«. Effo hevur á Facebook boðað frá, at talan er um falska kapping: »Ávaring um falska kapping. Birthday Offer og Luckydrawcard eru falskar [...] googletranslataðum føroyskum máli. Fá ein 200 litra brennievniskort fyri bert 74,99 kr! Hetta er ikki lutakast — tað er okkara veruliga takkafyrimunur til kundar, sum eru í aldurinum (her verður aldurin t [...] krónur og 99 oyru kanst fáa brennievni fyri 200 krónur. Sambært teimum, sum royna at snýta, so er talan um eitt 20 ára tilboð frá Effo. »Mis ikki hesa møguleikan — hon kemur bert einaferð hvør 20. ár«,