men tað endaði í ongum. Gott nokk fekk Sesko skot á, men bólturin rullaði út til málspark. Pepe hevur sum heild spælt væl til EM í verjuni og tað var ringt at síggja, at hann var elsti leikarin á vøllinum [...] Portugal er víðari til fjórðingsfinaluna í EM eftir brotssparkskapping móti Slovenia. Einki mál varð skorað í vanligari tíð ella yvirtíðini, so eftir 120 málleysar minuttir mátti tað avgerast í brotss [...] tað mesta um, at 39 ára gamli Cristiano Ronaldo jagstraði eitt mál, sum skal gera hann til elsta málskjútta í EM. Tann strembanin gjørdist meira og meira desperat, so hvørt sum bardagin gekk. Í fyrra hálvleiki
at røkja fleiri túrar til Kalsoynna, tá ið hugsað verður um tann tørv, Kalsoyggin hevur. Tí vil Jónleif Johannesen hava at vita, hví Henrik Old ikki setir Ternuna í sigling, og um tað ber til at fáa Ternuna [...] lum Kalsoynna og Klaksvík. - Tað kann tykjast løgið, at Ternan, ið tekur fleiri enn 20 bilar, flestu dagar røkir leiðina til Nólsoyar, har bert ein bygd er, meðan Kalsoyggin nærum kemur at liggja í [...] Ternuna sigla nakrar túrar um Kalsoyarfjørð, nú Sam er á beding.
parturin av ísfiskaflotanum, sum plagar at roynast drúgvastur, tá ræður um at vera til fiskiskap og steðga stutt inni millum túrar eftir landing, eru partrolararnir. Men, higartil í ár hevur ógvuliga lítil drift [...] varð sagt, at veðrið higartil hevur tarnað bæði skipum og bátum, men sum skilst loysa fleiri skip og helst fleiri bátar eisini teir næstu dagarnar. - Frystilínuskipini eru úti, og ísfiskalínuskipið Núpur [...] einstøk pør hava verið úti nakrar fáar dagar, eitt nú Hamranes og Breiðanes, men lítið hevur borið til. Herfyri skiltist eisini úr Saltangará, at tey fýra skipini, sum Faroe Origin hevur eftir, skuldu loysa
frá Gásadali til Viðareiðis og við fleiri milliardum í íløgum hesum viðvíkjandi, so tykist tað løgið, at nú hava føroyingar knappliga ikki stundir, nei tað er alt ov leingi at koyra 45 min. til flogvøllin [...] Í løtuni meta vit verandi flogvøll at vera okkara motorvegur inn á meginlandið. Vit hava fleiri túrar um dagin, ið hevur við sær, at tú kann fara tíðliga á morgni, gera tíni ørindi ella arbeiði og koma [...] i, tað næsta verður helst, at vit skulu hava einar 15-20 tyrlur at flúgva ferðafólk aftur og fram til flogfarið.
haldi eg eisini, at hann skal brúkast til tað. Johan Dahl sigur, at tað, sum hevur størstan týdning,er at fleiri túrar verða ímillum og tí verður samgonga noydd til at kanna eftir, hvussu Smyril kann sigla [...] norðureftir, men eisini so at tað verður lættari hjá fólki og tænastuveitarum norðanfjørðs at koma til Suðuroyrar. Hann sigur, at tí eigur samgongan at finna fíggingina, so at hann kann sigla ein túr afturat [...] vágafólki og norðoyingum betri og tí mugu vit eisini geva suðuroyingum betri sømdir. Vit hava lyft fleiri onnur øki í landinum fram á leið og tað mugu vit eisini gera við Suðuroynna. Kostar tað átta milliónir
Túrarnir eru millum 3,5 og 6 kilometrar til longdar. Allir túrar eru av Vaglinum og enda aftur á Vaglinum. Tá omman fór í hagan við stavi Hóast aldurin ikki tyngir, ber til at ganga við stavi. Seinasta nýggja [...] nýggja innan motión og ítrótt er nevnliga, at fleiri og fleiri eru farin at ganga við stavum. Hetta tí at gingið verður skjótari, ein ikki gertst so troytt/ur og kortini brennur meira orku. Vit ætla tí at [...] í SMS, Thomas Dam Ítróttur í Miðbýnum og Vøruhúsið á Hjalla eru á Vaglinum við stavum, sum tað ber til at royna. Vit byrja at hita upp klokkan 15 í Gamla Kommunuskúlagarðinum og verða aftur umleið klokkan
við málskjótingini, tí tá ið liðini fóru til hálvleiks høvdu kýpriotar bert skorað seks mál. Hálvleiksstøðan var 13-6 til Grikkaland, sum eisini skoraði fleiri løtt mál, tí at Kýpros ofta royndi seg við [...] kvøld merkir, at føroyska vónin viðvíkjandi víðari luttøku framvegis er á lívi. Víðari luttøka til næsta EM-undanumfar krevur tó, at Føroyar vinna við fimm málum ímóti Grikkalandi í avgerandi dysti í morgin [...] Annar av trimum dystum í EM-undankappingarbólki A, sum verður avgreiddur í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið, er júst spældur. Føroyska landsliðið, sum í gjár byrjaði undankappingina við at tapa 20-19
Fótbóltssambandið. Norðurírland og Føroyar vóru í sama undankappingarbólki til EM, og norðurírar hava síðan megnað at spælt seg til EM endaspælið, sum verður í Englandi í summar. Tað var tí eit krútsterkt [...] Fyrri vinardysturin hjá kvinnulandsliðnum hesa vikuna endaði við 3-1 sigri til Norðurírland. Hóast kenslan beint eftir dystin ikki er so góð, so er ein greið framgongd á føroyska liðnum, heldur føroyski [...] – Vit hava flutt okkum nógv, síðan vit spældu móti teimum seinast. Tað kendist so á vøllinum, og fleiri av teimum norðurírsku spælarunum hava eisini sagt hetta við meg nú eftir dystin, at tær sóu stóran
nógv til at spæla landsdyst aftur, og hesaferð verður tað eisini nakað serligt at spæla landsdyst í Klaksvík. Klaksvíkingar eru sum heild spentir í fótbólti, og vit vóna sjálvandi, at nógv koma til dystin [...] at spæla vinardyst ímóti Andorra. FSF heimasíðan veit at siga, at Andorra ongantíð hevur luttikið í EM og HM undankappingum. Liðið sigst vera í menning, og ætlanin er at vera við í undankappingum. Føroyar [...] luttikið í HM undankappingum, og tað eru meiri enn 30 ár síðani, at Føroyar fyrstu ferð vóru við í EM undankapping. Hesin veruleikin og at Føroyar eiga heimavøll ber við sær, at Føroyar verða roknaðar
Maðurin, sum hevur fingið liðskiparabandið til EM endaspælið er 17 ára gamli Bárður á Reynatrøð. Hann býr í Leivík og spælir við Víkingi, har hann er annar málverji eftir Elias Rasmussen. Annars spælir [...] samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini - Eg haldi ikki vit ordiliga hava fatað, at vit eru til EM endaspælið, men nú byrjar tað so smátt at ganga upp fyri okkum. Higartil hevur tað verið eitt sindur [...] verður tikið til, at málverjar eru eitt sindur serligir. Málverjin úr Leirvík er ikki heilt samdur. - Eg veit ikki um vit málverjar eru serligir. Eg og Bjarti Vitalis Mørk (HB) hava verið við fleiri ferðir og