fjøllunum, og á fótbóltsvøllunum gongur tað soleiðis, sum tað hevur gjørt higartil í ár, og sum tað gjørdi stóran part av árinum í fjør. Víkingur hevur riðið á framúr bylgja í meiri enn tíggju mánaðir. Víkingarnir [...] aftur upp á spæl. Hann átti næstsíðsta fótin á, og málskjútti var miðvallarin Géza Dávid Turi, sum nú hevur skorað tvey mál í ár, eftir at hann í fjør skoraði fyrsta árið yvirhøvur í bestu deildini. Sjey minuttir
Fyrsta mál á skránni á býráðsfundinum hjá Tórshavnar býráð í dag er, at Gunvør Balle hevur biðið um farloyvi. Fyri hana skal nummar seks á listanum møta, Gunnar Djurhuus. Tjóðveldi fekk tríggjar limir [...] seinast. Síðani tá er Annika Olsen farin úr Fólkaflokkinum og upp í Tjóðveldi í Tórshavnar býráð. Tí hevur flokkurin fýra umboð. Men tá tað snýr seg um varafólk, telur Annika Olsen sum umboð á Fólkaflokslistanum [...] uttanlands í lestrarørindum. Fyri hana møtir Turið Horn, sum er fyrsta varafólk. Gunnar Djurhuus hevur møtt einaferð á fundi í Tórshavnar býráð áður, so hetta er annar fundur hansara sum býráðslimur. Elsa
, bæði við línu og snellu. -Rúgvan av fiski hevur verið í lagið, men prísirnir hava verið sera svingandi. Til dømis hava vit upplivað, at hýsuprísurin hevur verið heilt frá 22 krónum og niður í 9 krónir [...] krónir, sigur Ragnar. -Annars haldi eg tað sær dámligt út fyri fiskiskapin. Tað hevur verið óvanliga nógvur seiður síðstu tvey árini, og í ár var æti at síggja nógv fyrr enn undanfarnu árini. Tí vænti er fiskaríð
jólaaftan. - Líka síðan tá havi eg etið dunnu við øllum góðum tilhoyri jólaaftan, sigur hann brosandi. Hevur tú eitt jólaynski? - Eg havi einki jólaynski sum so, men tú ynskir jú altíð, at friður valdar í heiminum [...] høgtíðin í árinum, og tey hava stóran týdning fyri meg. Livar Nysted sigur, at hann nakrar ferðir hevur verið burturstaddur á jólum – til skips ella á onkrari longri róðrarferð. - Tá tú til dømis liggur [...] jólaftan – ja, tá havi eg veruliga merkt, hvønn týdning jólini hava. Hann leggur aftrat, at slíkar løtur hevur longsulin heim til familjuna verið sera stórur.
Evropeiska fótbóltssambandið, UEFA hevur lukkutíð onga toleransu við rasistiskum atburði hjá áskoðarum og leikarum hjá teimum ymisku landsliðunum, og í kjalarvørrinum av júst lidna EM-endaspælinum í Týsklandi [...] Týsklandi eru nakrar revsingar staðfestar og givnar. Aganevndin hjá UEFA hevur samtykt, at sjey lond skulu hava bøtur og áskoðararevsingar. Talan er um Albania, Ungarn, Eysturríki, Slovenia, Rumenia, Kroatia [...] Slovenia og Serbia hava øll fingið bøtur upp á 30.000 evrur (umleið 225.000 krónur). Eysturríki hevur fingið eina bót upp á 20.000 evrur (umleið 150.000 krónur). Rumenia fær eina bót upp á 40.000 evrur
ADHD felagið bjóðar til kafé á Tvøroyri 4.august Nógvur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa ADHD felagið til Suðuroyar. Tað hevur stóran týdning at varpa ljós á ADHD í nærumhvørvinum. Og tí koma vit [...] sjónligt í Suðuroy og ynskja tí at finna fólk, sum kunnu standa fyri 6-10 ADHD kaféum um árið. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at hava tilboð til limir í nærumhvørvinum, og vit vóna tí at fáa sjálvboðin
Norskir miðlar hava gjørt burtur úr einum máli, har ein kvinna í tveimum norskum rættarskipanum hevur verið dømd fyri at drepa mýs. - Hetta er eitt prinsippmál. Eg vil ikki hava sitandi á mær, at eg eri [...] Tá var greitt, at Hægstirættur skuldi taka avgerð í málinum, og í dag er greitt, at Hægstirættur hevur fríkent kvinnuna fyri djórapínslu. Tað var á einum smábrúki hjá kvinnuni í Surnadal í Nordmøre, at [...] sum hon sýtti fyri at gjalda. Seinni varð hon dømd í tveimum rættarskipanum í málinum, men í dag hevur Hægstirættur so fríkent kvinnuna fyri djórapínslu. Hægstirættur sigur seg hava tikið atlit til ta
Masoud Pezeshkian. Enn er ikki greitt, hvør stendur aftan fyri álopið. Eingin hevur higartil tikið ábyrgdina av álopinum. Ísrael hevur heldur ikki boðað frá, hvussu tey hava samband við álopið. Reaktiónirnar [...] r frá vesturlendskum leiðarum hava eisini verið sparnar. Hinvegin hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, avsannað, at USA hevði nakað við at gera ella vita um álopið á Hamas-leiðaran.
landinum. Sum bjargingarbátur tók hann heili 37 fólk. Jan Jacobsen keypti bátin í november 2005 og hevur síðani tá arbeitt við at gera bátin um til fiskifar. Eg havi keypt mær ein gamlan føroyskan bát, sum [...] upp á bátin. Hetta er eitt útmerkað frítíðarítriv hjá einum sjómanni, sigur Jan. Inni í garaguni hevur hann teknað eina mynd av, hvussu báturin skal síggja út, tá hann verður liðugur. Eg ætli mær at behalda [...] hetta verður skift út við »Elsa«, tá báturin er liðugur. Tað er navnið á yngstu dóttur Jan. Hann hevur júst nú fingið húsið upp á bátin og vónar at fáa hann á sjógv næsta ár. Eg fari nokk at brúka hann
sum royndist best, tí hevur fyritøkan nú fingið nakrar stórar sáttmálar í lag har yviri. Vanliga eru felgurnar krókutar og ringar at fáa reinar, og eg meti so avgjørt at tørvur hevur verið á einum slíkum [...] framleiða eitt vaskievni, sum var lætt og ómakaleyst at fáast við, og tað eydnaðist sera væl. Hann hevur nýliga verið í Danmark og í Íslandi og marknaðarført Shiny Wheels við sera góðum úrsliti, serliga