ikki nær at lenda til dystin í kvøld. Vit harmast um støðuna og tær avleiðingar, hon hevur fyri áskoðarar, leikarar og onnur, sum eru partur av tiltakinum. Umstøðurnar eru uttan fyri okkara ávirkan, og [...] flogferðir í dag og í gjár, eru broytingar gjørdar í dystarskránni til Wenzel Nordic Cup í kvøld. Dysturin millum Valur og GOG er útsettur til klokkan 20.00 í kvøld. Dysturin millum Kiel og H71 verður tíverri [...] tillaga skránna. Vit vóna, at dystirnir í morgin kunnu verða spældir sum ætlað. Nærri kunning um skránna fyri morgindagin verður send út, so skjótt sum hon er endaliga staðfest.
Tv2. Volodymyr Zelenskyj kom til Oslo í gjár saman við konu síni at vera við til jarðarferðina hjá norska Haraldi, kongi, og í gjárkvøldið skuldi hann eisini hitta umboð fyri norsku stjórnina. Norski fo [...] ein maður, sum áhaldandi er fyri hóttanum, sigur Jens Stoltenberg. Undir jarðarferðini í dag gekk Volodymyr Zelenskyj saman við konu síni og restini av fylginum frá slottinum til dómkirkjuna. - Tað er imponerandi [...] imponerandi, at ukrainski forsetin velur at ganga oman gjøgnum Karl Johan, tvørtur um Slotsplássið og til dómkirkjuna - soleiðis sum hann gjørdi - bert tímar eftir, at roynt varð at leypa á flogfarið hjá honum
framleiðarar. – Vit hava kanska ikki verið nóg góð til at miðla, hvat leikluturin hjá einum framleiðara fevnir um. Men tá ein filmsverkætlan skal mennast og gerast til veruleika, er sera týdningarmikið, at bæði [...] í løtuni í Føroyum og heldur skeið fyri føroyskum filmsfólkum. Signe Byrge Sørensen er stjóri og ein av stovnarunum í Final Cut for Real og er fýra ferðir tilnevnd til Oscar® sum framleiðari. Final Cut [...] seks ferðir hevur verið tilnevnt til Oscar®. Síðan felagið varð stovnað í 2009, hevur tað lagt seg eftir at framleiða dygdargóðar og skapandi dokumentar- og spælifilmar til altjóða marknaðin. Felagið mennir
hvat hevur elvt til tilburðin, og um talan er um eitt lokalt stríð. Skottilburðurin fór fram í bústaðarøkinum Agervang í sunnara parti av Holbæk. Økið, sum áður hevur skift navn til Grønneparken, er í [...] Midt- og Vestsjællands Politi er til staðar á fleiri støðum í Holbæk eftir skottilburðin, sum varð fráboðaður umleið klokkan 15.45 lokala tíð. Løgreglan hevur váttað, at fleiri fólk eru rakt, men vil enn [...] sokallað parallelsamfeløg, áður nevndur ghettolistin. Løgreglan leitar eftir teimum, sum stóðu aftan fyri skottilburðin. Sambært teimum fyribils upplýsingunum fóru tey av staðnum í einum hvítum bili. Løgreglan
Festivalinum. Silvland er fyri børnini og familjurnar og heldur til í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík. Øll, sum hava armband til Summar Festivalin, hava eisini fría atgongd til Silvaland. Silvaland bjóðar [...] sum eisini er ætlað familjunum. Allar dagarnar ber til at royna sonevnda Silent Disco í Silvalandi. Silvaland letur upp hósdag klokkan 15 og hevur opið til klokkan 19. Fríggjadag verður eisini opið millum [...] millum klokkan 15 og 19. Leygardag letur upp klokkan 14, og opið er til klokkan 19.
akfar til fimm íbúgvar. Tað svarar til 0,20 akfør fyri hvønn íbúgva. Mykines hevur 0,33 og Nólsoy 0,48. Tølini vísa sostatt ikki eina einfalda mynd, har smáar oyggjar altíð hava nógv akfør í mun til fólkatalið [...] í einum flokki fyri seg. Tann 1. juli 2026 búðu 48 fólk í Fugloy – 18 í Hattarvík og 30 á Kirkju. Men tveir mánaðir seinni vóru 58 akfør skrásett í oynni. Tað svarar til 1,21 akfar fyri hvønn íbúgva. Fugloy [...] persónbilunum, hevur Fugloy 0,67 persónbilar fyri hvønn íbúgva. Tað er hægri enn landsmiðaltalið, sum er 0,51. Vágar næsthægst Vágar liggja næsthægst við 0,90 akførum fyri hvønn íbúgva. Har eru 3.104 akfør og
Fram til hósdagin 20. august fáa føroyingar høvi at royna burgarar frá danska Hungry Dane. Aftan fyri Hungry Dane stendur Peter Kolos, sum kemur til Føroya at borðreiða við nøkrum av burgarunum, ið hava [...] føroysku matmentanina og gleði meg til at hitta bæði føroyingar og ferðafólk, sigur Peter Kolos. – Tað verður ein fragd at borðreiða við okkara virðislønta burgara fyri føroyskum gestum, leggur hann afturat [...] Danmark, sigur hann. Hungry Dane verður á Streetfood Føroyar í dag, í morgin og hósdagin – frá 18. til 20. august. ##med2## ##med3## ##med4##
trýsti” Sendingin bygdi fyri ein stóran part uppá tí fortreyt, at myndugleikar ikki tóku nóg stór atlit, tá ósplit lendið var tikið. Serliga áhugavert var at hoyra fleiri umboð fyri Tórshavnar Kommunu. Tey [...] Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon, arbeiðir miðvíst fyri at byggja eina Altjóða Fjallasúkklubreyt á fjøllunum við Vesturvarða. Í frámælunum [...] kannað aðrar møguleikar. Yvirfriðingarnevndin og FNÚ mæla til, at heldur kannað um møguleiki er at byggja breytina við Bøllureyn. Vísandi til, at har er náttúran longu munandi merkt av inntrivum. Men
javnaði Kieran Green til 2-2. Grimsby eru nummar 11 í deildini við sjey stigum fyri fimm dystir. Bristol Rovers er fremst í deildini við 12 stigum. Aftur í dag fær Geza góðan karakter fyri sítt leikliga avrik
Vit eru greið yvir, at fyri fjallasúkkling í Føroyum er hetta sera harmiligt, og fyri Oyggjaleikirnar er hetta óheppið. Men fyri okkum í Tórshavnar býráð, eigur hetta at føra til sjálvsrannsakan. Ein stórur [...] arbeiða við at fáa eina súkklubreyt til fjallasúkkling við Vesturvarða, og hóast peningur er játtaður til verkætlanina, so er tað vorðið greitt, at meiriluti ikki longur er fyri verkætlanini. Tí fara vit á fundi [...] sersambandinum fyri súkkling og triathlon fer at endurskoða ætlanina og kanna, hvørjir møguleikar eru. Hetta merkir tó samstundis, at tað verður torført at fáa eina altjóða góðkenda súkklubreyt til Oyggjaleikirnar