máltindinum. Fleiri ferðir royndu víkingarnir seg við fløtum innleggum til handara stólpa. Soleiðis var eisini hesa ferð, tá ið bólturin sá út til at fara út av baklinjuni, men ágrýtni og eyðsýndi Aron Benjaminsen [...] teir ikki nóg avgjørdir, og so prikaði Jákup Johansen bóltin í málið. So sá tað út til at vera leyst og liðugt, tí tað lá til, at Víkingur við 2-0 leiðslu í seinna hálvleiki fór at hava vindin undan. Men ein [...] smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og bólturin smeyg sær dygst inn við stólpanum. Hetta var fyrsta málið hjá Patrick Mensah í ár, og annað málið, síðani hann síðsta summar flutti av Skála og til B68. 14
skúrar. Um náttina frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig. Leygardagin: Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og kanska [...] ringja til átaksleiðaran á tlf. 730112. Hyggja vit eftir veðurforsagnunum hjá Veðurstovu Føroya fyri í dag, leygardagin, sunnudagin og mánadagin, verður sagt soleiðis um veðrið: Fríggjadagin: Lot til frískt [...] landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Um kvøldið lot upp til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað
orsøkum. Betri námsfrøðiligar møguleikar fyri børnini Borið saman við ein skúla við 10 til 40 næmingar, so hevur ein størri skúli við fleiri næmingum betri førleikar fyri at røkja sínar skyldur sum lærustovnur [...] ikki á einum størri skúla. Fyrimunir fyri lærarar Tað verður meira og meira torført at fáa útbúnar lærarar til smærru skúlarnar. Umsøkjaratølini eru ógvuliga lág til hesi størv, so úrvalið er lítið, tá [...] og ung læra og trívast. Tað verða fleiri lærarar, betri og breiðari fakkunnleiki, størri møguleiki fyri at næmingalaga undirvísingina og gera næmingabólkar, har næmingar kunnu finna sínar líkar, og tað
vísir í ólavsøkurøðuni á, at hetta er eitt tekin um ein sterkan búskap, men samstundis ein avbjóðing fyri bæði vinnulív og almennar stovnar. Tí verður arbeitt við fleiri átøkum, sum skulu tryggja arbeiðsmegi [...] Landsstýrið leggur dent á, at tað er avgerandi, at arbeiðsmarknaðurin eisini komandi árini hevur førleikar til tann stóra virksemið í samfelagnum.
Málið um ferðaleiðaran, sum varð tikin við einum ferðalag í haganum oman fyri Funning, er nú avgreitt. Ferðaleiðarin, sum er úr Rumenia, játtaði seg sekan í at hava virkað sum ferðaleiðari uttan neyðugu [...] Løgreglan hevur áður gjørt vart við, at slík brot kunnu hava bæði fíggjarligar avleiðingar og føra til útvísing.
Beint fyri klokkan 15 í gjár fekk løgreglan fráboðan um dronuflúgving við Trælanípuna. Ein patrulja fór á staðið og fekk fatur á útlendinginum, sum hevði flogið dronuna. Løgreglan hitti viðkomandi við [...] fólk ganga út á Trælanípuna. Viðkomandi viðgekk at hava flogið dronuna, og løgreglan tók hana við sær til kanningar. Orsøkin er, at dronan varð flogin alt ov nær Vága floghavn. Viðkomandi skal á politistøðina
nakað av hýsu, brosmu og longu. Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður, men hann harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður gott fyri tað mesta. - Tað verður nakað av útróðrarfiski
og nú tað resta átta dystir av hesum kappingarárinum, eru 47 stig á kontuni. Tað eru 20 stig niður til ÍF, sum á pappírinum framvegis hevur møguleika at taka uppflytingarplássið frá sandoyingum. Soleiðis [...] ferðirnar er hann skiftur inn. Í dag var hann fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði fyri álitið við at skora tvey mál. Í síðsta minutti undan steðginum legði hann B71 á odda 1-0 eftir sending [...] sending frá Jonathan Nielsen Canto, og sjey minuttir eftir steðgin økti Nicholas Sejr um leiðsluna til 2-0. Tá var tað Eric Oteng, sum átti uppleggið. Eitt stórt korter undan leikloki var tað Eric Oteng
kirkjusóknini og at skipa fyri sosialum tiltøkum. Nú fólkakirkjan nærkast 20 ára degnum, heitir hann á landsstýrismannin í mentamálum um at seta ein arbeiðsbólk. Bólkurin skal gera uppskot til lógarbroytingar, [...] sambært honum ov lítið um, hvussu landskirkjuskatturin verður nýttur, og hvørjar reglur liggja aftan fyri býtið av pengum millum kirkjurnar. Hann heldur, at staðbundnu kirkjurnar eiga at fáa størri fíggjarligt [...] eigur sambært honum at vera ein verulig fólkakirkja, har kirkjufólkið á staðnum – so langt tað ber til – stýrir síni egnu kirkju. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar lesa
Agnarsson var við frá dystarbyrjan, men var skiftur út eftir steðgin, tá lið hansara, Mjällby tapti 0-2 fyri Djurgården í dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini. Tá Martin fór av vøllinum var støðan javnleikur [...] fýra minuttir. Mjällby er nummar 12 í deildini við 20 stigum. Í løtuni hevur Mjällby seks stig niður til næstaftasta plássið, har Örgryte hevur 14 stig, so gongdin er ikki góð. Komandi mánakvøld klokkan 18