níggju mikumorgunin fekk løgreglan fráboðan um herverk móti einum bili á Garðavegi í Klaksvík. Bæði síðuspeglini vóru tikin av bilinum. Herverkið er framt onkuntíð millum leygardagin og sunnudagin, men varð [...] fegin frætta frá fólki, sum hava sæð eitthvørt illgrunasamt á staðnum um vikuskiftið. Um 13 tíðina í gjár hendi eitt minni ferðsluóhapp við avkoyringina til Sandvíkarhjalla. Ein bilur skuldi snara inn [...] at koyra framvið. Bilarnir komu ov nær hvørjum øðrum og stoyttu saman. Bara materiellur skaði stóðst av óhappinum, og eingin fólkaskaði var. Um klokkan 17.30 steðgaði løgreglan eisini einum prutli, har tvey
vatn komið í brunnarnar. Tá farið varð niðan í hagan at kanna orsøkina, vísti tað seg sambært Frihedsbrevet, at ventilar á samlibrunnunum vóru opnaðir. Vatnið rann tí ikki oman í bygdina, men fór í staðin [...] haganum í Skálavík. Kommunan vil hava vatnið inn í kommunalu vatnskipanina, meðan tey, sum varða av haganum, hava hildið fast um ræðisrættin á vatninum. Málið hevur eisini verið viðgjørt politiskt og av my [...] Borgarstjórin setur hendingina í samband við drúgva stríðið um vatnrættindini í Skálavík. – Hetta sær púra greitt út sum, at herferðin móti Skálavíkar kommunu, sum hevur verið bæði í løgtinginum fleiri ferðir
Golden Globe-tilnevningar. Hon var eisini kend sum Kirby Reed í fleiri av filmunum í ræðufilmsrøðini Scream . Í 2023 tók hon leiklutin uppaftur í Scream VI . Hayden Panettiere hevði áður greitt alment frá [...] Hayden Panettiere varð funnin lívleys í einum bústaði í Greenville í amerikanska statinum South Carolina sunnudagin. Bjargingarfólk royndu at fáa lív í hana, men hon varð staðfest deyð á staðnum. Løgreglan [...] viðurskifti. Deyðsorsøkin er ikki upplýst. Rættarlæknin í Greenville County skal nú kanna málið og gera líkskurð. Pápi hennara, Skip Panettiere, hevur í eini fráboðan til ABC News váttað andlátið. Hayden
smáu FPV-dronurnar, sum eru vorðnar eitt eyðkent vápn í krígnum í Ukraina. Nýggjasta útgávan av FP-2 kann sambært framleiðaranum bera upp í 200 kilo av spreingievni og flúgva umleið 370 kilometrar. Við lættari [...] leiklut í krígnum. Ukraina brúkar bæði smáar dronur nær hermótinum og størri álopssdronur til mál langt aftan fyri russisku hermótini. Sunnunáttina varð Moskva-landsluturin raktur av einum av størstu ukrainsku [...] Myndirnar eru tiknar í Kharkiv-landslutinum í Ukraina sunnudagin og vísa hermenn úr 20. K-2 dronubrigaduni fyrireika og skjóta FP-2 dronur móti russiskum herdeildum. FP-2 er ein sokallað miðallong álopssdróna
Týska meistarakappingin í sokallaðum Fingerhakeln varð hildin í Pflugdorf í Bayern í dag. Fingerhakeln er ein gamal siðbundin ítróttur í Bayern og Eysturríki. Tveir menn sita hvør sínu megin eitt borð [...] borðið. Kappingin í Pflugdorf er partur av einari gamlari alpusiðvenju, sum framvegis verður hildin á lívi í Suðurtýsklandi. Á ársins týsku meistarakapping vóru luttakararnir býttir í ymiskar aldurs- og [...] borð og krøkja longutong í eina lítla leðurlykkju. Síðani ræður um at toga mótstøðumannin yvir um borðið. Dystirnir kunnu vera sera stuttir, men trýstið á fingur og hond er stórt. Hjálparfólk standa aftanfyri
spinnarí í 1966. Tann ætlanin bleiv tó slept, í staðin standa nakrar av maskinunum og prýða hølini, og vísa á gamla framleiðsluháttin. Tá tey høvdu staðfest at gomlu maskinurnar ikki fingust í gongd aftur [...] skulu hava hendurnar í ullini Í summar hevur Spinnaríið havt opið fyri vitjandi tvær ferðir um vikuna. Spinnaríið hevur verið væl vitjað, av bæði føroyingum og útlendingum. Fleiri av útlendingunum hava sjálvi [...] Onkuntíð er ullin full í mosa, grasi og sandi, og onkuntíð er hon púra rein. - Vit hava vaskimaskinu og trumlu, og tá hon er full í ull, drússar so nógvur sandur burturúr at gólvið er svart í sandi. Seyðurin
Aftaná eitt stig í tveimum teimum fyrstu dystunum í Seriu B gekk í dag framúr væl hjá Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Hellas Verona. Andrias var aftur liðskipari, tá Hellas Verona á Stadio Marc'Antonio [...] Arezzo. Øll fimm málini vóru skotin í seinna hálvleiki. Tað gjørdi ikki fyritreytirnar verri hjá heimaliðnum, at Arezzo stutt undan steðginum fekk ein mann vístan av vøllinum. Salvatore Cerbone við tveimum [...] tríggjar dystir. Andrias fær fyri leikliga avrikið karakterin: 7,3 frá Soccerstand og karakterin: 7,0 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Fríggjakvøldið klokkan 20 hevur Hellas Verona dyst á útivølli móti Benevento
næsta MSC-eftirlitið í desember, kunnu Føroyar missa góðkenningarnar fyri fiskiskapin eftir upsa og hýsu. 10 prosent av toskinum Bátarnir í bólki 5 B avreiddu í fjør 1.066 tons av toski av Landgrunninum. Tað [...] Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur í dag á skránni uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata útróðrarbátum í bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Orsøkin er, at bátarnir [...] svaraði til góð 10 prosent av samlaðu toskaavreiðingunum. Harumframt vísa skrásetingar sambært uppskotinum, at bátar í bólki 5 avreiða lutfalsliga meira av smáum fiski enn aðrir bólkar í fiskidagaskipanini.
týðandi partur av føðini hjá nógvum føroyingum. Tá eingin fiskur var í sjónum, var fuglurin ein týðandi føðslukelda. Í 1900 vórðu 200.000 lundar tiknir í Føroyum, í 2000 var talið 95.000, men í dag verða bert [...] føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur av granskingarverkætlanini LostToClimate , som er ein av fleiri verkætlanum í stóra granskingarátakinum hjá NordForsk um Arktis [...] samfeløg hava sum avleiðing av veðurlagsbroytingum. - Í føroyska døminum leggja vit dent á at lýsa, hvussu hækkandi sjóhitin ávirkar fuglastovnin í so stóran mun, at veiða av nøkrum fuglasløgum er um at
evni frá Danmark 1. januar 2027. Í einum lógaruppskoti, sum fylgir sjálvari yvirtøkulógini, verður ásett, hvørjir føroyskir myndugleikar skulu taka við uppgávunum, sum í dag liggja hjá donskum myndugleikum [...] føroyska landsstýrisfólkið í lóggávuni, meðan danska Sundhedsstyrelsen verður skift út við Heilsustýrið. Men Heilsustýrið hevur gjørt vart við, at nýggjar uppgávur eisini krevja pengar. Í hoyringarsvarinum vísir [...] uppgávurnar, sum eru nevndar í lógaruppskotinum, eigur fígging at fylgja við. Serliga verður víst á arbeiðið við at váðameta nýggj rúsandi evni. Danmark brúkar pengar og starvsfólkaorku Í lógaruppskotinum verður