handfara eitt netálop, áðrenn tað veruliga rakar. Føroyar eru í ár fyri fyrstu ferð við í „Hele Danmark Øver“ saman við Danmark og Grønlandi. Í Føroyum verður venjingin skipað undir heitinum „Føroyar venja“, [...] venjingunum í Føroyum. Við øktum nettrygdarváða og landapolitiskum spenningum er tørvur á at styrkja talgilda mótstøðuførið og nettrygdartilbúgvingina. “Føroyar venja” er í samsvari við átak 4 í nettrygd [...] skulu styrkja fyritøkur í Føroyum og Grønlandi Hvat slag av venjing er talan um? Venjingin er verklig og ítøkilig. Luttakararnir fáa høvi at uppliva, hvussu tað kennist at standa mitt í einum netálopi, frá
Føroyska lóggávan um rúsandi evni byggir í dag millum annað á donsku lógina um euforiserende stoffer , sum fyrstu ferð varð sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan í 1956. Lóggávan er síðani broytt fleiri [...] Danmark. Tað stendur í lógaruppskoti, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Verður uppskotið samtykt, kemur yvirtøkan í gildi 1. januar 2027. Málsøkið er í dag felagsmál, hóast tað verður umsitið og í høvuðsheitum fíggjað [...] verða sett á listan yvir evni, ið einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Heilsu- og orkumálaráðið sigur seg hava royndir við, at tað tekur sera
skulu eftir ætlan gerast partur av Erasmus+ í 2028, og sambært Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eru Føroyar væl við í fyrireikingunum. Tað sigur hann í svari til ein skrivligan fyrispurning frá [...] ECHE. Góðkenningin í 2027 er ein fortreyt fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka lut í Erasmus+ frá 2028. Umsóknin skal latast inn fyrst í 2027, og fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd. Leiðsla, undirvísarar [...] byrja, tá ið nýggja Erasmus+-skráin er góðkend í seinna hálvári 2027. – Føroyar eru væl við í tilgongdini at verða klárar, tá ið skráin verður sjósett í 2028, skrivar landsstýrismaðurin. Ein føroysk t
Í 2024 kom í lag, at sjálvar blóðroyndirnar skulu sendast aftur til Føroya, eftir at kanningarnar í Danmark eru lidnar, og nú fylgja kanningarúrslitini so við. Allir nýføðingar, sum verða føddir í Føroyum [...] tó framvegis tøk hjá SSI. Føroyskar dátur í Føroyum - Tað er ein stórur fyrimunur hjá okkum, at vit nú sjálvi hava bæði PKU-kortini og tilhoyrandi dáturnar í okkara varðveitslu. Tað gevur okkum betri yvirlit [...] dáturnar, sum nú eru latnar Heilsustýrinum, fevna tó bert um dátur hjá børnum, sum eru fødd í Føroyum í 2009 ella seinni. Hesar dáturnar verða mettar at vera meira fullfíggjaðar og samanberiligar enn eldru
framleiða brennivín í Føroyum. Føroyski upprunin skal eisini síggjast og smakkast í vørunum. Málið er, at tær skulu kunna kappast við altjóða framleiðarar – eisini teir skotsku. ##med4## ##med5## Í Sosialinum [...] teir eisini høvdu áhugan fyri whisky í felag. Longu í 2008 fóru teir undir at kanna møguleikan fyri einum føroyskum distillaríi. Lóggávan forðaði tó ætlanini, og í 2009 varð hon løgd til viks. Dreymurin [...] áhuga fyri whisky og einum skota, sum ótilvitað setti gongd á ein føroyskan dreym. Í dag stendur eitt framkomið distillarí í Vestmanna, har føroyskt whisky liggur og búnast á tunnum. Faer Isles Distillery
Úr søguni, ið er frá 1885, hevur Rasmus Birch skrivað filmshandritið. Vit eru í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Baldur (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur [...] hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth. Charades í París stendur fyri altjóða søluni. ##med2## [...] væl. Fremmandi maðurin setur í stóran mun sín dám á lítla bygdasamfelagið, har Baldur býr. Spælifilmurin »No rest for the wicked«, var frumsýndur fyri innbodnum í Havnar Bio í gjárkvøldið, og hann er á skrá
rithøvundurin Lucas Debes gjørdi í 1673. Kortið hjá Debes, Færoarum – Prima & accurata delineatio , verður roknað sum fyrsta kenda nágreiniliga kortleggingin av Føroyum og fekk stóran týdning fyri seinni [...] hamarin fall, var søluprísurin komin upp á 18.500 krónur. Harumframt skal keyparin rinda 28 prosent í ómaksgjaldi til Bruun Rasmussen. Tað merkir, at samlaði prísurin verður 23.680 krónur. Kortið er 48
og tveir í 7. flokki. Í Húsar-Syðradals skúla eru tveir næmingar í 1. flokki, ein í 4. og ein í 6. flokki. Í Oyndarfirði er ein næmingur í forskúla, ein í 2. flokki, tveir í 3. flokki og ein í 4. flokki [...] skipaður í sera smáum eindum. Bara ein næmingur í summum flokkum Hyggja vit inn í einstøku skúlarnar, verður munurin uppaftur sjónligari. Í Haraldssundi ganga bara ein næmingur í 1. flokki, ein í 2. flokki [...] flokki. Í Skálavík eru bara tvey flokstrin umboðað: ein næmingur í 3. flokki og tveir í 4. flokki. Landsstýrismaðurin nevnir eitt møguligt mark Í kjakinum í kjalarvørrinum á tíðargreinin hjá Hjalmar Hansen
Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum var í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm [...] fiskiskapurin var nøkunlunda. Lagt verður aftrat, at á túrinum varð eisini siglt fram við landi og inn í nakrar holur við hondbóltsliðnum. - Føroyingurin á liðnum, ið hevur ættarbond úr Vestmanna, hevði turra [...] sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni. - Sum tøkk fyri túrin fingu bátaeigararnir, Jákup Martin Andreassen, Rógvi Nielsen
fyritøkur. Fyritøkan hevur seinastu árini verið í støðugum vøkstri og tænir í dag fleiri enn 500 vinnukundum kring alt landið. Fyrr í ár flutti Geymin í nýggj høli í Kvíggjartúni á Argjum, har betri umstøður [...] høvuðsorsøkunum til, at E-conomic í dag er tann mest brúkta bókhaldsskipanin í Føroyum. - Henda tilgongdin gjørdist eisini byrjanin til nakað størri, ásannar stjórin. Í dag er Geymin ikki longur avmarkaður [...] til føroyskar heildarloysnir Ein týðandi liður í menningini kom í 2020, tá Geymin gjørdist føroyskt umboð fyri E-conomic. Frá fyrsta degi varð stór orka løgd í at tillaga skipanina til føroysk viðurskifti