trygdin hjá børnum á netinum og støðan hjá Føroyum og Grønlandi í norðurlendska samstarvinum eru á skránni. Norðurlendsku stjórnarleiðararnir hittast hósdagin í Danmark til árliga summarfundin. Fundurin [...] millum annað við at gagnnýta nýggjastu vitanina frá hermótinum í Ukraina, sigur Mette Frederiksen sambært Ritzau. Hon vísir á russisku innrásina í Ukraina og hóttanirnar, sum amerikanski forsetin Donald Trump [...] er í tíðum sum hesum, at tætta norðurlendska samstarvið av álvara vísir sítt stóra virði og sína styrki, sigur hon. Føroyar og Grønland á skránni Eitt annað mál á fundinum verður støðan hjá Føroyum og
at innhugsa menniskju í alla tilgongdina – bæði í sniðið, nýtsluna og upplivingina, sigur stjórin í Lunnar, Signar Nielsen. Síðan 2021 hevur Lunnar sett millum eitt og tvey fólk í starv um árið, og fyritøkan [...] Lunnar húsast á Heiðavegi 27 í Saltangará, har 11 fólk starvast, og í løtuni verður leitað eftir tveimum fólkum aftrat – einum mennara og einum kundaráðgeva. Tað eru fýra eigarar í Lunnar, og stjóri er Signar [...] hevur í dag fleiri hentleikar. – Í dag kann kundin avgreiða fleiri tænastur skjótari og smidligari. Tað kann til dømis vera bilvask, løðing, kaffi, mat og brennievni, sigur hann. Stjórin vísir á, at í Mítt
seld í útlondum. Jan Eriksen hevur fleiri ferðir áður havt framsýning í Føroyum, seinast í 2022. Jan Eriksen hevur stóran tokka til Føroyar. Hann hevur verið fleiri studietúrar í Føroyum, serliga í Mykinesi [...] listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Jan Eriksen er útbúgvin á Fyns Kunstskole og hevur haft nógvar ymiskar framsýningar í listafeløgum og á listasøvnum í Danmark, millum annað í ART í Herning. Hann er [...] hugflogið, og tað sæst aftur í nógvum av málningum hansara. Málningarnir eru marglittir og litfagrir, við einum broddi av skemti, sum serliga sæst í eyðkendu málningunum av lundum í ymsum meira og minni abstraktum
stóran part í menningini av tí framkomna samfelagnum, sum vit eru í dag, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Sum 32 ára gamal tók Leif við sum stjóri á Gjaldstovuni í 1991. Talan [...] landsstýrismaður vil eg takka Leif fyri gott samstarv í míni tíð sum bæði landsstýrismaður og løgmaður. Tað eru fáir almennir stjórar, sum sita í sama sessi í fleiri áratíggju, og ber tað boð um tað álit, sum [...] hava arbeitt saman. Við hansara drúgvu royndum hevur hann altíð verið í hollur í ráðum, sigur Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. Leif Abrahamsen hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið
Treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum skulu endurskoðast. Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at landsstýrið ætlar at herða reglurnar, soleiðis at størri dentur verður lagdur á [...] integratión. Landsstýrið væntar at leggja fram lógaruppskot um økið í komandi tingsetu. Løgtingið viðgjørdi í gjár – og viðger aftur í dag ólavsøkurøðu løgmans. [...] á málkunnleika, arbeiðstilknýti og luttøku í føroyska samfelagnum. Landsstýrið vísir á, at nógv fólk flyta til Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum
tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni [...] og hóskvøldið klokkan 22 spæla teir á Vágsbø. Hetta verður helst størsta konsert hjá bólkinum í Føroyum nakrantíð. – Tað er altíð gott at spæla á Summar Festivalinum, og vit gleða okkum sera nógv til [...] samanspældur og dugir framúr væl at leggja tónleik til rættis og framføra hann. – Tær dramatisku søgurnar í kvæðunum rigga væl saman við rocki, og fyri okkum hevur tað nógv at siga, at vit syngja á føroyskum
toriinum í Keypmannahavn Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn Bergur Fonsdal: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag Borgfríð [...] Quasimodo. Hann býr í tornunum á Notre Dame kirkjuni. Fyrstu ferð hann vágar sær út um kirkjumúrarnar, møtir hann Esmeraldu og verður drigin við á eina spennandi og vandamikla ferð í París, ferðin, ið broytir [...] alt. ”Vit ynskja at geva øllum føroyingum eina stóra og serstaka uppliving, ið ikki er sædd áður í Føroyum”. siga fólini handan leikin. Sangleikurin snýr seg um kærleika, og er fullur av fantastiskum tónleiki
føroysku arbeiðsmegini í 2021, tá kanningin varð gjørd. Úrslitini vísa eitt greitt samband millum kropsliga krevjandi arbeiði og pínu í lendum og nakka: Jú størri ergonomiska tyngdin var í teirra arbeiði, tess [...] knýtt at pínu í nakkanum. Hetta var galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Heilsustarvsfólk, lærarar, námsfrøðingar og fólk í kropsliga krevjandi størvum høvdu sum heild meira pínu enn fólk í leiðslu- og [...] Hendan fyrsta kortleggingin av ergonomiskum arbeiðsviðurskiftum og pínu millum arbeiðstakarar í Føroyum skapar eitt grundarlag fyri bæði framtíðar gransking innan økið og vísir á ein tørv á miðvísum
Fyrrverandi løgmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen, sum sjálvur hevur skerdan førleika og situr í koyristóli, er formaður í áhugafelagnum Koyristólur – skerdur førleiki. Hann hevur nú vent sær til Heilsutrygd við [...] formaður fyri áhugafelagið Koyristólur – skerdur førleiki spyrja, um allar kommunulæknaviðtalur í Føroyum hava nøktandi atkomumøguleikar, ella sagt á annan hátt: Sleppa okkara limir á WC, um tey vitja sín
fiskivinnu-, alivinnu- og havbúskapur eru í miðdeplinum, og seinast varð hon hildin í Penang í Malaysia. Nú verður hon so á fyrsta sinni hildin her í Føroyum. - Tað hevur stóran týdning fyri okkum á F [...] samstundis er tað eisini ein viðurkenning av Føroyum sum vertstjóð á einum øki, sum hevur so stóran týdning fyri føroyska samfelagið, sigur Hans Ellefsen, sum er formaður í fyriskipanarnevndini. Spennandi skrá [...] røðararnar verða Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Dáði Már Kristófersson, íslendskur fíggjarmálaráðharri, og Alan Haynie, stjóri í ICES. Tiltakið er, sum nevnt, alment, og øll við áhuga