Síðani varð talið skert við 10 prosentum í 2025 og aftur við 5 prosentum í 2026. Um eingin árlig skerjing var farin upp um 5 prosent, hevði bólkur 5 havt umleið 8.108 fiskidagar í 2026. Veruliga talið er [...] Teir bøta bert um ein part av muninum. Semjan í arbeiðsbólkinum varð sett til viks Tað er rætt, at 20 prosent skerjingin í 2024 varð gjørd eftir einum serligum tilmæli frá Havstovuni um at endurreisa [...] toskastovnin. Men farið varð langt út um meginregluna, sum vinnan og arbeiðsbólkurin høvdu verið við til at gera. Arbeiðsbólkurin var ikki samdur um at fara frá umsitingarætlanini og 5-prosentregluni.