tvey stig fram til EB/Streym, sum í løtuni spælir á heimavølli ímóti NSÍ. Í hesum umfarinum hevur ÍF verið í fremstu deildini í tvey ár. Brian Jakobsen legði B68 á odda í 12. minutti. Miðvallarin Sebastian [...] besta liðnum, og í dag skoraði 20 ára gamli Jákup Andrias fyri fyrstu ferð í reyðu ÍF troyggjuni. Fýra minuttir eftir steðgin bar gott uppspæl í høgru 2-1 málið hjá B68 við sær. Fríði í Túni Petersen, sum [...] plássið á vongverjanum í høgru í ár, legði flatt innfyri, og mitt fyri málinum var tað Jóhan Josephsen, sum setti bóltin í málið. Jóhan Josephsen flutti úr summar úr KÍ og til B68. Í dag var hann fyri sættu
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur júst spælt seinna venjingardystin móti Slovakia. Føroyar vunnu ein greiðan 30-23 sigur á slovakisku vertunum. Í steðginum vóru Føroyar á odda 15-10. Talan er [...] um eitt framúr gott úrslit á útivølli móti einum liði, ið eisini skal kappast í EM-endaspælinum seinast í november og fyrst í desember. Slovakia-Føroyar 23-30 (10-15) - venjingardystur. Føroyar: Jana Mittún
ógvuliga nógv upp á spæl í dag í Fløtugerði í Fuglafirði, har ÍF hevur vitjan av B68. Hjá ÍF er møguleiki fyri, at tað endaliga verður staðfest, at besta liðið í 2025 fer at spæla í næstbestu deildini. Hjá [...] sleppa undan at flyta niður í næstbestu deildina. Felags fyri bæði ÍF og B68 er, at tað eru fleiri spælarar, sum hava átt pláss millum teir fyrstu ellivu, men sum ikki eru tøkir í dag. Hjá ÍF er málverjin [...] málverjin Jákup Nolsøe Olsen leikbannaður. Í hansara stað er tað Tóri Traðará, sum verjir málið. Hann hevur bara spælt ein landskappingardyst fyrr í ár. Tað var 23. juni, tá ið ÍF tapti 4-3 á heimavølli ímóti B36
Í løgtinginum í síðstu viku í sambandi við svar uppá fyrispurning frá Liljuni Weihe um børn, sum verða send til Danmarkar, segði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við ábyrgd av barnaverndarøkinum [...] eru eyðsýndir. Í einum styrktum fosturheimi hava fosturforeldrini viðkomandi útbúgving og/ella hava drúgvar royndir sum fosturforeldur. Í einum styrktum fosturheimi fáa børn og ung – sum í dag eru á stovni [...] upp í eini familju, har tey kunnu knýta tøtt og trygg sambond við vaksin. Tey fáa eisini møguleika fyri einum gerandisdegi, sum líkist tí hjá øðrum børnum og ungum, og kunnu oftari verða verandi í sínum
Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini spældu dyst i kvøld, og staðfestast má, at gongdin er tung. U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF taptu [...] eru bert seks dystir eftir at spæla í kappingini. Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen taptu á heimavølli 1-2 fyri Kongsvinger. Kongsvinger legði seg á odda í 47 minutti, men bert seks minuttir [...] dreymabyrjan longu í fyrsta minutti, tá Daniel Braut legði Sandnes á odda 1-0. Longu fimm minuttir seinni javnaði Moss, og átta minuttir undan steðginum legði Moss seg á odda 2-1. Sandnes er aftast í deildini við
og frítíðartilboð í Klaksvík. Nógv, sum man kann ganga til. Og tað er fantastiska gott, tí tað ger so nógv gott fyri okkara bý og okkum, sum búgva her. Eg eri her í dag sum forseti í Klaksvíkar Rotary [...] ymisk ættarlið. Tað sæst longu nú, tá vit hugsa um aldursspennið millum yngsta limin í skúlaorkestrinum og elsta limin í hornorkestrinum. Men tað snýr seg ikki bara um, hvat okkara ítriv kann gera fyri okkum [...] Rotary klubbi handaði Skúlaorkestrinum nýggj ljóðføri. Skúlaorkestrið spældi nøkur løg. Tey eru annars júst afturkomin úr Skotlandi, har tey hava fingið góð ummæli. Hanus Kjølbro umboðandi Klaksvíkar Hornorkestur
Skal friður fáast í Ukraina, má Russland tvingast til frið! Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, tá hann luttók á einum fundi í ST-trygdarráðnum í dag. - Vit vita, at onkur í heiminum ynskir [...] tum lata Russlandi vápn. Russland er fastur limur í trygdarráðnum hjá ST, og russisk umboðsfólk vóru hjástødd, tá ukrainski forsetin tosaði. Seinni í hesi vikuni fer Volodymyr Zelenskyj at hitta Joe Biden [...] Biden, forseta og Kamalu Harris, varaforseta og forsetavalevni, í Hvítu Húsunum. Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga í kvøld.
síðan. Tað er ikki nakað, sum bendir á at hesar hava verið vanligar í Føroyum. Onki er at finna í gomlum frásøgnum, og nú heimurin er í broyting , er hugsandi at vit oftari fara at síggja hesa løgnu hvalspýggju [...] eisini tað tey brúka í Danmark; har tað eitur bidevindssejler. Navnið sipar til ávísan máta at sigla við seglum í mótvindi (neyvasigling). Tað er júst hetta, sum hendan hvalspýggja eisini brúkar. Seglið ger [...] upp á vakra sandin í Koltri. Hetta var ikki tað vanliga slagið, men eitt heldur óvanligt slag um okkara leiðir. Fyri nøkrum árum síðan fingu vit eitt eintak úr Nólsoy, sum var funnið í maganum á einum toski
– Í kvøld tók eg fyri fyrst ferð í hondina á einum rúmdarmanni. Tað var fryntligi danin, Andreas Mogensen, sum vit hava sæð í rúmdarringrás í vektloysi við føroyska Merkinum og vovna slipsinum hjá Williami [...] Soleiðis skrivar Birgir Kruse í bloggi sínum. – Staðurin, vit møttust, var Gilið á hotellinum Brandan, har ferðalagið, sum íverksetarin Jóhan Mortensen hevði koyrt til Havnar, júst hevði skrivað seg inn. H
kom á mál. Tí við samráðingum í 1977 fekk Andrea Árting, saman við øðrum, í sáttmálan, at kvinnur og menn skuldu hava somu løn fyri sama arbeiði. Og 1.mei 1981 kom sáttmálin í gildi, tá kvinnur og menn fingu [...] Andrea fevndi víða. 10. Juli 1918 stóð lýsing í Tingakrossi við yvirskriftini “Kappróður fyri kvinnur”. Í lýsingini stóð millum annað: “Ætlanin er at fáa í lag ein kappróður fyri kvinnur á Ólavsøku komandi [...] at eg varð valdur í býráðið fyrstu ferð í 1972, hitti eg Andreu Árting. Tá ynskti hon mær til lukku og nýtti sjálvandi eisini høvi at vísa á okkurt, ið hon helt var neyðugt at gera her í kommununi. Hetta