dagar, og verður tað í døgunum frá mikudegnum 28. mai til sunnudagin 1. juni. Tað er Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag sum, saman við Leif Mohr, skipar fyri hesi kapping. Føroyar er eitt spennandi land [...] at gera kappingina so áhugaverda sum til ber. Tað verður seg at betra um karmarnar kring kappingina og at leggja kappingina soleiðis tilrættis, at hon er sum minst til ampa fyri vanligu ferðsluna. Fimm [...] og Sornfelli. Teinurin er 28,65 km. og hæddarmetrar eru 810. ##med3## Eisini sunnumorgunin 1. juni verður byrjað hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegi. Lagt verður fyri Kl. 10 og rutan er Hoyvíksvegur – Yviri við
tilmæli frá umsitingini hjá Tórshavnar kommunu var tað sama, at byggiloyvi skuldi játtast – og tað varð samtykt í Tórshavnar býráð í gjár við 7 atkvøðum fyri, 5 ímóti og einari blankari. Tað er byggifelagið [...] Tað sigur Rúni Hetnze, formaður í kirkjuráðnum á Argjum. Hann er fegin um, at býráðið um síðir hevur givið endaligt byggiloyvi enn einaferð og vónar ikki, at tað nú verða fleiri snávingarsteingar í málinum [...] málinum, sum hevur havt eina sera drúgva tilgongd. Endaligt loyvi at fara í gongd skal eisini fáast frá Mentamálaráðnum. Mótstøðan ímóti byggingini hevur verið stór, serliga seinastu tvey árini ella so.
og USA koma ongan veg. Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, í dag í einum uppslagi á sínum sosiala miðli, Truth Social. Harvið mælir hann til ein toll á 50 prosent frá 1. juni fyri vørur úr ES [...] veg! Tí mæli eg til 50 prosent toll á Evropeiska Samveldið at byrja 1. juni 2025. Eingin toll er, um vøran er bygd ella framleidd í USA. Sambært tíðindastovuni Reuters noktar ES-nevndin at gera viðmerkingar [...] fyritøkum og annað". Danska C25-vísitalið hevur tikið eitt dykk eftir fráboðanina hjá Trump. Tað sama er galdandi fyri evropeisk og amerikansk partabrøv. Kósin hjá amerikanska forsetanum á tolløkinum
tá skipanin er bygd á EIN tryggingartakari EINA atkvøðu. Felagið kann kanska kallast “Seudo” demokratiskt – tað er ikki nøktandi. Henda skeiv støða, ger felagið veikari í mun til ágang frá yvirtøku-hugaðum [...] áhugaverda grein um Limakrónurnar. Vil mæla til at tit lesa greinina og gera tykkara egnu meting. Betri er eitt sínámillum felag - Kim kemur eisini inn á grundleggjandi tankan við sínámillum feløgum. Útlutan [...] vinnukundar. Somu vinukundar verða mettir minst 10 ferð hægri enn vanligi Palleba-kundin, tá talan er um atkvøðurætt til Umboðsráðið. Tá Limakrónurnar vóru samtyktar, vísti eg á hesi viðurskifti, eg skeyt
málinum. Greitt er ikki, nær landsstýrið fremur ætlanina um Tjóðsavn í Hoydølum. Politiskt ynski frá kommununi er at virka fyri betri arbeiðsumstøðum til skapandi listafólk, tá ið talan er um arbeiðshøli [...] 25. mai 2023 eitt treytað skeytið hesum viðvíkjandi. Tað hevur verið uppá tala at broyta byggisamtyktina fyri økið í Hoydølum, men hendan ætlan er seinni slept. Í løtuni hevur Tórshavnar kommuna ongar [...] framvegis kunnu hava nýtsluvirði fyri kommununa, t.d. sum fyribils skúlastovur. Hetta er tó treytað av, at prísurin er hóskandi, at tær kunnu flytast uttan týðandi konstruktiónsskaðar, o.s.fr. Hesi
Tí tað er hansara arbeiði - at vera júst har, ið kríggj, stríð og vanlukkur herja. Eitt nú hevur hann sent tíðindi úr Irak, Afghanistan, Sýria og frá arabiska várinum. Mikudagin, 28. mai kl. 19 í Norð [...] úsinum, fer hann at greiða frá hesum arbeiði sínum. Í fyrilestrinum kemur hann inn á, hvussu lívið er handan myndatólið og um etisku og moralsku tvístøðurnar, hann mangan er í, og um bæði álvarsamar og
við – og hann minnir á, at vit eiga at koyra slíkar í ruskposar uttanfyri, tí vandi er, at eldur kemur í, og tað er tað beinleiðis vandamikið at goyma innandura. Sutt eftir klokkan átta í gjármorgunin tók [...] eydnaðist at fáa bilin av staðnum. Í gjár greiddi løgreglan frá um ein brandtilburð í eini garasju á Ternuryggi í Havn. Tað vísti seg, at tað var eldur í einum ruskílati í eini garasju. Vaktleiðarin sigur [...] ein stórur trailari steðgaði upp í rundkoyringini á Hvítanesi man fyri Eysturoyartunnilin, skapti tað stórar ferðslutrupulleikar. Løgreglan kom á stðið og skpaði ferðsluna. Trailarin hevði geartrupulleikar
fleiri hillar gjørdar og tvær tær síðstu vóru gjørdar fyrraárið. Tað eru tó bara gravarpláss eftir til nøkur fá ár fram í Vestmanna, so tað er í tøkum tíma, at farið verður undir útbyggingina. Við útbyggingini [...] á Knúgvum. Vinnandi uppskotið var frá Gudmundi S. Hansen, arkitekti. Av fíggjarligum ávum var tó valt bara at gera aðru síðuna og ikki allar hillarnar norðurneftir. Tað var P/F á Heygnum í Saltangará, sum [...] kirkjugarðarnar á Knúgvum til gamla kirkjugarðin við kirkjuna, so at tað ikki verður neyðugt at byggja út í framtíðini. Útbyggingin er løgd til rættis við virðing fyri núverandi sniði á kirkjugarði, við
Hetta ger tað møguligt at fáa bátarnar á sjógv. Samstundis hevur RSF fingið stuðul frá Modest Sport, sum hevur latið ein Edon single scull bát. Hesin báturin er vælegnaður til upplæring, tí hann er støðufastur [...] og sum vit øll kenna aftur frá føroyska kappróðrinum. Tað krevur serligan teknikk og kropsliga styrki at meistra brim, streym og ójavnan sjógv í hesum bátum. Coastal rowing er meira visuell og hevur eina [...] íðkarum og feløgum, sum eru klár at leggja orku í nýggjar leiðir, er coastal rowing í Føroyum á einum spennandi byrjanarstigi. Kanska verður tað í framtíðini ein føroyskur rógvari, sum luttakar í OL – í júst
Tað er nú greitt hvørji trý lond eru í bólki við Føroyum í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum. Føroyar endaðu í bólki D saman við Montenegro, Spania og Paraguay. Montenegro endaði á einum sjeynda [...] spæla sínar dystir í bólki í týska býnum Trier, hetta eftir ynski frá týska hondbóltssambandinum. Ferðing verður fyriskipað til Trier. Pláss er fyri 5.400 áskoðarum í Trier Arena høllini. Trier liggur tætt [...] Montenegro endaði á einum áttanda plássi í EM-endaspælinum í 2024. Spania úr styrkisbólki 2 var tó ikki tað besta lutakastið fyri okkara kvinnur. Spania endaði á einum 13. plássi í HM-endaspælinum í 2023, men