Tórshavnar Býráð skal kortini ikki keypa Hoydalar

Avtalan um, at Tórshavnra kommuna skuldi keypa gamla studentaskúlan í Hoydølum verður nú broytt

Málið var fyri á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið. Í tilfarinum til málið sæst, at Tórshavnar kommuna og táverandi Uttanríkis- og mentamálaráðið í 2022 gjørdu eina treytaða avtalu um Kampusøki á Frælsinum í Havn.

 

Sum liður í avtaluni bant landið seg m.a. til, at Fróðskaparsetrið skuldi flyta úr leigumálinum við kommununa í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í seinasta lagi við ársenda 2024. Hetta er enn ikki framt í verki.

 

Sum ein liður í avtaluni hevur landið goldið fyri at yvirtaka kommunurnar part av matr.nr. 1017d, Tórshavn (Venjingarskúlin), og matr.nr. 1031a, Tórshavn, sum kommunan átti 100%. Roknistykki sær soleiðis út:

 

##med2##

 

Formliga yvirtøkan og endaliga matrikuleringin av økinum í Hoydølum er ikki framd í verki. Sambært avtaluni skal kommunan yvirtaka ognirnar í Hoydølum fyri kr. 32.500.000 og lonirnar fyri kr. 4.500.000; tils. kr. 37.000.000. Partarnir undirritaðu 25. mai 2023 eitt treytað skeytið hesum viðvíkjandi.

 

Tað hevur verið uppá tala at broyta byggisamtyktina fyri økið í Hoydølum, men hendan ætlan er seinni slept. Í løtuni hevur Tórshavnar kommuna ongar langtíðarætlanir við gamla studentaskúlanum ella við lonunum á verandi staðseting.

 

Í samskifti millum býráðið og landsstýrið er komið fram, at Almanna- og mentamálaráðið hevur áhuga í at nýta gamla studentaskúlan og aðrar bygningar, sum landið eigur í nærumhvørvinum, til at hýsa Tjóðsavninum. Landið ynskir tí at broyta avtaluna við kommununa soleiðis, at kommunan kortini ikki yvirtekur studentaskúlan.

 

Lonirnar standa á økinum við fyribils loyvi, ið gongur út í 2026. Tær skulu tí flytast av økinum. Trivnaðarstjórin hjá Tórshavnar kommunu metir, at lonirnar framvegis kunnu hava nýtsluvirði fyri kommununa, t.d. sum fyribils skúlastovur. Hetta er tó treytað av, at prísurin er hóskandi, at tær kunnu flytast uttan týðandi konstruktiónsskaðar, o.s.fr. Hesi viðurskifti mugu kannast nærri, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvat gerast skal við lonirnar.

 

Sambært omanfyrinevndu avtalu kann verða kravt, at ognirnar skulu ganga aftur, um ávísar treytir í avtaluni ikki verða hildnar. Mett verður tó, at tað ikki neyðturviliga er til fyrimuns fyri nakran partin, um hetta verður kravt.

 

Áðrenn hetta kann verða kravt eiga partarnir tí at troyta teir møguleikar, ið eru fyri einari samlaðari loysn, sum tekur hædd fyri broyttu viðurskiftunum í málinum.

 

Greitt er ikki, nær landsstýrið fremur ætlanina um Tjóðsavn í Hoydølum. Politiskt ynski frá kommununi er at virka fyri betri arbeiðsumstøðum til skapandi listafólk, tá ið talan er um arbeiðshøli, høli til venjingar, framførslur og framsýningar, og í hesum sambandi at Studentaskúlin verður karmur um hetta fram til, at tjóðsavnslætlanin fer í gongd. Samráðing skal takast upp við landsstýrið um hetta. Almanna- og mentamálaráðið hevur frammanundan avtalu við LISA um nakað líknandi í øðrum bygningum í Hoydølum.

 

Tilmælið frá kommunustjóranum og trivnaðarstjóranum hjá Tórshavnar kommunu er:

 

  • - at ynskið hjá landinum um ikki at avhenda ognirnar í Hoydølum við lendi o.a. verður gingið á møti,
  • - at avtalan millum kommununa og landsstýrið verður broytt soleiðis, at kommunan ikki keypir gamla studentaskúlan,
  • - at kommunan eftir nærri tørvsmeting og kanningar tekur upp samráðingar við landið um at yvirtaka lonirnar fyri í mesta lagi kr. 4.500.000, og at
  • - kommunan setir fram samráðingarkrav mótvegis landinum um at tillaga mótrokningina hjá landinum fyri íløgur í Sjóvinnuhúsið vísandi til, at landið ikki er farið úr hølunum til væntaða tíð, og
  • - at partarnir gera tíðaravmarkaða avtalu um at brúka Studentaskúlan til listaligt virksemi fram til, at tjóðsavnsætlanin verður framd.

 

Mælt verður til, at umsitingin innan fyri omanfyrinevndu karmar fær heimild at samráðast við landsstýrið og leggja úrslitið av hesum fyri fíggjarnevndina til endaliga góðkenning við teimum broytingum, ið ein endalig semja krevur.

 

Málið var fyri á fíggjarnevndarfundi 14. mai:Ein meiriluti, Elsa Berg, Kristianna Winther Poulsen og Guttormur í Skála, tók undir við tilmælinum við teirri viðmerking, at kostnaðarviðurskifti viðvíkjandi keyp, flutningi, byggibúgving v.m. av lonunum verða greinaði nærri, áðrenn samráðingar við landið verða tiknar upp. Málið verður beint í býráðið.

 

Ein minniluti, Tróndur Sigurðsson og Høgni Vilhelmsen, tekur undir við tilmælinum, men mælir frá at kommunan yvirtekur lonirnar fyri upp til 4,5 mio. kr.

 

Býráðið samtykt á fundi í gjárkvøldið einmælt at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í fíggjarnevndini við tí ískoyti, at úrslitið av einari endaligari semju kemur fyri bæði fíggjarnevndina og býráðið til góðkenningar.