. Eg vaks upp í einum trúgvandi heimi, har mamma og pápi lærdi okkum at biðja og um Jesus. Tey tóku okkum við í kirkju, í sunnudagsskúla og á møti, og lærdu tey okkum upp í Guds orði. Pápi var kirkjuverji [...] synum. Tey vóru Kristinn Gunnlaugsdóttir og Felix Ólafsson. Á møtunum bóðu tey altíð fyri teimum og nevndu tey við navni. Tey lósu brøv og frágreiðingar frá teimum, og hetta ávirkaði meg nógv. Eg var við at [...] ein ringur rundan um, og har er tað, at prestarnir standa við roykilsiskerunum og skipa fyri gudstænastuni. Í uttasta ringinum er fólkið, sum situr á gólvinum, og tey kunnu so sita og smápráta saman. Tey
moldgólvið, og restina drukku tey sum vóru til staðar. Lambið og geitin vóru síðan dripin og blóðið rann í túnið uttanfyri dyrnar. Nakað av blóðinum smurdu tey á veggirnar á smáttunum og upp á dur [...] fara til gongu til Gidole við og eftir posti. Hetta var ein rættuligur gongutúrur, átta tímar hvønn vegin. Kaute greiddi mær frá, at fyrr tilbað hann trø og steinar eins og mong onnur. Trummurnar, sum verða [...] juli 1967 var sunnudagur og 75 ára føðingardagur hjá Haile Selassie. Tað vóru røður hildnar um keisaran, og skúlabørnini sungu. Síðan vóru koptiskir prestar, sum messaðu og sungu. Í Konso var koptisk kirkja
maðurin og sveimaði millum lív og deyð. Hann fekk eisini bruna í skurðin og bøtti hetta ikki um støðuna. Hesa tíðina sat pápin hjá honum bæði dag og nátt. Men so fór hann at batna og fór so við og við at [...] markini. Men fáa tey viðgerð, kunnu tey lekjast, og so minkar miltið so við og við. Sjálv havi eg havt malaria og eisini tyfus. Men eg fekk viðgerð og gjørdist frísk. Annars hevur heilsan verið góð alt [...] bygdini, har fólk kemur saman at práta og at hugna sær við spølum og tílíkum. Nakrir menn sita og spæla eitt kúluspæl. Teir hugdu upp, tá ið vit komu framvið og spurdu eisini, hvar vit fóru. Konsofólkið
Benedikt og Margrét fóru heim í 1962, vóru vit aftur trý. Margrét og Benedikt komu aftur til Gidole í 1968 og vóru til 1971, og tá var eg eisini har. Tá hevði Margrét tikið útbúgving sum sjúkrasystir og hevði [...] tveir steinar. Hon fyllir eina stóra leirkrukku og setur útá. Ein onnur liggur á knøunum og milur korn millum tveir steinar. Hesi fólk liva av seyða- og neytahaldi. Jørðin er sera kørg, so fólkini mugu [...] arbeiða og genturnar skuldu giftast. Hví skuldu tey tá ganga í skúla? Hesin hugburður er tíbetur munandi broyttur. Landið eigur alt og tekur alt Vit eru komin fram til 1982. Doris Heinesen og eg hava
Landið er stórt og er býtt sundur í størri og minni landspartar, sum hvør hevur sítt mál og livihátt. Hesir nógvu tjóðflokkarnir lógu í stríði við hvønn annan, og tað var annars lítið og einki samband [...] sjúkrahúsinum og vórðu inndoktrinerað í hesi nýggju ideologi. Hetta var mest við at lesa úr bókum hjá og um Lenin, Mao, Marx og øðrum toppmonnum hjá kommunismuni. Eg hevði tó varhugan av, at tey lítið og einki [...] spurdi eg og rætti honum tveir ella tríggjar bíbliupartar. Hann ypti øksl og fór framvið mær. Men so knappliga vendi hann sær á og segði. “Tað er í lagi, lat meg fáa”. Hann tók ímóti teimum og fór so víðari
verður sáað, verður einki at heysta. Og Jesus ferðaðist um allar staðir og bygdir og lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku. Men táið hann sá [...] grasið og kom uppá turt. Nú rann eg móti vegnum og stillaði meg mitt á vegin. Eg veittraði og bað hann stegða, men hann floytaði bara og koyrdi framvið. Í skýmingini sá eg nú ein mann við byrsu og nøkur [...] klárt og týðiliga, lóg og evangelium. Allar staðir, har Guds orð verður boðað, eru tað nøkur, sum verða frelst. Men sumt fell í góða jørð og tað bar ávøkst, sumt hundraðfaldan, sumt sekstifaldan og sumt
bókin “Under Ethiopian Skies”, sum kom út fyrst í 1983 og síðan í 1987. Hetta er fyrst og fremst ein framúr góð myndabók, sum í vøkrum litmyndum lýsir Etiopia, fólk og land. Men seinast í bókini er eitt kapitul [...] føtt, og maðurin visti, at hann ikki var pápi at tí, kvaldi hann barnið og blakaði tað út í skógina. Hon græt og var heilt ólukkulig, men har var einki at gera. Seinni fingu tey bæði eina dóttir og ein [...] nógv um at vera við møtum og kirkjugongd. Seinnapartin vóru Gudina og Tshay steðgað í eini røð av løgreglubilum. Nakrir menn lupu úr einum bili og skræddu Gudina úr bilinum og fóru avstað við honum. Síðan
slangur og tílíkt. Tá ið tey komu framvið trø, smurdu tey smør uppá træið og løgdu kaffi og annað niðurvið. Tey boyggja seg framyvir og biðja um, at andarnir í trænum vilja leiða tey rætta leið og vera hjá [...] bygdina Bakaule. Her er frálíkt útsýni, og tú sært fjøllini blána burtur í fjarleikanum. Men annars er her turt og berligt og lítil vøkstur. Tí longdist bæði fólk og fenaður eftir regni. Av tí, at vit vóru [...] jarnpíki niðast. Rundan um hvørja bygd er høgur grótgarður. Hetta er fyrst og fremst fyri at fyri at verja seg ímóti villdjórum og fíggindum. Báðumegin gøturnar inni í bygdini eru eisini grótgarðar. Gøturnar
Prestarnir standa fyri altarinum og messa og fara av og á út millum fólkið reiggjandi við roykilsiskerum. Ungir menn, sum eru diakonar í kirkjuni, ganga eisini runt við bíbliuni og lata fólk kyssa hana. Tey [...] 12. partur Á veg í kríggj og deyða Vit vóru tvær frá missiónsstøðini í Geresse niðri í Dembele og vaksineraðu smábørn og barnakonur. Hesa ferð vóru vit saman við teimum, sum arbeiddu á klinikkini hjá [...] vaksinerað nógv fólk móti difteri, kikhosta, stívkrampa, meslingum og tuberklum. Ein dagin hoyrdi eg dun av bili og kristiligum sangi. Eg fór út og sá ein lastbil koyra framvið á veg til Arba Minch fullan av
Svøríki hava bygt í Awasa, sum nú er landspartahøvuðsstaður. Har er stór og vøkur kirkja, verkstaður og skúli fyri jarn- og træsmíð og nógv hús afturat. Hátíðarhald fyri kollveltingina Nú eru vit í 1984. Til [...] Síðan rættir hann henni sápu og biður hana fara oman í ánna at vaska hetta av sær, og tað gjørdi hon so. Hon fór heim í heimbygd sína og fór at vitna fyri manni sínum og hinum sum vóru har. Men tey slerdu [...] konurnar og smábørnini á staðnum og læra tey um matgerð og annað. Ein stórur trupulleiki var longu tá AIDS. Vit royndu at undirvísa tey um, hvussu tey kundu sleppa undan hesi sótt. Tann greiðasta og besta