staðsett á Heiðavegi í Miðvági. Nýggja apotekið er liður í ætlanini hjá Apoteksverkinum at røkka øllum borgarum í landinum enn betri. Sostatt verður Vága apotek sætta apotekið í Føroyum, umframt Norðoya apotek [...] handkeypssjálvtøkan í landinum uttan fyri Vága apotek. Hin fyrsta er liðugt royndarkoyrd við Tjaldurs apotek í Havn við góðum úrsliti. Sjálvtøkan er opin alt samdøgrið, og allar dagar í árinum. Her fæst mest [...] apotek, Tjaldurs apotek, Apotekið í Steinatúni, Suðuroyar apotek og Eysturoyar apotek. Lokal fakfólk Fimm starvsfólk fara at starvast á Vága apoteki, og hesi eru øll lokal úr økinum. Tað verður Kristina
seg saman í samtøk og koma við uppskotum um, hvussu tey í felag kunnu loysa avbjóðingar. Sera hørð kapping er um slíka fígging frá ES, og bara tær allarbestu verkætlanirnar verða fíggjaðar. Í miðal fyri [...] minka útlátið av vakstrarhúsgassum og tillaga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar. Eitt av granskingarøkjunum er uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi. Verkætlanin greinar eisini samband millum [...] greiningunum. Eisini Firum, Hiddenfjord og Avrik luttaka í verkætlanini. Sjókovin stendur eisini fyri samfelags- og búskaparligu greiningunum í MarineGuardian-verkætlanini, ið skal minka umhvørvisávirkanina
gamla býnum niðan ella út í tey nýggju bústaðarøkini, nú ið býurin var farin at spjaða seg í allar ættir. Árið er 1901. ##med2## Ein myrkhærdur ungur fútafulltrúi fær nú áhuga í at keypa húsini. Sum sagt [...] oynni Corney Island á eysturstrond Ameriku. Tá ið hann um tey tretivu árini leggur aftur at landi í Føroyum, giftist hann og stovnar bakaríið Frants Restorff. Hann keypir ognina á Káta horninum við pakkhúsi [...] Restorff flyta upp á loftið á konditarínum at búgva. Í tí lítlu hugnaligu íbúðini er gott at vera, og hon fær røkt sítt starv niðriundir. Lesið meira í Sosialinum, sum fæst leysasølu kring landið og sum
óg í verk í Føroyum. David Im, integratiónssamskipari, Útlendingastovan, luttók, og tosaði um ábøtur við atliti til verandi støðu, og hvørjar nýggjar avbjóðingar eru í nýggju integratiónslógini? Í hvønn [...] integratión, á Miðnámi í Suðuroynni. Tað vóru FSA, føroyskt sum annaðmál, og Miðnám í Suðuroynni, ið skipaðu fyri. Tiltakið var skipað sum evnisdagur. Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, tosaði [...] ssum. Umboð fyri Landsstýrið, Útlendingastovuna, kommunalpolittikarar í Suðuroy, arbeiðsgevarar, útbúgvingarstøð og tilflytarar í oynni luttóku. Síðani vóru verkstovur á skránni, har evnini m.a. vóru sanstarv
á sínum hægsta stigi í 2022 (24%). Í 2023 var vøksturin 10% og í 2024 2%. Tað er tí líkt til, at tilgongdin av útlendskum starvfólkum er hæsað av. Í 2009 vóru 3% av starvsfólkunum í samlaða búskapinum ikki [...] Landsbanki Føroya: Arbeiðsloysið hevur verið lágt í Føroyum í longri tíð, og tað kann hava ta avleiðing, at framleiðslan í landinum verður minni, enn hvat hon kundi verið, um trot ikki var á arbeiðsmegi [...] Føroya hava tó minkað um arbeiðstrotið í ávísum vinnugreinum og harvið eisini tálmað trýstið á lønarvøkstrinum. Serliga síðani fast-track skipanin fyri triðjalond kom í november 2021, hevur tilgongdin av
- Í løtuni liggja bæði tey størru ísfiskalínuskipini við bryggju, men væntandi fer annað skipið avstað í vikuni. Soleiðis vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Um frystilínuskipini, sum nú eru [...] eru fleiri í tali, verður sagt, at fiska tvey í íslendskum sjógvi, trý eru ávegis til Eysturgrønlands, og tvey fiska undir Føroyum. - Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, Um útlitini til útróður [...] útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin er harður, og veðrið verður heldur óstøðugt. - So, vit vænta ikki nógvan útróður, men okkurt verður, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.
Allir tríggir vóru fluttir undan kreppuni í Føroyum, og allir høvdu vit verið aktivir í tónleikalívinum her heima. Eg sjálvur rapprokkari í MC-Hár, Eyðfinn Drewsen í einum av fyrstu elektronisku tónleikav [...] koma skjótt í arbeiði. Eg endaði sum telemarketing seljari í Jensenius Rengøringsmidler úti í Albertslund, Eyðfinn endaði sum teknikari í einum skúlaprojekti úti á Amager, har næmingar sluppu í studio at [...] Siggertson í einum fullsettum Oy. Hevði deyðin ikki tikið Eyðfinn frá okkum alt ov tíðliga, vænti eg næstan, at vit báðir vóru farnir til hendan filmin saman í kvøld. Eg havi líka síðan hasa løtuna í Nordhavnini
klokkan 15:30 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn Hvussu hava Føroyar røkt síni áhugamál í altjóða viðurskiftum? Hvussu byrjaði føroysk luttøka í altjóða samfelagnum? Hvørjir tættir mynda [...] støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur. ##med2## Á útgávutiltakinum á Søgu- og samfelagsdeildini verður m.a. samrøða við Árna Olafsson, sum hevur arbeitt sum embætismaður í Føroyum og Danmark [...] Justinussen, Rógvi Olavson og Heini í Skorini. Hetta er fyrsta bók, sum viðgerð føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum
nýggjar rásir í listaliga umhvørvinum í Føroyum við fleiri spennandi verkætlanum. Tey hava av álvara gjørt um seg við fleiri spennandi dansisýningum og sett dagsskránna í modernaðum dansi í Føroyum. Vert er [...] sinnis- og kenslulendi, ið áskoðarin ferðast í. Tað er hesa grundkenslu vit ynskja at raka, tá ið áskoðararnir traðka inn í høllina í Norðurlandahúsinum, siga tey trý í Riva. Verkið verður eftir ætlan pallsett [...] gin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum’. - Umframt sjálvur at vera virkin, hevur Kim Simonsen stóran týdning fyri føroyskar bókmentir við forlagnum Eksil. Eisini hevur hann í nógv
bygging. Byggingin er samanhangandi og minnir um skap og snið, vit eru von at síggja í vanligari sethúsabygging í Føroyum. Umframt tey 64 búplássini verða eisini 16 røktaríbúðir. Røktaríbúðir eru vanligar [...] búeinum- og tilboðum til eldri. Afturi í 2017 varð mælt til at fara undir nýtt røktarheim, og byrjað varð at at gera fyrireikingar. Byggiloyvi varð útskrivað í juni í fjør. 5. september 2022 varð boðið til [...] arbeiðstøkusáttmála, sum nú er samtykt at taka undir við. Heim mitt í náttúruni Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss og dagtilboð