sínum væl skrivaðu tekstum, og teir duga eisini at gera fangandi niðurløg. Swangah hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri tónleikin. Teir eru kendir fyri sangir sum "Frá bygd til bý", "Áðrenn vit flagga" [...] Tjaldinum leygarkvøldið klokkan 21. Har hava teir áður havt minniligar konsertir. Niðanfyri ber til at hoyra seinasta útspælið hjá Swangah – sangin "Hendurnar upp". ##med2##
ST-aðalfundurin hevur við stórum meiriluta samtykt eina áheitan um at brúka heimskort, sum vísa støddina á heimspørtunum rættari. 164 lond atkvøddu fyri uppskotinum. USA var einasta landið, sum atkvøddi ímóti, meðan [...] Ukraina lótu vera við at greiða atkvøðu. Samtyktin er ikki bindandi og bannar ikki gamla Mercator-kortinum. Hon heitir kortini á stjórnir, skúlar, altjóða felagsskapir og aðrar stovnar um at brúka Equal Earth-kortið
Tá eg sá uppslagið um konsertina, var eg ikki seinur at bíleggja okkum báðum hvør sítt atgongumerki. Eg visti, at hetta koma at borga fyri góðum, tí hetta eru tónleikarar á sera høgum støði, og so eri [...] Ernst Remmel, trompet Eg skal skunda mær at siga, at eg gleddi meg til konsertina, sum eg havi sagt, so eru hetta frálíkir tónleikarar, ið sanniliga hava evnini at tulka so nakað so stórt, ið Mezzoforte [...] tað, vit kenna Fridrik Karlsson fyri. Slagverkið og trummuspælið hjá Rógva og James helt so sanniliga støðið, sum vit kenna teir fyri, tí tað hevur altíð verið eyðkent fyri Mezzoforte og sum vit eisini minnast
teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu, sum sær út til at vera ein av føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt. Fyri at royna at forða [...] skal steðga á og taka støðu til, um tú er í holt við at rita inn á eina veruliga tænastu, ið brúkar Samleikan. Um onkur annar roynir at fáa teg at góðkenna eina innritan við Samleikanum, skalt tú avlýsa [...] eg í holt við at rita inn við Samleikanum? Heldur tú ikki at nakað illgrunasamt er á vási, kanst tú halda fram. Kennist tú ikki við innritanina, skalt tú avlýsa. Ávaringin gevur tær høvið at steðga á og
Heilsurøktarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava avtalað at handa krøv fríggjadagin 25. september. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ynskir at gera sáttmálar, sum eru á sama støði, sum sáttmálarnir á privata [...] Arbeiðsgevarafelagið fyri námsfrøðingar og hjálparfólk á kommunala sáttmálaøkinum fór úr gildi tann 1. apríl 2026. Partarnir hava havt innleiðandi samráðingar – og hittust fyrrapartin í dag at handa krøv. Kommunala [...] verður við at áseta fundir við nevndu feløg. Sáttmálasamráðingarnar við Heilsuhjálparafelag Føroya eru ikki tiknar upp aftur síðani báðir partar vrakaðu semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar undan
tættari at bretska marknaðinum. Ætlanin er at sigla tvær ferðir um vikuna úr Runavík, umvegis Suðuroynna til Scrabster. Sambandi ímillum Suðuroynna og Skotland var í nógv ár sera týðandi fyri vinnuliga [...] tað møguligt at veita ein sera skjótan og tryggan flutning fyri bæði feskan fisk, og vørur sum skulu heim til Føroya. Símun Jacobsen, sølustjóri hjá Bakkafrost ”Hjá okkum er tað avgerandi, at feski laksurin [...] Bakkafrost, hava gjørt eina langtíðaravtalu um flutningskapasitet á leiðini, sum er við til at skapa grundarlag fyri regluligari sigling. Sjúrður Johansen, stjóri hjá Samskip “Vit síggja góðar møguleikar í
í ár. Hálvleiksstøðan var 4-1. Sigurin ber við sær, at TB nú er á fimta plássi við 29 stigum, og nú er tað heilt greitt, at TB eisini í 2027 fer at spæla í næstbestu deildini. Hvussu tað verður hjá NSÍ [...] løgdu seg á odda. Málskjútti var 17 ára gamli Markus Klein Danielsen. Hetta var triðja ferðin í ár, at hann var málskjútti í 1. deild. Stóri maðurin hjá TBí dag Samudeen Musah, sum var trífaldur málskjútti [...] i skorað 19 mál, og í 1. deild hevur hann í 62 dystum skorað 19 mál. Í dag skoraði Samudeen Musah fyri fyrstu ferð hattrikk í TB búnanum. Hini bæði málini skoraðu Aron Arnholdsson í fyrra hálvleiki til
sandoyingar og hevði harvið møguleika við sigri at taka oddasessin. B71 vann 3-0 og styrkti harvið um sína støðu sum topplið. Nú tað eru sjey umfør eftir at spæla, hevur B71 50 stig. Tað eru 23 stig aftur [...] úrtøku, so verður uppflytingin hjá B71 veruleiki longu í dag. Tað sær tó út til, at tað verður neyðugt hjá teimum í B71 at bíða inntil næsta leygardag, tá ið B36 verður gestur á Sandi. Eftir fyrra hálvleik [...] tá ið B71 fyri 16. ferð í ár fór av vøllinum við øllum stigunum. Í fyrra hálvleiki vóru tað spentar støður og málmøguleikar frammanfyri bæði málini, men tað var málleyst, tá ið teir fóru at hvíla seg.
Degi og Viku vísti á eina hugsan um at gera eina timburgøtu við Mølheyggjarnar. Borgarstjórin leggur dent á, at talan bert er um eitt hugskot frá Visit Sandoy, og at hvørki bygdarráðið hevur viðgjørt tað [...] um møguleikan at avmarka ferðsluna á fløttinum norðan fyri Mølheyggjarnar. Á góðveðursdøgum parkera nógv fólk har, tá tey fara oman á sandin. Kristian Oskar Henriksen heldur tó ikki, at vanlig bilferðsla [...] eisini sleppa at njóta hana, sigur hann við Kringvarpið. Hann vísir á, at størri ampi er av stórum akførum, sum stundum koyra oman fram við Mølheyggjunum og út á sandin. Borgarstjórin sigur, at málið um ferðsluna
hon at nýta sínar royndir í einum nýggjum leikluti. – Eg vil vera við til at skapa eitt HB, har fólk kenna, at tey hoyra til, og har gerandisdagurin í felagnum koyrir væl, sigur hon. Fer fyrst at lurta [...] mánaðin ætlar hon sær serliga at lurta og læra. Hóast hon hevur nógv hugskot, fer hon ikki í starvið við einari ætlan um, at alt skal broytast. – Eg vil fyrst læra húsið enn betur at kenna frá einum øðrum s [...] skulu kenna, at tey hoyra til, og venjarar skulu kenna, at teirra arbeiði verður sætt og virðismett, sigur hon. Hon lýsir seg sjálva sum nærverandi, skipaða og hjartagóða. – Eg gleði meg til, at hjartað í