Füchse Berlin hevur tvey stig fyri tveir dystir. Uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu vann THW Kiel í kvøld á útivølli 36-28 (19-16) á SG BBM Bietigheim. Kiel hevur fýra stig fyri tveir dystir. Tað var sera soltið [...] meistarunum, SC Magdeburg. Frammanfyri 6.600 áskoðarum á GETEC Arena taptu Hákun og liðfelagarnir 32-36 fyri Magdeburg. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 14-13. Í seinna hálvleiki vísti Magdeburg tó sína stóru [...] soltið við spælitíð til Vilhelm Poulsen ígjár, tá lið hansara, Hannover-Burgdorf á útivølli leikti javnt 28-28 (15-16) móti Erlangen. Sambært hagtølunum var Vilhelm bert á vøllinum í 36 sekund. Hannov
hvørjum mánaði. Tá savnast børn og vaksin til bíbliusøgu, gudstænastu og eina góða máltíð. Í Hoyvíkar kirkju gleða tey seg til eitt nýtt hálvár við lívi og samveru og til at taka ímóti bæði teimum, sum plaga [...] Smákonfirmantar Smákonfirmantarnir byrja sama dag klokkan 13.45. Tilboðið er fyri øll børn í fjórða flokki – uttan mun til, um tey ætla at verða konfirmerað seinni ella ikki. Smákonfirmantarnir læra um [...] kirkjan í tíðindaskrivi. Fyrsta tiltakið verður mánadagin 31. august klokkan 17, tá fundur verður fyri foreldrum og teimum, sum skulu konfirmerast á vári 2027. Konfirmantarnir skulu hava dóps- ella navnabræv
nágreiniliga kortleggingin av Føroyum og fekk stóran týdning fyri seinni kort av oyggjunum. Bruun Rasmussen hevði frammanundan mett virðið á kortinum til millum 3.000 og 4.000 krónur, men tá hamarin fall, var [...] skal keyparin rinda 28 prosent í ómaksgjaldi til Bruun Rasmussen. Tað merkir, at samlaði prísurin verður 23.680 krónur. Kortið er 48,5 x 58,5 sentimetrar til støddar. Sambært uppboðshúsinum er pappírið [...] Pascaerte van de Eylanden van Fero eftir hollendska kortteknaðaran Hendrick Doncker, sum livdi frá 1626 til 1699. Kortið er ein hondlitað gravering og vísir Føroyar og havleiðirnar kring oyggjarnar. Kortið er
»No rest for the wicked«, var frumsýndur fyri innbodnum í Havnar Bio í gjárkvøldið, og hann er á skrá hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio næstu dagarnar – og fyri filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er [...] Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth. Charades í París stendur fyri altjóða søluni. ##med2## [...] Ein dani, nevndur Helge, kemur til Føroya við einum hvalaveiðuskipi. Hann hittir Baldur, og teir gerast væl – meira enn væl. Fremmandi maðurin setur í stóran mun sín dám á lítla bygdasamfelagið, har Baldur
eisini høvdu áhugan fyri whisky í felag. Longu í 2008 fóru teir undir at kanna møguleikan fyri einum føroyskum distillaríi. Lóggávan forðaði tó ætlanini, og í 2009 varð hon løgd til viks. Dreymurin hvarv [...] Tað byrjaði við tveimum kórsangarum, einum felags áhuga fyri whisky og einum skota, sum ótilvitað setti gongd á ein føroyskan dreym. Í dag stendur eitt framkomið distillarí í Vestmanna, har føroyskt whisky [...] hevur fyritøkan ment aðrar vørur. Í teimum verða millum annað føroysk hvonn, rabarbur og tari nýtt. Til Subsea Vodka verður brúkt vatn úr einari ferskvatnsgoymslu, sum varð funnin undir havbotninum, tá
Heilsustýrinum. Orsøkin til, at tilfarið verður varðveitt, eftir at kanningarnar eru lidnar, er, at tað kann brúkast til ymisk endamál: Fyri barnið og familjuna: Royndirnar kunnu brúkast til ískoytiskanningar [...] . Góðskutrygging: Royndirnar kunnu brúkast til at góðskutryggja kanningina og til at menna nýggjar kanningarhættir. Gransking: Tilfarið kann verða brúkt til gransking við samtykki frá hvørjum einstøkum [...] sendast aftur til Føroya, eftir at kanningarnar í Danmark eru lidnar, og nú fylgja kanningarúrslitini so við. Allir nýføðingar, sum verða føddir í Føroyum, fáa tilboð um at verða kannaðir fyri 25 viðføddar
áður vunnið bæði silvur og gull til norðurlandameistarakappingar. Hóast A-finaluplássið var tryggjað, helt hann, at framførslan kundi verið betri. – Eg eri glaður fyri at vera komin í A-finaluna, men ikki [...] Skagastond. Tey vunnu sær pláss í B-finaluni og hava sostatt framvegis møguleika at vinna seg víðari til A-finaluna. Hetta er fyrstu ferð, at Valborg kappast í altjóða gæðingakapping. – Eg vóni at vinna [...] móti Knúti og Kára í A-finaluni, sigur hon. Føroysku rossini og reiðfólkini hava havt eina langa ferð til Svøríkis, men sambært Ríðisambandi Føroya hava tey staðið seg væl. B-finalan verður hildin hósdagin
váttar fyri norska miðlinum VG, at sambandið hevði eitt hall upp á 9,5 milliónir norskar krónur av EM. Tað svarar til umleið 6,6 milliónir danskar – ella føroyskar – krónur. Noreg skipaði fyri EM saman [...] milliónir Ein stór orsøk til hallið er, at Noreg ikki hevur eina hóskandi stóra hondbóltshøll til slíkar kappingar. Tí mátti innandura fótbóltsvøllurin Unity Arena byggjast um til hondbóltshøll. Sambært [...] upplýsir Erik Langerud fyri VG. – Øll onnur tjena pengar Noreg skal aftur vera vertur fyri stórum hondbóltskappingum. Landið skal saman við øðrum londum, teirra millum Danmark, skipa fyri kvinnu-EM í 2028 og
Bergsøy, ið er uppflytari hevur enn fyrsta sigurin til góðar í bestu norsku hondbóltsdeildini. Í Sparebanken Arena í Nærbø tapti Bergsøy 25-30 fyri heimaliðnum frammanfyri 1.042 áskoðarum. Í fyrra hálvleiki
við at tryggja, at mannagongdirnar fyri lesandi og starvsfólk, sum koma til Føroya ella fara av landinum, lúka evropeisku krøvini. Setrið skal eisini taka støðu til, hvørji fak og útbúgvingarøki skulu [...] føroysk tjóðarskrivstova fyri Erasmus+ varð sett á stovn í 2025 við einum fulltrúa, og eitt starvsfólk aftrat verður sett í næstum. Kostnaðurin er ikki kendur Enn ber ikki til at siga, hvussu nógv ein [...] at ein styrktur starvsfólkahópur er ein fortreyt fyri, at Fróðskaparsetrið kann fyrisita flytførið hjá lesandi og starvsfólkum í Erasmus+. Krøvini til aðrar útbúgvingarstovnar, sum ikki eru universitet