hann fjálgt á dana tingi -, at vit eru fremst í hansara huga, eisini tá ið hann í løtum válar inni á høvuðsjarnbreytastøðini í Keypmannahavn og har fellur í prát við vinmannin ein fyrrverandi løgtingsfor-mann [...] kiosk, sum fekk 2 milliónir í láni frá einum lánistovni í Danmatk, var orsøkin til, at Føroyar fóru á heysin, og at vit áttu at hangt eitt bílæt av kioskini "til skræk og advarsel" í hølinum, har okkara fí [...] rakstur fram í ein nýggjan dag. Og ikki sørt ósmæðið skrivar hann, at tær 600 milliónirnar, sum ríkiskassin rindar til sjúk, avlamin og gomul, eru danskir náðismolar,, sum vit føroyingar liva í súsi og dúsi
veiddur í Eystrasalti, verður uppgivin, sum er hann veiddur í Norðsjónum. Nú vísir tað seg, at hetta svikið er nógv meiri umfatandi, enn myndugleikarnir hava hildið. Í einari sjónvarpssending í gjár varð [...] vinnulívið fer til at halda lív í nøkrum vinnugreinum, meðan einki verður brúkt til at menna vinnuna. Tí heldur hann, at stuðulin eigur at verða skerdur. Í vikuni legði formansskapurin í Landstinginum eitt uppskot [...] Tað vísti seg eisini, at uppgerðin í dagbókini hjá skipinum var ikki í samsvari við ta veruligu veiðina. Veiðieftirlitið hevur nú meldað trolaran til løgregluna. Í ákæruritinum stendur, at trolarin hevði
meiri enn í februar í 2002. Nøgdin var kortini tann sama í februar í ár sum í sama mánað í fjør, men meðan norðmenn fingu 176 krónur í meðal fyri tunnuna í februar í 2002, fingu teir 232 krónur í meðal fyri [...] góðar 20 milliardir krónur í avlopi á handilsjavnanum í februar. Tað var 27 prosent meiri enn í sama mánað í fjør, og munurin stavar frá tí sera høga oljuprísinum. Noreg útflutti í februar vørur og tænastur [...] Fólkaatkvøða um loysing útsett til í heyst Eitt uppskot um at áseta ein dag fyri fólkaatkvøðu í Grønlandi um loysing er útsett til í heyst. Per Rosing Petersen, sum umboðar Siumut í grønlendska Landstinginum,
ns. Men hattin av fyri sjónvarpinum. Tíðindi vístu sannleikan í tí, ið vit í oddagrein í gjár nevndu glantrileikin, ið helt fram. Skjalið SvF hevur fingið innlit í prógvar hetta. Hvussu hetta enn verður [...] Føroyskur politikkur hevur í so máta verið rættiliga óspiltur. Tilrættislagdar lesarabrævkampanjur, frammanundangjørd manuskript fyri fjølmiðlaspæl oa. hevur tíbetur verið fremmandur fuglur í Føroyum. Nú sær tíverri [...] tíverri út til at vent er í holuni. Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum kom m.a. fram uppá at fortelja føroyingum um stórar danskar konspiratiónir, við duldum dagsskráum. Rættiliga ironiskt at júst hann tykist
stóran ans, at lurtiútgerð er funnin í fleiri av skrivstovunum á ES-høvuðsborgini í Bruxelles. Ein tænastumaður hjá ES upplýsti í gjár, at lurtiútgerðin er funnin í hølum, sum vanliga verða nýtt til rá [...] uppskot hjá stjórnini um at loyva olju- og gassvinnu í teimum arktisku náttúruøkjunum í Alaska. Stjórnin í Washington vil fegin sleppa at vinna olju og gass í økjunum, tí tað hevði gjørt USA minni heft av olju [...] hetta góðkent í Svøríki, men nú er málið loyst. Svenski ráðharrin í norðurlendskum viðurskiftum, Berit Andnor, sigur, at stjórnin í Stockholm hevur gjørt av at geva íslendskum foreldrum í Svøríki undantaksloyvi
Møti í Filadelfia í Havn og kl. 18 Møti í Læraraskúlahøllini. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Í morgin kl. 11 Morgunmøti v/ Moses Hansen, kl. 11.30 Barnagudstænasta, kl. 18 Møti í Læra [...] KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við Ámundi Berthelsen. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børnini. Møtirøðin við Eliezer Braun og Moses Hansen Í dag kl. 20 Møti í kappróðrarneystinum [...] fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri
zinknámið í Marmoriliik varð latið aftur í 1990. Kanadiska felagið Crew, sum eigur meirilutan av partabrøvunum í Nalunaq Goldmine, hevur nýtt 130 milliónir krónur til tað ætlaða gullævintýrið í Grønlandi [...] skal koma í gildi, tá tey tígju umsøkjaralondini koma upp í ES 1. mai næsta ár. Júst spurningurin um gjaldið til ES hevur gjørt, at samráðingarnar millum partarnar hava gingið sera illa, og í síðstu viku [...] grava eftir gulli í Kirkjuspírdalinum. Teimum nýtist tó ikki at leita, tí tað er staðfest, at ein lind av gulli er har. Loyvið er galdandi í 30 ár, og hetta er tað fyrsta námsvinnutiltakið í Grønlandi, síðani
at høvdu mótmælisfólkini í øðrum býum nýtt somu framferð, hevði USA verið sett í undantaksstøðu. Í øðrum býum gingu fólk stuðulsgongu fyri hermonnunum, sum eru í Irak. Í Dallas í Texas høvdu fólk fingið [...] farin úr Danmark til Kuwait, og sama blað skrivaði í gjár, at herovastin nú er staddur í tí kurdiska økinum har norðuri í Irak. Í Danmark sat maðurin í húsavarðhaldi, tí kurdar skuldsettu hann fyri at hava [...] londunum, sum eru við í krígnum í Irak. 1.300 tikin Í nógvum amerikanskum býum vóru mótmælisgongur hósdagin, eftir at kríggið í Irak var byrjað. Undirtøkan var tó ikki stór allastaðni. Í Boston tóku umleið
royndu bretsku krígstíðindamonnunum, Terry Lloyd, er deyður í krígnum í Irak. Terry lloyd var saman við einari bretskari herdeild har suðuri í Irak, og leygardagin boðaði leiðslan hjá deildini frá, at [...] næstu medarbeiðarunum hjá irakska forsetanum. Tá Irak hersetti Kuwait í august í 1990, varð generalurin tilnevndur hernaðarguvernørur í Kuwait. Generalurin stendur ovarlaga á listanum við irakskum leiðarum [...] túsundtals kurdar við gassi í 1988. Hann gav eisini boð um at handtaka nógvar kurdar, og flestu teirra komu ongantíð afturíaftur. Sunnudagin frættist, at Ali Hassan al-Majid var sæddur í irakska býnum An Nasiriyah
virki í Danmark. Hendan kappingin verður í Keypmannahavn í døgunum 25.-26. apríl hjá Dansk Industri. Hetta er fjórða kappingin síðan 1997, har ungu virkini kappast um eitt pláss í donsku finaluni. Í 1997 [...] 1997 og 1999 varð endaliga próvtøkan í SMS, meðan hon í 2001 var á Handilsskúlanum á Kambsdali. Í ár verður Torgið í SMS so aftur karmur um próvtøkuna, og fara ungu virkini týsdagin 25. mars at sýna fram [...] ?sangum, gjørdist nr. 3 í donsku kappingini. Vinnarin í 2001, sum hevði framleitt eitt ullateppi serliga ætlaðum fólkum við gikt, vann ein umhvørvisvirðisløn fyri sín úrdrátt í Young Enterprise International