Eg las eina grein nú ein dagin, sum eg haldi kemur tær við. »Tú, fyrstahondsvitni til lívsins veruleika um hesar leiðir, ið sær, at ein og ein toskur skal goggast inn um lúningin fyri at gjalda alt hetta galimatiasið, sum eisini landsins kosnu menn nú einaferð finna uppá at lira av sær«. Hetta og nógv, nógv annað skrivaði júst ein av landsins kosnu monnum í bløðunum nú ein dagin, tá tú, um tú ikki noyddist av landinum fyri heilsuna, hevði verið á Norðhavinum, har gilt er at fáa.
Hann, hesin landsins kosni maður, hevur slíkan ampa av okkum og okkara vælferð - sjálvur situr hann fjálgt á dana tingi -, at vit eru fremst í hansara huga, eisini tá ið hann í løtum válar inni á høvuðsjarnbreytastøðini í Keypmannahavn og har fellur í prát við vinmannin ein fyrrverandi løgtingsfor-mann um mangt og og hvat, kanska einamest um hvussu okkara tilvera her og nú og í allari framtíð skal kortleggjast. Eftir øllum at døma hava teir eina mest tosað um føroyska búskapin, og sum flogvitum líkt eru teir óivað samdir um, hvussu tilveran hjá okkum og komandi ættarliðum skal broytast og myndast. Jú, mangt fer fram á høvuðsbanagarðinum. Hansara grein er so drúgv og full við orðum, at tú hevði lagt hana frá tær áðrenn hálvlisið.
Men hvat heldur tú, í greinin verður pástaðið, at tað, sum tú og eg stemma uppá, tá ið vit fara á val, skapar jarðarferðarstemning, grát og tannagrísl um teigar og tún, og at vit eru teirra millum, sum við ábyrgarloysi blaða milliardaíløgur og nýggjan rakstur fram í ein nýggjan dag. Og ikki sørt ósmæðið skrivar hann, at tær 600 milliónirnar, sum ríkiskassin rindar til sjúk, avlamin og gomul, eru danskir náðismolar,, sum vit føroyingar liva í súsi og dúsi av. Nei, ikki er hann smæðin, og Harrin viti, hvussu hann súsar og dúsar við síni donsku løn. Kanska fer hon í ein loysingargrunn, ella, sum hittinorðaða syskinabarnið Torbjørn skemtiliga tók til: Lønin fer til "Loysing-úr-lagdi" klubban.
Tín bátsfelagi Óli stakk inn á gólvið í gjárkvøldið. Einsamallur á báti hevur hann verið á Norðhavinum, nú streymurin er so góður, og hann letur væl at, í gjár hevði hann goggað 3000 pund inn um lúnningina. Hann las greinina, sum eg royni at greiða tær frá.
"Á vestfallið við nationalismu klistrað og fugað við átrúðnaligum kryddaríi, nei, lat meg sleppa á tað lívgevandi Norðhavið, har slíkt fjas ikki røkkur ella um stokkin støkkur", segði hann við einum smíli, sum vit kenna so væl.
Í slíkum løtum kemur mær fyri, at lítillátni Óli er átøkur tann tiltikna útróðrarmannin Jóan Karl á Skála. Pápi plagdi at siga okkum frá ótrúligum hendingum, hesum í allari medferð stilla og lítillátaða sjógarpi hevði verið fyri við lítlum róðrarbáti á Vágahavinum, á Norðurhavinum og aðrastaðni. Sum tú veist, so kunnu vit lesa eitt sindur um Jóan Karl í Varðanum. Anatom enklava, paramiliterar fraktiónir, sloganið, heljarfaktorar. Hevur tú nakrantíð fingið slíkt inn á stokkin? Harrin viti hvussu tað sær út, og um tað kann etast.
Greinin vil eisini vera við, at ein kiosk, sum fekk 2 milliónir í láni frá einum lánistovni í Danmatk, var orsøkin til, at Føroyar fóru á heysin, og at vit áttu at hangt eitt bílæt av kioskini "til skræk og advarsel" í hølinum, har okkara fíggjarnevnd heldur til. Nei, elskaði, so skuldu teir heldur hongt bilæt av "Heygadrangi", sum tú vart við til at byggja har inni á Skála, áðrenn vit rýmdu av land-inum í 1993. Minnist meg rætt, varð hann í óðum verkum seldur av landinum, málingin var ikki torn-að, fyri lítið meira enn tað, ið kjølurin kostaði at strekkja.
Kanska áttu teir at innramma allar tær ótaldu veðhalds- og lán-úr-landskassalógir, sum gjørdu tað, at vit máttu rýma úr okkara heimi. - Og hetta verður sammett við eina kiosk, hvat heldur tú?
Vóru tað ikki donsk kravboð, sum fekk løgtingið at eta í seg allar hesar lógir, sum lógu so tungar í okkara lummum og ikki, sum greinskrivarin vil vera við, sitandi samgonga, ið steðgaði ringastu heljarfaktorunum? Jú, tú lesur beint, hetta stendur orðarætt í greinini.
Hóast greinin er torskild og fløkt, so skilji eg hana soleiðis, at eitt nýtt økonomiskt ragnarok stendur fyri durum, tí at politikkurin hjá verandi samgongu átti ikki bara at verið spurningur um popularitet, um at rista breiðar álir av annans herðum, um at leggja ógoldnar rokningar eftir seg, men heldur eigur hon (samgongan) at lata samfelagið frá sær í so frægum standi sum gjørligt. Hann náði okkum, Jógvan, hvat hava vit í vantu? Nei, tað er so sanniliga ikki samfelagið, sum skal leggja frá sær. Og hvat fara vit tá at gera, eg orki ikki tankan, at tú og eg og okkara børn aftur verða noydd at flyta av landinum.
Eg las eisini, at tað óivað er neyðugt at biðja japanarar ella týskarar at hjálpa okkum við rationalisering av tí almennu umsitingini, sum er bólgnað til óstýriligheit tey farnu 5 árini. Hvat hesir fara at siga, er ikki gott at vita, tí japanskt skilji eg ikki, men so mikið minnist eg av mínum barnalærdómi, at eg kann ímynda mær, at týskurin fer við ristandi høvdi at siga: Es komt der Tag, og so stinga teir í sekkin.
Góði Jógvan, eg gleði meg til, at tú skjótt kemur heim eftir lokna læknahjálp á Ríkishospitalinum, og vit aftur eru saman við børnunum, men kenni eg teg rætt, verður tú kvikur á Mykinesgrunninum, nú torrafiskur er sum murran.
Kærar heilsanir
frá okkum 5.
Kona tín
P.S. Framyvir verður tað kanska ikki sum at siga tað at fáa lækna- og viðgerðarhjálp á Ríkishospitalinum, tí nú ein dagin visti sjónvarpið, ella var tað kanska útvarpið, tey tíðindi, at landsstýrismaðurin við sjúkraverkið um hendi fer at flyta fleiri milliónir, sum eru játtaðar Ríkishospitalinum í tí lamskorna blokkinum, til Landssjúkrahúsið! Gu?viti hvat tað næsta verður, sum skal smoyggjast inn á okkum?










