undirvísing. Tá eg skuldi til próvtøku í 80-unum var eingin hjálp at heinta, tú mátti klára teg sjálva ella fekst tú einki prógv. Í dag kunnu sernæmingar eftir viðmæli frá Førleikastovuni ella Sernám sita saman [...] vit hyggja eini 50-80 ár aftur í tíðina, var peningur, sum avgjørdi, um til bar at halda fram í skúlanum ella um farast skuldi til arbeiðis. Her kom tá broyting í, og fíggjarligar stuðulsskipanir vórðu [...] vitan? Hvussu skulu vit øll verða javnsett, tá tað kemur til vitan ella fakligheit? Skulu børn, sum eiga t.d. orðblind foreldur, ikki hava rætt til somu hjálp heima við hús, sum onnur børn? Er tað fakliga
veg tú velur. Boðskapurin í Alice í ævintýralandið snýr seg m.a. um, at tú ikki veit hvagar tú ætlar, so er ikki lætt at velja kós, tá tú kemur til ein krossveg – hvørki sum persónur, fyritøka ella í politikki [...] ein tilgongdin hugsar um hvussu tú kann skapa best gjørligu støðuna fyri tína fyritøku, meðan hin tilgongdin hevur fokus á samfelagsbúskapin, á heildina. Sum tú spyr, fær tú svar! Í kendu søguni um Alice [...] tikið til – heldur ikki eitt val av limum í Búskaparráðið (og nevnd Landsbankans). Nýggja manningin í Búskaparráðnum hevur fakligar førleikar og dygdir, ongin ivi um tað. Men sum tú spyr fær tú svar –
eitt fak, ið hevur nøkur boð upp á hvat er gott og ringt í fleiri av lívsins viðurskiftum. Eins og innan flest allar professiónir finnast sjálvandi ymiskir skúlar kring uppaling, og hevur sonevnda ”re [...] tað veri seg á persónliga ella fakliga økinum. Eg meti sjálvur, at tað hevur týdning, at fáa nógv ambitiøs ung – kvinnur sum menn – at lesa pedagogiskar professiónir, og til tess er neyðugt at lyfta p [...] hyggja eftir hvussu pedagogarnir eru við til at broyta uppalingina kvalitativt. Fyri tað fyrsta læra børnini nakrar heilt aðrar normar og leiklutir enn tey kundi lært í eini heimligari uppaling. Ein slík støða
danskur blokkur, sum heldur teimum á lívi? Hvat skal maðkurin siga við tað kjøtið, hann skríður í? Hvat skal mýggjabitin siga við tann, hvørs blóð hann sýgur? Hvat skal laksalúsin siga við sín laks? Sambært [...] antin í bundnari troyggju ella boblujakka. Allir hipstararnir í Sirkus vóru antin í klæðunum hjá abba sínum – ella ommu síni. Allir menninir í Maverick stemmaðu uppá í Bigga ella Beinir. Allir hipstararnir [...] val: Eg kundi halda eina hátíðarliga setanarrøðu um søgu og mentan – ella eina meira lætta, óbundna midnáttarrøðu, har eg kundi siga hvat eg vildi. So tað var ikki so ringt at velja. Men so bleiv alt avlýst
fólki til fakið. Skulu vit sum samfelag varðveita støðið í vælferðini, soleiðis sum vit kenna tað í dag, eru ikki stundir til drál, men farast má til verka beinanvegin. Heilsurøktarafelagið hevur í fleiri [...] sanniliga hevur og kemur at hava brúk fyri, er, at flokkarnir til hesa útbúgving gerast meira enn hin eini, og haraftrat er neyðugt, at útbúgvingin verður meira fleksibul og gevur betri atgongd til víðari [...] vaktirnar gera, at tú følir teg at hava minni frítíð, eins og vaktirnar gera, at bæði sosiala lívið og frítíðarlívið verður skert. Í okkara arbeiði verður tú skorin fyri nøkur ting í lívinum - ella, at tingini
Viðmerking til greinina hjá Johnny í Grótinum í Dimmalætting tann 28. mai 2021. Síða 13 undir yvirskriftini Landsbankin dugir tjóðarroknskap . Johnny ger viðmerkingar til grein eg havi skriva við heitinum [...] útlendsk virðisbrøv, antin beinleiðis ella umvegis bankarnar . Hetta heldur Jón Joensen vera “ørvitistos úr enda í annan”, tá virðisbrøv ikki eru partur av hvørki handils- ella tænastujavnanum, og tí ikki kunnu [...] Hetta er Montanus retorikkur tá hann er best. Tað ber illa til at krógva veruliga boðskapin í líkningini betur. At brúka henda identitetin til nakað skilagott er fyrst og fremst ógvuliga ivasamt. Fyrst
tá fer ikki longur at bera til hjá mær at fara á netbankan ella í mín boks, tí eg havi ikki snildfon, eiheldur teldil og tískil kann eg ikki brúka appu og hvat annars skal til fyri at brúka heilt vanligar [...] hamskift! Ikki bara skal eg hava snildfon og ella teldil fyri at brúka appuna. Havi eg hvørki, skal eg keypa ein geyma, sum eg kann brúka til telduna. Hvat hugsa tit fyri tykkum? Hava tit als onki samband [...] vanligar almennar tænastur. Eg veit ikki, hvør hevur ment hetta nýggja, men eg veit, at tey hava fingið boð frá fíggjar- og vinnumálaráðnum til at gera arbeiðið, og tey boðini kunnu ikki hava verið serliga
hjá Villarreal. Tað hevur eisini verið funnist at Ole Gunnar Solskjær, fyri ikki at skifta málverja beint undan brotssparkskappingini, tí statistikkurin sigur, at David De Gea hevur ikki bjarga einum brotsspark [...] brotsspark síðani apríl mánaði í 2016, og síðani tá hevur latið 25 brotsspørk inn. Hinvegi hevur Dean Henderson bjargað átta ferðir. ##med2## Tað nýggjasta er, at Bruno Fernandes, liðskipari hjá Manchester [...] støðu, har hann bara kann javna við at skora, ella kosta Manchester United steypið, um hann brennur. Sálarliga trýstið verður mett sum størsti faktorurin til, at liðið, sum skjýtur næst tapur. Tað endaði
varð víst í tveimum pørum í mars og apríl, hevur longu havt tað úrslit, at Samherji hevur játtað at rinda tað sum svarar til 350 milliónir íslendskar krónur til føroyska statin. Í fyrsta partinum av Teir [...] frá Samherja”. Kjarnin spurdi Barbaru, um hon hevur upplivað trýst ella ógvusligar atfinningar, sum hon heldur kundi sporast til Samherja, antin beinleiðis ella óbeinleiðis, eftir at sendingarnar vórðu sendar [...] íslendskum til føroyskt við loyvi frá Kjarnini. Hon varð upprunaliga almannakunngjørd á kjarninn.is sunnudagin 23. mai) Bólkurin, sum hevur vart æruna hjá Samherja síðani ársenda 2019 á ymiskan hátt, hevur ikki
á arbeiðsdegnum avgerandi fyri, hvussu nógv verður avrikað hvønn dag, ella hvussu nógv verður lært hvønn dag? Ella er tað hvussu tú skipar dagin og effektivitetin í arbeiðnum? Fyrstu arbeiðstímarnir og [...] eg væl til skúlalívið. Har er mín hugsan, at mest kemur burtur úr einum skúladegi fyrra partin av degnum. Heldur minni kemur burturúr eftir døgurðasteðgin, og eftir kl. 13.30 er orkan, bæði til innlæring [...] tættir áttu eisini at verið tiknir til viðgerðar í sambandi við endurskoðan av skúlaskipan okkara. Vit eiga at endurskoða longdina av skúladegnum. Tvungin hjálparskipan til skúlating og harvið tillagað heimarbeiði