Hvat gert tú Bruno?

Europa League: Er ein avger hjá Bruno Fernandes orsøkin til, at Manchester United misti fyrimunin

Mikukvøldið vann spanska Villarreal finaluna í Europa League. Teir vunnu á favorittunum úr Manchester United, eftir eitt marathon av eini brotssparkskapping. Avgerðin fall ikki fyrr enn í 22. sparkinum, tá David De Gea, málverji hjá Manchester United, brendi.

 

David De Gea hevur fingið nógvar ákoyringar fyri sín lut í tapinum. Tað er ikki so nógv tað brenda brotssparkið, men heldur at hann ikki var serliga nær við at bajrga nøkrum av teimum 11 brotsspørkunum hjá Villarreal.

 

Tað hevur eisini verið funnist at Ole Gunnar Solskjær, fyri ikki at skifta málverja beint undan brotssparkskappingini, tí statistikkurin sigur, at David De Gea hevur ikki bjarga einum brotsspark síðani apríl mánaði í 2016, og síðani tá hevur latið 25 brotsspørk inn. Hinvegi hevur Dean Henderson bjargað átta ferðir.

 

##med2##

 

Tað nýggjasta er, at Bruno Fernandes, liðskipari hjá Manchester United á degnum, tók ein avgerð, ið statistiskt gav Manchester United ein verri møguleika. Villarreal vann fyrsta lutakastið eftir longdu leiktíð og slapp at velja síðu. Síðani vann Manchester United seinna lutakastið, men Bruno Fernandes valdi at Villarreal skuldi skjóta fyrst.

 

Tað ljóðar kanska ikki sum ein býtt avgerð, men ein uppteljing sigur, at liðið, sum skjýtur fyrst, vinnur umleið 60 prosent av ferðunum. Ástøðið sigur, at hetta er tí at trýstið er nógv størri at skjóta, tá hitt liðið er frammanfyri.

 

Her enda vit so aftur hjá David De Gea, sum ikki er vanur við at skjóta brotsspark. Hann stendur í eisini støðu, har hann bara kann javna við at skora, ella kosta Manchester United steypið, um hann brennur. Sálarliga trýstið verður mett sum størsti faktorurin til, at liðið, sum skjýtur næst tapur.

 

Tað endaði 1-1 í vanligari leiktíð. Hetta er fjórðu ferð, at Unai Emery vinnur Europa League. Fyrrverandi venjarin hjá Arsenal hevur eisini vunnið Europa League tríggjar ferðir við Sevilla.

 

##med3##