varð farið undir verkætlanina av nýggjum. Føroyska whiskyið skal liggja á tunnu í minst trý ár, áðrenn tað kann seljast sum whisky. Tunnurnar verða goymdar í bygningum, sum eru gjørdir við íblástri úr føroyska [...] Tað byrjaði við tveimum kórsangarum, einum felags áhuga fyri whisky og einum skota, sum ótilvitað setti gongd á ein føroyskan dreym. Í dag stendur eitt framkomið distillarí í Vestmanna, har føroyskt whisky [...] Isles Distillery. ##med2## Bogi Mouritsen og Dánial Hoydal kendust frá kórsangi, men funnu skjótt út av, at teir eisini høvdu áhugan fyri whisky í felag. Longu í 2008 fóru teir undir at kanna møguleikan
PKU-kort, sum verður sent til SSI í Danmark, har kanningarnar fara fram. PKU-kortini hjá føroyskum nýføðingum verða framhaldandi send til SSI og verða partur av kanningunum, sum stovnurin fremur av øllum [...] nú fylgja kanningarúrslitini so við. Allir nýføðingar, sum verða føddir í Føroyum, fáa tilboð um at verða kannaðir fyri 25 viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða funnar og [...] árunum er víðkað til at fevna um alt fleiri sjúkur. Tær dáturnar, sum nú eru latnar Heilsustýrinum, fevna tó bert um dátur hjá børnum, sum eru fødd í Føroyum í 2009 ella seinni. Hesar dáturnar verða mettar
Endamálið er at savna familjur, sum hava fingið børn sum eru fødd ov tíðliga, tí ofta kenna foreldur seg einsamøll í hesi støðuni. Skrá: - Vælkomin - Val av fundarstjóra - Val av skrivara - Røða við premat [...] prematur-familju Harriet og John Av Gørðum - Framløga av endamáli felagsins - Viðgerð og samtykt av viðtøkum - Røða við prematur-familju Marin Jacobsen - Val av nevnd - Ymiskt Øll áhugaði eru vælkomin.
univers av rørslu og litu, ið sprettir úr dreymakenda hugaheimi hennara. Við síni visuellu eksperimerandi tilgongd er hennara myndamál í støðugari broyting, og framsýningin speglar tað stað, hon sum listakvinna [...] ungur. Eitt afturvendandi tema í listini hjá Jógvani er menniskjað, og sambandið millum menniskju, sum verður lýst í abstraktum og hugvekjandi myndum. Faroese art exhibition in Reykjavík On Saturday, August
ikki at fáa norska partin av endaspælinum at bera seg. Norges Håndballforbund váttar fyri norska miðlinum VG, at sambandið hevði eitt hall upp á 9,5 milliónir norskar krónur av EM. Tað svarar til umleið [...] skipaði fyri EM saman við Danmark og Svøríki og hevði tveir av innleiðandi bólkunum. Føroyar spældu sínar dystir í Oslo, har stórar fjøldir av føroyskum áskoðarum vóru við til at seta sín serliga dám á [...] stuðli. Til EM í januar kom eingin almennur stuðul. Danmark og Svøríki høvdu hinvegin avlop av sínum parti av EM, upplýsir Erik Langerud fyri VG. – Øll onnur tjena pengar Noreg skal aftur vera vertur fyri
stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya, heldur, at føroyski vertsskapurin er ein ítøkilig mynd av broytingunum, sum eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini. – Tað samsvarar væl við vanligu gongdina [...] var vertur fyri fundinum. Á fundinum skulu leiðararnir millum annað umrøða Helsingfors-sáttmálan, sum er grundarlagið undir Norðurlandaráðnum. Sambært Heina í Skorini hevur Mette Frederiksen arbeitt fyri
fyri lesandi og starvsfólk, sum koma til Føroya ella fara av landinum, lúka evropeisku krøvini. Setrið skal eisini taka støðu til, hvørji fak og útbúgvingarøki skulu fevnast av fyrstu skiftisavtalunum, og [...] lesandi á Setrinum skulu kunna taka partar av útbúgving síni í fakum, sum ikki verða boðin út í Føroyum. Samstundis skulu lesandi uttanlands kunna taka partar av útbúgving síni á Fróðskaparsetrinum. Hetta [...] Føroyar skulu eftir ætlan gerast partur av Erasmus+ í 2028, og sambært Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eru Føroyar væl við í fyrireikingunum. Tað sigur hann í svari til ein skrivligan
lógaruppskoti, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Verður uppskotið samtykt, kemur yvirtøkan í gildi 1. januar 2027. Málsøkið er í dag felagsmál, hóast tað verður umsitið og í høvuðsheitum fíggjað av føroyskum [...] stoffer , sum fyrstu ferð varð sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan í 1956. Lóggávan er síðani broytt fleiri ferðir, seinast við reglum frá 2025. Føroyar eru eisini bundnar av altjóða skyldum [...] verandi skipan er ov tung, heldur landsstýrið. Serliga verður víst á trupulleikan við nýggjum rúsevnum, sum koma á marknaðin. – Viðvíkjandi rúsandi evnum er alneyðugt, at nýggj rúsandi evni stundisliga verða
ar og avgerðir undir trýsti. Ein týðandi partur av føroyska talgilda undirstøðukervinum og teimum tænastum, sum samfelagið er bundið at, verður rikin av privatum virkjum og almennum stovnum. Gott samstarv [...] og vinnu er tí ein grundleggjandi partur av føroysku nettrygdartilbúgvingini. Lesið eisini: Netálop skulu styrkja fyritøkur í Føroyum og Grønlandi Hvat slag av venjing er talan um? Venjingin er verklig [...] avleiðingarnar av ymiskum avgerðum og venja seg í at handfara eina veruliga kreppustøðu. • Fyri stór og smá: Venjingin vendir sær til bæði smá og stór virki og stovnar, eisini tey, sum ikki hava egin
útbygging av Rosebank kann bæði styrkja vónina um kolvetnisfund føroysku megin markið og skapa arbeiðsmøguleikar hjá føroyskum veitarafyritøkum. Tað sama er galdandi fyri Cambo-leiðina, sum eisini liggur [...] orku, men um eina samanseting av báðum, sigur Beinir Johannesen. Níggju brunnar boraðir Leiting eftir olju og gassi fór fram á føroyska landgrunninum frá 2000 til 2014. Spor av bæði olju og gassi vórðu funnin [...] funnin, men ikki í nøgdum, sum kundu bera eina vinnuliga framleiðslu. Tilsamans vórðu níggju leitibrunnar boraðir. Føroyska vónin er, at ein útbygging av Rosebank og møguliga eisini Cambo kann geva nýggja