góður morgunmatur verið fyri starvsfólkum og børnum á stovninum, hoppiborg stendur uppi, og millum klokkan 15 og 17 í dag verður kaffi, frukt og kaka at fáa. Tað siga tey í Sunda kommunu í dag, og her verður [...] Sunda kommunu fegnast tey um góðu dagstovnarnar - og ikki minst dugnaligu og støðugu starvsfólkini á stovnunum. - Við hesum vilja vit ynskja dagstovninum við Stórheygg og starvsfólkunum hjartaliga tillukku
sum hava formansskapin, hava skotið Verkafólk upp til nevndarsess í NTF, á norðurlendska aðalfundinum í juni í ár, og sostatt fáa Verkafólk ein av 9 nevndarsessum í hesum felagið. NTF fevnur um arbeiðarar [...] umboða okkum. Tey sum tosa nógv frá í erva! Á kontórum, í løgtinginum, í stýrum og nevndum. Tey tykjast langt síðan at hava gloymt arbeiðaran, ið stríðist fyri at fáa samfelagshjólini at mala.. Tað eru vit [...] við einum krana, ella á einum byggiplássi, ella arbeiða við burturkasti, við einum ryggi sum longu er slitin í 50-árunum. Kenna hesir politikarar til fótakulda í 30 ár út í eitt á einum køldum, vátum f
skaðilig evni eru í. - Vit ynskja at veita føroyskum familjum góð og bílig barnaklæðir, sum tey kunnu fáa fatur á beinanvegin - uttan at noyðast at bíða eftir sendingum úr útlondum ella rinda eyka fyri toll og [...] aftur verður á torginum í SMS. Hetta er eitt gott høvi hjá øllum at royna hesi merkini og finna útav, um hetta ikki er nakað fyri tey. - Vit vilja fegin geva øllum møguleikan at uppliva góðskuna á hesum klæðunum [...] Í Alvaró í SMS hava tey lagt stóran dent á, at øll skulu hava møguleikan at keypa góð barnaklæðir fyri ein bíligan prís. Seinastu árini hava Ásvør og Hallgerð, sum eiga og reka Alvaró, selt fleiri merkir
Eftir ætlan skuldi málið verið viðgjørt á tingfundinum í gjár, soleiðis at tað endaliga kundi samtykkjast við 3. viðgerð á tingfundi í morgin. Men sum síðsta mál á skránni, so gjørdist dagurin í gjár ov [...] ov stuttur, og tá løgtingsforkvinnan kundi staðfesta, at tað vóru ikki stundir at fáa málið liðugt viðgjørt fyri midnátt í gjár, so valdi hon at útseta málið til tingfundin í dag. Og tað var helst skilagott
fólki á arbeiðsmarknaðinum lutfalsiga. Tað merkir stór undirskot í almenna húsarhaldinum og størri trýst á okkum, sum koma út í arbeiðslívið. Tað er trupult at kenna seg spenta upp á at koma út á arbei [...] annað í røðu síni á 1. maidagshaldinum í Vágsbotni í dag: Góðu fundarfólk! Vit eru samlaði her í dag fyri at hátíðarhalda og vísa samhaldsfesti millum arbeiðarar, og fyri at minna á tey rættindi, sum ikki [...] at eg endiliga fái húgvuna í summar. Tað er ein spennandi tíð, har allar pisurnar fara á flog og skulu royna seg á arbeiðsmarknaðinum. Men eg veit eisini, at vil eg liva eitt virðiligt lív í hesum samfelagnum
Hetta er fyrstu ferð viðgerð fyri barnloysi verður skipað við lóg í Føroyum. Nú fáa pør og stakar kvinnur, ið hava tørv á hjálp at gerast foreldur, lógartryggjaðan rætt til viðgerðina. Samstundis fær h [...] lógini, at viðgerðin fyri barnloysi verður framd í Sjúkrahúsverkinum eftir ávísum treytum – eitt nú fáa pør og stakar kvinnur rætt til viðgerð til tvey børn, og kvinnan skal ikki verða eldri enn 45 ár, tá [...] hesari lóg geva vit fólki, sum ynskja at gerast foreldur, rættartrygd og greiðar karmar. Samstundis fáa okkara heilsustarvsfólk eitt greitt lógarverk at virka eftir – tað skapar tryggleika fyri øll, sigur
og grønmetisspírar á parkeringsøkinum við býráðssalin, og veita kunning um, hvussu ein kann gróðurseta trø. Samstundis verður ein ókeypis súkkluverkstaður á Vaglinum, har fólk kunnu fáa smærri viðlíkahald [...] minka um CO2-útlát og at stuðla burðardyggum ferðsluháttum. Á veghæddini á Býarbókasavninum skipa tey fyri klædaumbýting. Her kunnu onnur fáa gagn av klæðunum, tú ikki brúkar longur, og samstundis kanst [...] Steinin á fjalli og Niðaná. Koyrt verður við býarbussinum til Velbastað og verða heintaði aftur við bussi. Túrurin er ókeypis, men tað er neyðugt at melda seg til. Avmarkað nøgd. Nógv spennandi á skrá alla
meta um støðuna á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn eftirlønaraldurin verður hækkaður. Við hesi nýggju lógini sleppur Løgtingið sær undan at hyggja vanliga føroyingin í eyguni og viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum [...] Soleiðis skrivar Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Hon skrivar soleiðis á heimasíðu felagsins hendan 1. mai: »Fríggjadagin fer uppskotið um at hækka eftirlønaraldurin til 3. [...] útreiðslurnar sum kunnu væntast. FFS hevur spurt, hvørji tiltøk Løgtingið ætlar at seta í verk fyri at fáa flest fólk at arbeiða sum longst. FFS hevur eisini spurt, hvussu ætlanin er at tryggja, at flest møguligt
Kommuna og Føroya Banki hava í eina tíð samrátt um ognarviðurskiftini av avgreiðslubygninginum á matr.nr. 374, á Sjógøtu 2 og 4. Higartil hava partarnir átt bygningin í felag, men nú er semja gjørd um, at [...] Kommuna eigari av allari ognini á Sjógøtu 2-4. Eisini er langtíðarsáttmáli undirskrivaður millum Tvøroyrar kommuna og Føroya Banki um, at bankin leigar verandi avgreiðsluhølir á veghæddini, umframt partar av [...] Kommuna keypir partin hjá Føroya Banka, skrivar tvk.fo. Føroya Banki, sum eigur helvt av bygninginum á Sjógøtu 2-4, vendi sær til Tvøroyrar kommunu í 2024 við fyrispurningi um, hvørt kommunan hevur áhuga
samanhaldið, sum var millum verkafólk tá á stóð, byggja vit nú víðari á. Tað er ongin ivi um, at tøk skulu takast fyri at tryggja, at verkafólk eisini fáa sín uppiborna lut á arbeiðsmarkaðinum og samfelagnum. [...] Tørvur er á eini sterkari verkafólkarødd, tí hava fakfeløgini valt at ganga saman í samstarv, sum hevur til endamáls at seta á skrá umstøður og rættindi hjá verkafólkum, at bøta og betra um rættindini [...] og at fáa betri sáttmálar. Verkfólk umboða túsundtals verkafólk á sjógvi og landi. Verkafólk vísti veruliga sítt virði og hvat tey eru gjørd av, tá ið tey fyri einum árið síðani fóru í verkfall og fingu