Jesus. Kristniboðsstøðin her í Gidole liggur høgt, 2250 m yvir havinum. Fjøllini kunnu vera einar 3.000 metur høg á hesum leiðum. Her uppi kundu tey uppliva hegling, og tað kundu tey eisini í Gidole. Stundum [...] loksins komu við henni. Væntaði ikki, at hon bleiv til fólk aftur. Men tað er ótrúligt, sum brunasár kunnu lekjast aftur. Ein dagin komu tey við einum seks ára gomlum drongi, sum var bitin av eini slangu eina [...] sum skuldu blíva útlærdir sum lærarar. Men knappliga komu deyðsboðini um Kiffele, sum var ein av hesum deingjum. Hann gjørdist bert nøkur og tjúgu ára gamal. Hinir komu aftur til Konso og gjørdust lærarar
tablettir heim við sær, og hann var biðin um at taka eina hálva tablett um dagin í 10 dagar. Hann játtaði hesum og fór heim. Nakrar fáar dagar seinni kom hann aftur í góðum lag og takkaði mær so hjartaliga fyri [...] at tað hongur niður frá búkinum. Hóast tað mugu tey arbeiða úti á markini. Men fáa tey viðgerð, kunnu tey lekjast, og so minkar miltið so við og við. Sjálv havi eg havt malaria og eisini tyfus. Men eg [...] til tann partin av landinum, men hvat var tað til so mong? Tað er ikki vanligt fyri bøndurnar á hesum leiðum at leggja niður fyri til fleiri ár. Tað mest vanliga er at sáa so mikið, at tað kann røkka
etiopiska markinum móti Kenya. Eg havi eisini siglt um ánna. Á vegnum koyrdu vit gjøgnum ein part av hesum veldiga stóra slætta, sum er fleiri ferðir til støddar sum Føroyar. Vit sóu nógv vill djór á leiðini [...] tíman úr Konso. Ikki bar til at koyra skjótari enn hetta, sum vegirnir vóru! Náttúran er sera vøkur á hesum leiðum. Dalurin liggur í einum landsluti, sum kallast Suður Omo. Grannalondini til hendan partin av [...] sum tekur 500 fólk. Støðin hevur eisini skúla frá 1. til 8. flokk við umleið 230 næmingum. Afturat hesum er skúlaheim til 400 næmimgar. Hetta heim er eisini fyri næmingar á almennum skúlum í býnum. Yrgalem
hugburð. Fyrst og fremst skuldu tey fáast at halda, at eingin Gud var til. Hugburðurin var, at “vit kunnu megna alt sjálvi!” Atsóknin móti teimum kristnu byrjaði. Tað var umráðandi at fólk ikki skuldu koma [...] teimum kristnu. Eg kendi persónliga nøkur av teimum. Seinni upplivdi eg tað gleðiliga, at summi av hesum komu aftur til Jesus og fingu fyrigeving fyri tað, tey høvdu gjørt. Var Karl Marx amerikanari? Øll [...] frálæru. Etioparar eru eitt stolt fólk og lata seg ikki uttan víðari taka á bóli av slíkum. Afturat hesum vóru hesir fundir ofta hildnir mitt á degi, tá ið tað var allarheitast. Summi sovnaðu mitt í tí heila
pláss var. Ein av hesum var so álvarsliga skaddur, at hann doyði. Hinir sluppu við lívinum. Áhugavert var at síggja, hvussu starvsfólkini á sjúkrahúsinum vóru fús til at hjálpa hesum, sum fyri stuttari [...] Endiliga hoyrdist bildun. Nógvir bilar komu koyrandi, hvør aftaná annan, sum vanligt er til brúðleyp á hesum leiðum. Genturnar settu nú á at syngja og klappa harðari enn fyrr. Brúðgómurin sat í tí fremsta bilinum [...] helt eina góða talu um brúdleypið í Kána. Tá ið døgurðin var etin, varð ein stór køka borin inn. Í hesum sambandi var tað vanligt, at brúðargestirnir góvu brúðrini eitt nýtt navn, sum skuldi nýtast í heiminum
fram á hesum samkomum: Mánadagin 30. november kl. 19.30 í kirkjukjallaranum í Gøtu Týsdagin 1.desember kl. 19,30 í Miðlahúsinum í Havn Mikudagin 2. Desember kl. 20 í Emmaus í Klaksvík. Á hesum samkomum [...] Lesarar hildu hetta vera sera áhugavert. Hetta gav aftur hugskotið at geva frásøgnina út í bók, so fólk kunnu eiga hana savnaða. Tað er so tað, sum er gjørt her. Trúboðan og sjúkrarøkt Í høvuðsheitum er innihaldið [...] ger hetta bert frásøgnina enn betri. Myndir lýsa ofta eina frásøgn betur enn nógv orð. Eingi orð kunnu lýsa betri týdningin av missións- og sjúkrarøktarvirkseminum enn báðar myndirnar í bókimi av Robu
hevði fingið, so eg gav henni av tí sindri eg hevði. Tá kom ein av hesum óndsinnaðu kvinnuligu vaktunum til staðar. “Tú skal ikki geva hesum vána menniskjanum nakað”, segði hon. So tók hon matin frá gentuni [...] kirkjutíð. Tað varð heldur óregluligt við gudstænastum aftaná hesa hending. Tey, sum sótu longst í hesum umfarinum, sótu í umleið hálvan triðja mánað. Millum hesi vóru eisini nakrar ungar gentur, sum eg [...] skulu ikki vera bangin. Vit vita, at menniskju verða ikki frelst uttan við trúgv á Jesus. Hvussu kunnu tey trúgva, um tey ikki hoyra um hann?” So hoyrdi eg ein drong siga: “Elsabet! Nú mást tú ansa tær
teimum kunnu eisini nýtast til onnur endamál sum øskubakkar. Rundan um hesar smáttur hjá hvørjum húski eru træsteyrar sum ein gyrðing. Innan hvørja gyrðing eru tískil 5-6 smáttur. Tað kunnu vera 16-17 [...] var komin til Konso, har eg skuldi virka. Hetta var 5. oktober 1960. Eg skal greiða eitt sindur frá hesum plássi, sum eg upplivdi tað tá. Missiónsstøðin var í eini brekku stutt uttanfyri bygdina Bakaule [...] 16-17 persónar, sum búgva í eini eind. Í eini bygd kunnu vera 20-100 slíkar eindir. Alt tykist at vera væl skipað. Túnatos Mitt í bygdini eru nakrar størri smáttur, sum standa á træbulum. Hesar verða kallaðar
á grøvina. Tað er ikki altíð, at tað verður gjørt so nógv burturúr tí sjónliga eftirmælinum sum í hesum førinum. Seinni kom ein kristin kirkjugarður, sum hoyrdi til kirkjuna. Jól og páskir í Etiopia Í [...] frætt, at hon er gift og hevur fingið eitt barn. Hetta er sera týdningarmikið at kunna fáa børn, sum kunnu taka sær av einum, sum frá líður. Tað verður mett sum ein vanlukka hjá gentu ikki at blíva gift og [...] er tað, at kommunisman kemur við hennara ágangi móti kristindóminum. Nógv kristin vóru ávirkað av hesum. Millum hesi var tíverri Negash. Hann var ein evnaríkur maður. Eina tíð fekk hann leiðandi starv á
Til heystar eru 10 ár síðani kollveltingina. Ætlanin er at hava stórt hátíðarhald um alt landið í hesum sambandi. Fólk vórðu mánaðir frammanundan tikin út til skrúgongu til hátíðarhaldið, sum skaldi [...] tænt Satan, og vit ætla at halda áfram at ofra til tað stóra træið, sum stendur her uttanfyri. Tit kunnu læra børnini og tey ungu, men vit vilja halda áfram sum fyrr.” So fóru teir út í myrkrið. Tey ungu [...] staðni frá, eisini útlandinum sum Amerika og Europa, at hyggja at. Sólarmyrkingin “sást” serliga væl á hesum leiðum. Trøllkonan Sui Ein partur av søguni hjá Shamebo er eisini søgan um Sui. Eg kom at kenna hana