áhaldandi at stytta um ferðatíðirnar millum tey ymisku økini í landinum, økja vit um møguleikarnar fyri bæði menning og trivnaði í øllum Føroyum. Tað er í tí ljósinum, at vit skulu síggja hesa íløguna. Um fá ár [...] bert finnast í meginøkinum. Løgmaður vísti á, at tað, sum í dag tekur ein tíma ella kanska enntá meira við bíðitíð, fer einans at taka umleið 20 minuttir - hiðani úr Traðardali og inn í miðbýin í Havn. Hetta [...] Johannesen, vísti við hátíðarløtuna á Sandi í dag á, at hesin dagur er byrjanin til enn eitt stórt framstig í føroyskari samferðslusøgu. Føroyar taka eitt risa fet inn í framtíðina, og hetta er samstundis ein
Seinnapartin í dag var fyrsti dysturin hjá manslandsliðnum í hondbólti, sum í hesum døgum er á Kypros fyri at spæla tríggjar HM-undandystir í tríggjar dagar ímóti ávikavist Sveis, Hvítarusslandi og Kypros [...] Kypros.Spælt verður í Cypros College Athletic Centre í Nicosia, sum ikki er ókent fyri føroyingum, tí eitt nú var kvinnulandsliðið har í mars mánaði í 2008 og spældi Challenge Trophy-kapping. Sum sagt, er [...] Tá vann Sveis 30-23 í Føroyum og 35-21 niðri í Sveis. Føroyar skulu so í morgin klokkan eitt møta Hvítarusslandi, ið væntandi er minst líka sterkt sum Sveis, og síðsti dysturin verður sunnudagin á miðdegi
Jóhannus Mikkelsen, Skáli. Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum kl. 14, og veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30. Brúdleyp Leygardagin 17. okt. giftast í Keypmannahavn Elin Gullaksdóttir Madsen [...] giftast í Ebenezer i Tórshavn, Ásla Dam úr Tórshavn og Hanus S. Rasmussen úr Søldarfirði. Aftaná vígsluna eru øll hjartaliga vælkomin til ein drekkamunn í Ebenezer. Veitslan verður á Hotel Føroyum kl. 12 [...] Eliasen, Leirvík, og Fríðrik Heinesen, Tórshavn. Vígslan verður í Ebenezer Tórshavn kl. 13, og veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.
óhugsandi, at tað kemur í land í Føroyum. Tí er tað rætt at kanna, hvussu vit kunnu samstarva við Bretland um tað, skuldi tað hent, at feløgini finna so mikið av olju og gassi í okkara øki, sigur lands [...] millum annað áhuga í samhandli innan teleøkið, KT-økið og oljuvinnu. Umframt fundin við All Party Group vóru Jóhan Dahl og Petur Joensen á fundi í tí stjórnarráðnum, sum umsitur oljuvinnuna í bretskum øki. [...] feløgunum, sum koma at virka í føroyskum øki. -Sum er sigur tann føroyska lóggávan, at alt skal um føroyskan bryggjukant, men finna vit olju ella gass í rakstrarverdum nøgdum í føroyskum øki, so er spurningurin
Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen, helt røðu í dag, tá limir í felagnum, sum eru í verkfalli, vitjaðu í Klaksvík. - Sjálvandi skulu vit hava løn fyri okkara arbeiði. Vit selja okkara [...] hjálparfólkum. Forkvinnan legði aftrat, at eingin kommuna í Føroyum hevði klárað seg í dag uttan ein góðan dagstovn, har foreldur kunna lata børn síni upp í hendurnar á dugnaligum starvsfólkum, sum geva alt sítt [...] har tey eru gjøgnum dagin, segði Maud Wang Hansen eitt nú í røðu síni í Klaksvík í dag. Tað er Norðlýsið, sum eigur myndina av forkvinnuni í Føroya Pedagogfelag.
bolverkið ímóti loysingar- og fullveldiskreftunum í hesum landi. Ríkisfelagsskapurin og Heimastýrisskipanin hava roynst Føroyum hollur vinur í meira enn seksti ár. Í tøttum samstarvi við stjórnina og Fólkatingið [...] Jóhan Dahl í fráboðan. Er Sambandsflokkurin vorðin loysingarflokkur? Henda spurning fekk eg fáar minuttir eftir, at tingfundurin ólavsøkudag var lokin og løgmansrøðan varpað út í hvønn krók í landinum [...] álvarslig støðu, sum er íkomin í Sambandsflokkinum, bæði politiskt og skipanarliga. Sum næstformaður í Sambandsflokkinum má eg siga akkurát sum er. Eg frætti um innihaldið í ólavsøkurøðuni nakrar fáar minuttir
búskaparkreppuna í fyrru hálvu av nítiárunum hava vit havt minking í fólkatalinum trý ár á rað. Hetta er størsta vandamál hjá føroyska samfelagnum í løtuni. Tølini, sum ávirka fólkatalið í Føroyum, er skakandi [...] 500, men tað er minkað munandi seinnu árini – í fjør var tað bert 212. Eftir góðan fólkavøkstur árini frá 2005, eru tað blivin sløk trý hundrað fólk færri í landinum síðani 2009. Tað, sum er mest ræðandi [...] ræðandi, er, at Føroyar serliga missa ungar kvinnur – kvinnur í burðarførum aldri. Tað er natúrligt, at fólk fyrst í 20’unum fara av landinum at lesa, og ein partur kemur sjálvsagt heimaftur, men sum gongdin
hetta saman við okkum leygardagin tann 26. mars kl. 17 í hølunum hjá Dansifrøði í Havn. Tit kunnu tekna tykkum við at siga okkum frá ella sms'a í seinasta lagi 1. mars. Tlf.nr. eru 316022 ella 214022. [...] Brúdleyp Leygardagin 9. apríl kl. 13 giftast í Kvívíkar kirkju, Jacoba Vang, Leirvík og Leif Sjúrður Petersen, Leynar. Vælkomst, uttan børn, verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30. Tey, ið vilja gleða okkum [...] hjúnini Mia og Joen Magnus (Helle) Justinussen, Leirvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við teimum, vinarliga sigið frá innan 20
inn í gamla skúlan í bygdini, sum er settur í sera snotiligan stand av m. a. Mikkjal Joensen, har boðið varð til ein betri bita. Síðani gekk leiðin yvir í smiðjuna, har borgarstjórin Gunvá við Keldu, helt [...] bodnir væl komnir 2. Verkstova, í hesum føri smiðjan, har framferðarháttur og handverk verður víst í verki. 3. Framsýning, sum vísir søguna og tøknina aftan fyri handverkið, í mynd og teksti. 4. Nýmótans [...] Í dag var stór móttøka í Mikkjals Smiðju á Trøllanesi, har umboð fyri Innlendismálaráðið, Uttarríkisráðið, Útoyggjafelagið, ferðavinnuna, Klaksvíkar kommunu o. o. vóru til staðar. Fyrst varð boðið inn
til miðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum. Lundin í Porkerishaga er fyrsta nýggja vindmyllulundin í Føroyum síðani 2014. Í fjørð varð biogassverkið Førka tikið í nýtslu. Tað framleiðir grøna el-orku sum svarar [...] fimmfalding av vindorkuni í meginøkinum. Hetta fer at hava við sær, at SEV fer at spara 30.000 tons av olju um árið. Umframt hetta er ein vindmyllulund tikin í nýtslu í Suðuroy í ár, sum kann framleiða umleið [...] Í hesi vikuni hava 12 privatar fyritøkur boðað frá, at tær hava bundið seg til at minka teirra útlát av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi eini helvt innan 2030. Tríggjar av fyritøkunum eru farnar so langt