mugu vit siga, at mark má vera fyri, hvat málfútar loyva sær at útseta okkum fyri. Av tí at tað ikki ber til at spyrja ta loyniligu málstjórnina, mugu vit gita. Orsøkin til, at ‘yvirtaka’ verður vrakað kann [...] kasta perlur fyri svín; vit kunnu senda eina heilsu til ein skyldmann, men vit kunnu ikki sleingja hana. Vit kunnu varpa ein ófriðarkropp út fyri dyr, men vit kunnu ikki fíra ein heiðursgest til borðs. Vit [...] lata seg forføra til eitt óhvast og til tíðir láturligt málbrúk. Tíðindafólk eru eisini farin av brúka vendingina “taka frástøðu”. Hetta týska orðafellið (Abstand nehmen) er blivið til ‘tage afstand’ á