ein partvís sólarmyrking í Føroyum. Í hesum sambandi bjóðar Veðurstova Føroya øllum áhugaðum at koma at hyggja at sólarmyrkingini saman við okkum, bæði í Havn og í Klaksvík. Í Havn byrjar tiltakið kl. [...] i á Hoyvíksvegi 69. Í Klaksvík verður tiltakið, um viðrar, uppi á Hálsi, og byrjar kl. 18:15 og endar kl. 19:30. Sólarmyrkingin sjálv byrjar kl. 17:56 og endar kl. 19:50, men er í hæddini kl. 18:54. V
Circle, varð stovnað í 2021, og hevur høvuðssæti í Hollandi og skrivstovur í Stóra Bretlandi, Italia, Grikkalandi og Fraklandi. Felagið tekur sær av at viðlíkahaldi av yvir 700 vindmyllum í Evropa, Norður Amerika [...] hjá Enercon og hava drúgvar royndir við ymsu myllunum hjá Enercon. Í juli hava fleiri lið av tøkningum hjá Full Circle verið í Føroyum, undir leiðslu av Lauru Collin, fyri at kanna og arbeiða uppá myllurnar [...] hava verið á eini venjingarlegu. - Hetta er eitt gott høvi at læra okkara fólk upp. Tá vit arbeiða í Bretlandi og á evropiska meginlandinum eru fjarstøðurnar øgiligar, og nógv tíð fer við ferðing og koyring
Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum var í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm [...] fiskiskapurin var nøkunlunda. Lagt verður aftrat, at á túrinum varð eisini siglt fram við landi og inn í nakrar holur við hondbóltsliðnum. - Føroyingurin á liðnum, ið hevur ættarbond úr Vestmanna, hevði turra [...] sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni. - Sum tøkk fyri túrin fingu bátaeigararnir, Jákup Martin Andreassen, Rógvi Nielsen
og granskar tað abstrakta. Hansina hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og øðrum londum, eitt nú í Keypmannahavn í Danmark og í Helsinki í Finlandi. Hansina kemur frá einari listariligari familju. Abbi [...] Smith og abbasystir hennara var kenda listakvinnan úr Vági Ruth Smith. Hansina er útbúgvin innan list í Íslandi og Finlandi. Framsýningin hongur uppi fram til 15. september 2026 og kann vitjast fylgandi dagar [...] 18:00 Um tað ikki er møguligt at vitja ásettu tíðir, kann ein hóskandi tíð finnast við at seta seg í samband við telefon 217055, fyri at finna eina hóskandi tíð. Hjartaliga vælkomin! www.gamlaseglhusid
einans kirkjurnar í Føroyum, sum hava fingið ábøtur, síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum málsøki í 2007. Prestagarðarnar vóru ein partur av yvirtøkuni. Málsøkið hevði tá í mong ár ligið í dvala, meðan bíðað [...] millum teir fyrstu, t.d. suðuri í Vági, á Viðareiði og á Sandi. Miðstaðarøkið hevði eisini stórar avbjóðingar t.d. í Fuglafirði og í Tórshavn. Í løtuni er stóraarbeiði í gongd á Tvøroyri. Kostnaðarmikil [...] hava eitt serligt skáp, ið verjir kirkjubókina, um eldur kom í húsini. Trygdin skal vera í lagi, so grundskrásetingin av fólkinum í Føroyum er væl vard. Bústaðarskyldu Teir kirkjubókaførandi sóknarprestarnir
- Í samband við, at ein stór partvís sólarmyrking verður í Føroyum hin 12. august, har umleið 91 prosent av sólini verður fjald, hava vit keypt brillur til íbúgvar í kommununi. Tað siga tey í Skopunar [...] kommunuskrivstovuni í Skopun frá 10. august klokkan 9. - Um sólarmyrking er at siga, at hetta er eitt náttúrufyribrigdi, har mánin kemur millum jørðina og sólina og forðar fyri ljósinum, siga tey í Skopunar kommunu [...] kommunu. Fyrrapartin í dag høvdu vit ein greinastubba úr Skálavík, har kommunan boðar frá, at tey eisini hava keypt brillur til borgararnar í sínari kommunu. Lesið eisini: Kommuna letur borgarum brillur
vøksturin í høvuðsstaðnum Størsti parturin av fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har vaks fólkatalið við 370 fólkum upp í 23.773. Góð 40 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva sostatt í Tórshavnar [...] fyri. Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini. Kelda: Hagstova Føroya [...] Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fólk fleiri enn somu tíð í fjør og svarar til ein fólkavøkstur á 1,2 prosent. Eftir góð tvey ár við lítlum vøkstri er sostatt aftur komin ferð á fó
og café. Nógv verður gjørt burtur úr í Silvalandi, og í ár eru nýggjar og stórar hoppiborgir, sum ongantíð áður hava verið í Føroyum. Fyrikomandi Silvi vitjar eisini í Silvalandi hvønn dag, og høvi verður [...] Tíðindaskriv: Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár á Summar Festivalinum. Silvland er fyri børnini og familjurnar og heldur til í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík. Øll, sum hava armband til Summar Festivalin [...] verður hjá børnum at heilsa upp á hann. Á pallinum í Silvalandi verða fleiri konsertir og framførslur. Hósdagin undirheldur festligi Bubu. Fríggjadagin hava Operetturnar framførslu, og sangarin Bjarki, sum
Bara í juli vórðu 138 nýggj akfør skrásett. Í juli í fjør vóru tey 125. Tað svarar til ein vøkstur upp á góð 10 prosent. Persónbilarnir vóru tó eitt vet færri í juli í ár – 65 í mun til 68 í juli í fjør [...] mun til 66 í fjør. Talið av nýggjum vøruvognum er farið úr 163 upp í 185. 49 nýggj prutl eru skrásett higartil í ár í mun til 35 í fjør, meðan 16 nýggj lendisakfør eru skrásett í mun til níggju í fjør. Bara [...] skrásettir í Føroyum í mun til 849 fyrstu sjey mánaðirnar í fjør. Tað eru 74 fleiri, svarandi til ein vøkstur upp á 8,7 prosent. Eisini er stórur vøkstur í søluni av viðfestivognum. 83 eru skrásettir í ár í
Í dag er seinasti dagur á ársins Summar Festivali, og kvøldið bjóðar ellivu konsertir umframt undirhald og framførslur í Silvalandi. Útlendska høvuðsnavnið á Vágsbø í kvøld er poppsangarin Andreas Odbjerg [...] Odbjerg, sum ongantíð áður hevur framført í Føroyum. Hann fekk stórt gjøgnumbrot í Danmark fyri nøkrum árum síðani og hevur hittað við sangum sum "I morgen er der også en dag", "Hjem fra fabrikken" og "Stor [...] framføra aftur eftir langan steðg, og í kvøld spæla tær sína størstu konsert nakrantíð. Føroyska tónleikadrotningin Annika Hoydal hevur konsert á Vágsbø klokkan 20 í kvøld. Dagurin byrjar við familjukonsertini