aráðið. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at vera við til jarðarferðina hjá Haraldi kongi, sum verður í morgin. Haraldur kongur andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo tíðliga um morgunin 28. august [...] hann varð fleiri ferðir innlagdur. Í 2024 fekk hann millum annað ein pacemakara eftir eina infektión, sum hann fekk á eini frítíðarferð í Malaysia. Stutt eftir deyða kongsins sendi Zelenskyj samkensluheilsan
tey, sum gera seg kynsliga inn á børn, ikki skulu kunna fjala seg, bara tí talgildu sporini eru vekk, áðrenn brotsverkið varð meldað. Endamálið er, at løgreglan skal kunna finna fram til fólk, sum millum [...] samskifta við. Men tað er ikki tað, sum uppskotið snýr seg um. Talan er ikki um at goyma innihaldið í boðum, myndir, loyniorð ella eina søgu yvir tær heimasíður, sum vit vitja. Talan er um grundleggjandi [...] reglum, eftirliti og fastari striking eftir ávísa tíð. Sum áður nevnt, hetta snýr seg ikki um at fylgja við vanligum borgarum. Tað snýr seg um, at tey, sum gera seg kynsliga inn á børn, ikki skulu kunna fjala
Vit eru her fyri at heiðra ein mann, sum hevur givið alt fyri Noreg. At bíða er tí tað minsta, vit kunnu gera. Vit vilja vísa honum somu virðing aftur, sigur Nora, sum stendur í køini, við norska miðilin [...] Køin av fólki, sum vilja siga Haraldi kongi farvæl, er í dag vorðin um 1,2 kilometrar long. Sambært vaktunum hjá norska kongshúsinum er bíðitíðin um sjey tímar, skrivar norska tíðindastovan NTB. Um 11-tíðina
meðan dronur sveima sum svartir tankar yvir akrarnar hveitið veksur kortini millum rustað jarn og spor eftir rakettvápnum ein gamal maður setur epli niður í moldina sum hann vónar verður sum hon plagdi at vera [...] betri men røddin skelvur sum eitt blað í køldum vindi pápin er farin við einum vápni hann ongantíð ynskti at halda um eystanfyri markið sita aðrar mammur og bíða eftir synum sum Russland sendi inn í eitt [...] flyta strikur á kortum og nevna býir sum vóru teir smáir steinar men hvør strika gongur gjøgnum eitt hús hvørt navn hevur ein skúla eina kirkju ein kirkjugarð og onkran sum leingist heim skotgravirnar fyllast
málinum: 28. juli: FIFA kunnger ætlanina um Fifa Forward Enterprise (FFE), eitt handilsligt felag, sum skuldi gera tað møguligt at selja privatum fyritøkum partar av FIFA-kappingunum. UEFA finst beinanvegin [...] at álitið á FIFA er burtur. Formaðurin í DBU, Jesper Møller, heldur, at Infantino eigur at fara frá sum FIFA-forseti. 3. august: Fótbóltssambondini í Svøríki og Wales taka stuðulin til afturval av Infantino [...] skrivar, at Infantino, meðan hann var aðalskrivari í UEFA, hevði eitt ástarsamband við eina kvinnu, sum fekk hægri starv og lønarhækkingar. UEFA váttar, at kvinnan fekk eitt stórt fráfaringargjald, men váttar
og Rakul - sum málaðu teirra fyrsta almenna vegg í juni - byrjaðu eisini uppá ein vegg í dag. Hesaferð er tað Sinnisbati, sum fær ágóðan av teirra listarligu gávum. Hetta er akkurát tað, sum vit hopaðu [...] Tað endaði við 13 verkum og eini rúgvu av positivum ringvirkningum. Men tað sum er minst líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til [...] okkum veggir. Hjálpt við máling, mati, ferðaseðlum, flutningi og øllum tí óvæntaða, sum altíð stingur seg upp. Fólk, sum ikki kendust frammanundan, hava arbeitt saman. Børn og vaksin hava steðgað á, prátað
manningina og fluttu flestu manningarlimirnar av landinum. – Endamálið við øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson. Bandero hevði trupult við at finna íslendsku hvalav [...] atgerð frá myndugleikunum. Tað varð sambært Watson nýtt til at gera málið til eina altjóða tíðindasøgu, sum millum annað varð umrødd av CNN og Sky News. Tvístøða um skipsskjølini Íslendskir myndugleikar hava [...] felagsskapur hansara hava fingið harðar atfinningar fyri at royna at steðga vinnuligari hvalaveiði, sum er lóglig sambært íslendskari lóggávu. Manningin á Bandero er eisini ákærd fyri vandamikla atferð á
við myndum og persónligum søgum, sum tit ikki hava hoyrt. Borgarstjórin fer eisini at siga nøkur orð. Og sum nakað heilt serligt, so verður møguligt at bjóða upp á verk, sum tey føroysku listafólkini hava [...] upp fyri øllum tí, sum hendi rundan um We Need Art 2026: tær løgnu løturnar, løtur har tað mundi gingið galið, samanhaldið, gestablídni, hugleiðingar hjá listafólkunum, og søgurnar, sum ongantíð komu út
Vónbjørt Vang er nú komin í hópin av fólkum, sum hava fingið pláss í traditionsríku Kraks Blå Bog . Gads Forlag gevur í dag út Kraks Blå Bog 2026-2027 , og Vónbjørt Vang er eitt av teimum 76 nýggju nøvnunum [...] útgávu. Kraks Bláa Bók hevur verið givin út síðan 1910 og savnar ævisøguligar upplýsingar um fólk, sum hava sett sín dám á danska, føroyska ella grønlendska samfelagið innan millum annað mentan, vinnulív
skipið. Síðstu fimm mánaðirnar hevur tað verið í Póllandi til umbyggingar, og nógv er gjørt við skipið, sum er í góðum standi. Nú er tað “sjálvlossandi” við maskinu á dekkinum, og væl rigga til flutning av alifóðri