ferðaseðlinum, sum tú kanst hava sum handviðføri. Tað kanst tú til dømis ikki hjá hinum flogfelagnum, sum flýgur millum Føroyar og Danmark, sigur hann. Hann vísir eisini á, at hjá flogfelagnum, sum flýgur millum [...] at prísurin á einari fráferð hækkar, so hvørt sum bíligastu ferðaseðlarnir verða seldir. – Er stórur áhugi fyri einari ávísari ferð, so minkar talið av teimum bíligaru ferðaseðlunum. Finnur tú ein bíligan [...] num hjá Atlantsflog verður grundleggjandi broyttur frá 1. november. Nýggi bíligasti ferðaseðilin, sum eitur Lætt, verður 100 krónur bíligari enn bíligasti ferðaseðilin hjá felagnum í dag. Tað sigur Andreas
Frans skúla, sum hýsir hádeild, sum eru 7., 8. og 9. flokkar. Tveir flokkar eru av hvørjum, so bygningurin hýsir seks skúlaflokkum við tilsaman 128 skúlanæmingum. Tað er ein brandslanga, sum av onkrari orsøk [...] rúma tíð, men enn er óvist, hvussu leingi tað ver at taka at umvæla skaðan. Sum skilst er talan um fleiri tons av vatn, sum hava runnið gjøgnum allan bygningin í fleiri tímar. Skúlin roynir nú at finna [...] varaskúlastjóri, men um okkurt brek, sum hevur gjørt, at vatn er sprænt úr onkrum broti. Fólk frá býráðnum eru og kanna bygningin. Men hann er sera illa farin av vatnskaðanum, og øll undirvísingarhølini
05.48, og fimm minuttir seinni var lokala løgreglan á staðnum. Pierre-Auguste Renoir, sum verður roknaður sum ein av fremstu listafólkunum innan impressionismuna, doyði í 1919. Savnið í seinasta heimi hansara [...] níggju milliónir evrur, sum svarar til umleið 67 milliónir krónur. Tjóvarnir brutu inn stutt fyri klokkan seks í morgun og tóku fýra verk. Men undir flýggjanini mistu teir eitt av verkunum. Løgreglan tók [...] undan. – Teir vórðu sæddir á vakmyndatólunum í býnum og flýggjaðu. Meðan teir runnu, lótu teir eitt av stolnu málningunum liggja eftir, sigur borgarstjórin sambært AFP. Alarmurin á savninum fór í gongd
galdandi fyri ferðir frá 1. november 2026, sum eru keyptar eftir 3. september. Ferðaseðlar, sum vórðu keyptir áðrenn 3. september, verða framvegis fevndir av gomlu treytunum, eisini hóast sjálv ferðin [...] tasku undir stólinum og átta kilo av handviðføri við sær. Atlantic Airways sigur, at endamálið við broytingini er at geva ferðandi fleiri valmøguleikar, og at fólk, sum bara ferðast við handviðføri, kunnu [...] Airways fer frá 1. november at hava trý ferðaseðlasløg: Lætt, Hent og Vítt. Størsta broytingin fyri tey, sum vanliga keypa bíligasta ferðaseðilin, er, at eitt kuffert á 23 kilo ikki longur verður við í prísinum
ikki at fáa norska partin av endaspælinum at bera seg. Norges Håndballforbund váttar fyri norska miðlinum VG, at sambandið hevði eitt hall upp á 9,5 milliónir norskar krónur av EM. Tað svarar til umleið [...] skipaði fyri EM saman við Danmark og Svøríki og hevði tveir av innleiðandi bólkunum. Føroyar spældu sínar dystir í Oslo, har stórar fjøldir av føroyskum áskoðarum vóru við til at seta sín serliga dám á [...] stuðli. Til EM í januar kom eingin almennur stuðul. Danmark og Svøríki høvdu hinvegin avlop av sínum parti av EM, upplýsir Erik Langerud fyri VG. – Øll onnur tjena pengar Noreg skal aftur vera vertur fyri
ávísin, Haaretz, sum endurgevur. Við í hesum tølum eru ikki teir, sum hava tikið lívið av sær eftir, at teir vóru farnir úr krígnum. Higartil í ár hava 19 ísraelskir hermenn tikið lívið av sær, meðan teir
Social. Á kortinum eru Grønland, Ísland, Kanada, Meksiko og fleiri lond í Miðamerika og Karibia dekkað av amerikanska flagginum. Yvir kortinum stendur „United States of America“. Trump skrivaði onga frágreiðing [...] frágreiðing til myndina. Føroyar eru ikki við á kortinum. Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, sum í hesum døgum vitjar í Grønlandi, tekur nýggja útspælið frá amerikanska forsetanum í álvara. – Grønlendska [...] kunnu vit væl endurtaka í dag. Men eg vóni ikki, at nakar ivast í honum – hvørki í USA ella í restini av heiminum. Donald Trump hevur fleiri ferðir sagt, at USA eigur at fáa ræði á Grønlandi. Bæði grønlendskir
leikin, sum Gunnvá leikar og Marita leikstjórnar. Afturat teimum er eitt lið av dugnaligum fólkum, ið hava gjørt sítt til, at leikurin tekur seg væl út í allar mátar. Stutt kunnu vit siga, at av tí, at [...] øllum førum at fáa. Leikurin tekur støði í eini vanlukku í 1919, tá tveir av trimum bátum úr Hesti gingu burtur, og stórur partur av arbeiðsførum monnum í bygdini fingu váta grøv. Gunnvá Zachariasen og Marita [...] varð ikki tosað, ikki orð sett á sorgina. Hon skuldi tigast burtur. Sum um, at um ongin setti orð á, so hvarv alt hetta syrgiliga av sær sjálvum. Hendan mentanin hevur livað upp til okkara dagar, men helst
hvussu vit sum fakfólk og avvarðandi betri kunnu arbeiða við at fyribyrgja og verja okkum í móti kynsligum ágangi á netinum. Endamálið við ráðstevnuni er; at luttakarar fáa eitt betri forstáilsi av kynsligum [...] Barnet. Svein Øverland, sálarfrøðingur úr Noreg, sum hevur servitan innan kynsligan ágang á netinum og Amandha Sjøholm, ið er fyrrverandi løgrureglufólk og sum í dag undirvísir í ”digitalum brotsverkum”. [...] Harumframt luttaka úr Føroyum SSP, løgreglan, Almanna og bústaðarmálaráðið. Eisini verður framløga av nýggju landsumfevnandi kanningini hjá Kris um kynsligan ágang. Hendan kanning er gjørd í samstarvi
vælferðartøkni á føroyskum ellisheimum og í eldrarøktini. Tað heldur Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðarmálum, ein skrivligan fyrispurning [...] g um evnið. Hon vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at gera nakað fyri at økja nýtsluna av trygdarskapandi vælferðartøkni. Eisini spyr hon, hvørja ávirkan slík tøkni kann fáa á trivnaðin og tryggleikan [...] tíð. Tøknin kann eisini lætta um hjá starvsfólkunum og tryggja, at arbeiðsorkan verður brúkt har, sum mest er fyri henni. Hon leggur tó dent á, at endamálið ikki er at lata tøkni koma í staðin fyri menniskju