binda uppí restina av Føroyum. Hetta sóu vit við Vágatunlinum, Norðoyatunlinum og eisini við Eysturoyartunlinum (hóast vegasamband var har frammanundan). Gongdin í fólkatalinum í Sandoynni hevur eisini [...] eisini verið ein veg og tað er uppeftir, eftir at Sandoyartunnilin lat upp fyri ferðslu í desember í 2023. Kanska er tað at ov rívandi til, men Sandoyartunnilin hevur bjargað Sandoynni burturúr teirri áratíggju
Tað sigur Bilasølufelagið í grein á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: – Í 2023 metti Fíggjarmálaráðið, at landskassin fór at fáa 32 mió. krónur fleiri inntøkur av broyttu skrásetingargjøldunum á hybridbilum [...] eitt hall upp á 28 mió. krónur. Tað vil siga, at landskassin í veruleikanum fekk 60 mió. krónur færri inntøkur, enn Fíggjarmálaráðið metti. Í 2024 metti ráðið, at hækkað skrásetingargjald á elbilum fór [...] atferðarbroyting, sum lógarbroytingin fer at føra við sær. Í veruleikanum fer landskassin mest sannlíkt at fáa 40 mió. krónur færri inntøkur. Limirnir í Bilasølufelagnum ávaraðu móti báðum teimum fyrru lóga
sum doyði í august í ár. Á tiltakinum hjá White Guide skuldu eisini bestu matstovurnar í ríkinum finnast. Í uppskoti var føroyska matstovan Ræst, sum endaði á einum 6. plássi. Besta matstova í danska k [...] um 800 matstovur í Svøríki. Hon kom fyrstu ferð út í 2005, eftir samanlegging millum guidirnar Vägarnas Bästa og Gourmet 199 Borde. Síðani 2013 er hon eisini givin út í Danmark, og í 2014 kom ensktmælta [...] Tað er niðurstøðan – sæð við føroyskum brillum – nú White Guide í kvøld hevur heiðrað matstovuvinnuna í danska kongaríkinum á gallatiltaki. Har fekk eitt nú Karin Visth, matstovuleiðari á Ræst, heiðurin
favorittarnir úr Føroyum, Andorra, Luksemburg og Monako. Spenningur verður helst til seinasta umfar leygardagin. Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa nakað dystarstig í triðja lykladystinum hjá Føroyum á rað. 18 [...] Barcelona, spanskur meistari í 2003, nú 53 ára gamal, stóð eitt sindur kroystur. Eins og í gjár fann Helgi ikki skarpastu leikirnar, tá ið á stóð, og tí svann tepri fyrimunurin út í remis. Føroyar - Andorra [...] Luksemburg 0 - 4 San Marino - Liktinstein 1½ - 2½ Stórsigur á Jersey Í seinna umfarinum í dag seinnapartin gekst betur hjá Føroyum. Mótstøðan var eisini munandi minni. Luitjen fekk frí, vit høvdu báðar
føroyska U-21 landsliðið í fótbólti og venjarin Ólavur Mikkelsen í kvøld settu fyri hetta kappingarárið. Fyritreytirnar kendust ikki nakað serligar undan stóru avbjóðingini í Grenoble í Fraklandi. Fyri einum [...] spældi Frakland føroyska liðið út av vøllinum í Klaksvík, har gestirnir vunnu 6-0. Og hóskvøldið endaði vinadystur í Bukarest við 3-0 tapi til ungversku vertirnar. Í kvøld var talan um fínt føroyskt avrik. Frakland [...] dómaranum úr Moldova, og tað høvdu teir alla orsøk til. Í nærdysti á baklinjuni dygst innanfyri brotsteigarmarkið í høgru varð bólturin skotin upp í armin á eyðsýnda vongverjanum Virgari Jónsson, sum ongan
væleydnaðum konsertferðum í USA. Tónleikurin, sum verður á skránni í Leirvík í dag, er í stóran mun eftir tónaskaldinum, Niccolò Paganini. Paganini var ein framúr violinleikari, men hann var líka so einastandandi [...] Í dag klokkan 16 verður forkunnug konsert í hugnaliga Báta- og Listasavninum í Leirvík. Tað verða Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittar, sum fara at framføra. Monika, sum er úr Sveis [...] Sveis, men býr í Leirvík, hevur spælt til og skipað fyri mongum tiltøkum og konsertum í Leirvík. Saman við Ólavi hevur hon eisini spælt konsertir í Sveis, Týsklandi, og tey hava verið saman á sera væleydnaðum
stjóran á JFK í Klaksvík. Í oktober mánaði fekk Hanus Hansen persónliga innbjóðing frá SMI (Sustainable Markets Initiative) til serliga kunningarfundin undir heitinum “Fisheries and Oceans”. Í dag var løtan [...] til mannaføði Gadus er tann fyrsti trolarin í Føroyum, har 100% av veiðini fer til mannaføði; tað veri seg flak, fóður, lýsi og proteinir. Nógv orka er løgd í at byggja trolaran so umhvørvisvinarliga sum [...] Tíðindaskriv: Sólskinssøgan um Gadus er nú rokkin allan vegin inn í ensku kongshúsini. Mánadagin 17. november var nevniliga settur av til kunningarfund av hægsta kalibur, tá Hansara Hátign Charles Kongur
Í løtuni fiska níggju frystilínuskip í føroyskum sjógvi, og tvey fiska í íslendskum sjógvi. Sambært Fiskamarknaði Føroya fer ísfiskalínuskipið eisini út í dag. - Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu [...] koma inn at landa í vikuni, og ísfiskalínuskipið kemur væntandi eisini inn at landa síðst í vikuni. Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin ikki verður nakað serligur í vikuni, og veðrið verður [...] verður eisini umskiftandi. - Vit vænta ikki, at tað verður nógvur útróður í vikuni. Annars hava útróðrarbátarnir havt brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.
farloyvi við løn fyri at møta í Løgtinginum í Føroyum ella í Landstinginum í Grønlandi og harvið fáa dupulta løn. Tað halda Danmarksdemokratarnir og Karina Adsbøl, limur floksins í fólkatingsins formansskapi [...] umboðar SF í formansskapinum í Fólkatinginum. Karina Adsbøl hevur seinastu tíðina fingið fleiri fólkatingsvar frá Forsætismálaráðnum, har reglurnar í Føroyum og Grønlandi eru endurskoðaðar. Í Føroyum er ló [...] Løgtingið. Í Grønlandi ber eins og í Danmark og Føroyum til at fáa loyvi frá landstinginum, Inatsisartut, at røkja sínar uppgávur sum fólkatingslimur. Men tað farloyvið er uttan løn. Soleiðis er ikki í Danmark
Joensen verður løgtingsmaður aftur 1. desember, kann tað falla í hansara lut at gera av, um vit skulu hava fría fosturtøku til 12. viku í Føroyum – ella um gamla lógin frá 1956 skal halda fram. Sum støðan [...] hjá Løgtinginum, so eru tingfundir hesa vikuna í morgin og hósdagin. Verður álitið lagt fram í morgin, so kann málið koma til 2. viðgerð hósdagin. Men í næstu viku eft eingin tingfundur. Og tað er tað [...] um at siga nei til uppskotið, sum hann var í 2022, so dregur hann eitt sindur uppá tað. – Eg varnaðist ikki tá, at eg varð spurdur um fosturtøku fyri 12. viku í viðgongutíðini. Aðrastaðni eru tey farin nógv