ferðavinnupolitikk og gera tað einfaldari at reka smærri handils- og tænastufyritøkur. Men tað eru júst smáar fyritøkur og íverksetarar, sum hava sæð ein møguleika í vaksandi ferðavinnuni og ment eitt alternativ [...] Endamálið er at fáa fleiri bústaðir út á fasta leigumarknaðin. Tað er eitt gott endamál. Men eitt gott endamál ger ikki av sær sjálvum eitt lógaruppskot gott. Áðrenn vit velja amboðið, eiga vit at vita, hvør [...] Framsókn við til at leggja fram eitt uppskot, sum kann geva kommununum heimild at seta eitt dagamark fyri júst hetta virksemið – uttan at nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara verður
NRK veit at siga, at jarðskjálvtin varð staðfestur klokkan 23.06, og streymslitið kom ávikavist klokkan 23.08 og 23.11, norska tíð. Samanfallandi tíðarskeiðini gera, at streymveitarin fer at kanna hendingina [...] nærri. Tey halda, at tað kann ikki útilokast, at samband var millum jarðskjálvtan og slitið. - Tá jarðskjálvti og tveir feilir í streymnetinum hendu innan fáar minuttir, er tað náttúrligt, at kannað verður [...] Í nátt mistu 8000 húsarhald í Noregi streymin. Norska kringvarpið - NRK - heldur tað ikki vera óhugsandi, at jarðskjálvtarnir, sum í gjárkvøldið raktu Norðurnoreg, vóru orsøkin. Ein feilur í netinum hjá
mongu umsøkjararnar, og hon vónar at tað sæst aftur at skíggjanum. - At vera vald at vera millum tey 10 út av 5000 er nakað heilt serligt, eg eri ovfarin, errin og ótrúliga takksom. ##med5## [...] heldur njóta upplivingina, og vera til staðar í løtuni. Ein partur av sendingini er at vertur og dómarar koma at práta, og spyrja um ymiskt, tá hevur tað týdning at smílast. - Eg hugsaði fari avstað, læt meg [...] spenningur Tað var nakað serligt at vera við í sendingini. Hetta er 15. árið at DR vísir Den store bagedyst, og tí gjørdu framleiðararnir av, at okkurt nýtt skuldi henda, sendingin skuldi vera meira spennandi
bestu deildini, og tað sær út til, at tað fer at eydnast at endurvinna plássið í fremstu røð. Í dag var FC Suðuroy í høvuðsstaðnum, har FC Hoyvík var vertur á Hoyvíksvølli. 8. august var tað heilt óvæntað [...] Í dag lótu gestirnir av Vágseiði ongan iva vera. FC Suðuroy vann 3-0, og tað var merkisvert á tann hátt, at FC Suðuroy var undirmannað í 70 minuttir, og at FC Suðuroy í seinna hálvleiki misnýtti brotsspark [...] FC Suðuroy er á veg úr høvuðsstaðnum og suður við trimum stigum. Á veg suður fara teir framvið Sandoy, har tað i dag er fagnaður um, at tað nú er greitt, at B71 flytur upp aftur í Meistaradeildina, har
væl samanspældur og dugir framúr væl at leggja tónleik til rættis og framføra hann. – Tær dramatisku søgurnar í kvæðunum rigga væl saman við rocki, og fyri okkum hevur tað nógv at siga, at vit syngja á føroyskum [...] teir tikið land og fólk, og um vikuskiftið taka teir aftur Vágsbø, har Summar Festivalurin verður hildin. Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til [...] Summar Festivalin, og hóskvøldið klokkan 22 spæla teir á Vágsbø. Hetta verður helst størsta konsert hjá bólkinum í Føroyum nakrantíð. – Tað er altíð gott at spæla á Summar Festivalinum, og vit gleða okkum
nátungatíðin at vera um mánaðarskiftið august/ september - og kanska eina viku inn í september ella so. Nátin hevur eins og annar sjófuglur verið í minking, men tað hevur verið so nógv til av náta, at minkingin [...] nær, kann ungin kenna, at nú ber til at lætta sær á. Aðrir verða sitandi longri í berginum – ja, kanska einar 8-10 dagar inn í september. Tá henda vikan fer at halla, er væntandi, at teir fyrstu nátungarnir [...] skriva vit 24. august, og hetta er tíðin, tá menn rigga seg til teir fyrstu nátatúrarnar á báti. Tað kann vera eitt sindur ymiskt - frá ári til ár, nær nátungin lættir sær á og flýgur úr reiðrinum. Hetta veldst
talaði til fólkið í 1991, byrjaði hann við at takka fyri stuðulin frá norska fólkinum eftir deyða pápa síns. Hann segði, at tað gav honum og familjuni styrki at vita, at alt norska fólkið tók lut í sorgini um [...] lýsti pápa sín sum skyldutrúgvan kong og segði, at fyridømið hjá Ólavi kongi og Hákuni kongi altíð fór at vera honum ein fyrimynd. Røðan vardi í góðar tríggjar minuttir og endaði við orðunum: »Gud varðveiti [...] føðingardagin í 2023 segði Hákun, sum tá var krúnprinsur, at nógv var at liva upp til eftir pápan. Hann legði tó dent á, at hann má vera sær sjálvum líkur og finna sín egna veg sum kongur. Haraldur takkaði fólkinum
num. Tað hevði við sær, at eitt størri umvælingararbeiði mátti gerast, og Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line, segði tá, at arbeiðið kundi seinka skipinum fleiri mánaðir. Akranes og Skipanes [...] Skipanesi, ella hvussu stórur skaðin er. Smyril Line hevur sagt, at felagið harmast um nýggja óhappið, men fegnast um, at øll manningin hevur tað gott og eingin fekk skaða. ##med2## Sambært marinetraffic.com nærkast [...] lítlari løtu, og eingin av teimum 23 monnunum umborð fekk skaða. Skipið var tá umleið 20 fjórðingar út fyri Taiwan. Skipanes fer nú inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Smyril Line sigur, at áðrenn hesar
Fjarskiftiseftirlitið fer nærri at kunna um, nær og hvar venjingarnar verða hildnar í Føroyum, og hvussu tilmeldingin fer fram. Fyriskiparar: Í Danmark er tað Styrelsen for Samfundssikkerhed og Beredskab, Løgreglan [...] Tíðindaskriv: Venjingin gevur føroyskum virkjum og stovnum eitt ítøkiligt og ókeypis høvi at royna, hvussu væl tey eru fyrireikað til at handfara eitt netálop, áðrenn tað veruliga rakar. Føroyar eru í ár fyri fyrstu [...] venjing er talan um? Venjingin er verklig og ítøkilig. Luttakararnir fáa høvi at uppliva, hvussu tað kennist at standa mitt í einum netálopi, frá fyrstu teknum um, at óviðkomandi hava fingið atgongd til s
samstarvspartar og nýggjar marknaðir osfr. Vit gleða okkum sera nógv til at fylgja Leu í hesum sambandi", sigur Larsen, sum sjálvur fer at vera til staðar undir festivalinum fyri at arbeiða við at knýta sambond [...] í Slesvig, og har var ein áhoyraraskari, sum vísti tónleikinum hjá mær nógv uppmerksemi og keypti nógv. So eg gleði meg og vóni at koma nógv oftari til Týsklands og til Evropa yvirhøvur at spæla." Reeperbahn [...] Tíðindaskriv: Nú er staðfest, at føroyska tónlistakvinnan Lea Kampmann fer til ársins Reeperbahn Festival í Hamborg – ein festivalur, sum er kendur fyri at vera ein av størstu og týdningarmestu pallunum, har