skulu eftir ætlan gerast partur av Erasmus+ í 2028, og sambært Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eru Føroyar væl við í fyrireikingunum. Tað sigur hann í svari til ein skrivligan fyrispurning frá [...] ECHE. Góðkenningin í 2027 er ein fortreyt fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka lut í Erasmus+ frá 2028. Umsóknin skal latast inn fyrst í 2027, og fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd. Leiðsla, undirvísarar [...] byrja, tá ið nýggja Erasmus+-skráin er góðkend í seinna hálvári 2027. – Føroyar eru væl við í tilgongdini at verða klárar, tá ið skráin verður sjósett í 2028, skrivar landsstýrismaðurin. Ein føroysk t
Skrúvugudstænasturnar byrja í september Mikukvøldið 30. september klokkan 17.30 verður fyrsta skrúvugudstænastan í heyst. Skrúvugudstænasturnar verða síðani hildnar síðsta mikudag í hvørjum mánaði. Tá savnast [...] gudstænastu og eina góða máltíð. Í Hoyvíkar kirkju gleða tey seg til eitt nýtt hálvár við lívi og samveru og til at taka ímóti bæði teimum, sum plaga at koma, og teimum, sum koma fyrstu ferð. [...] in er av á hesum sinni, og nú verður aftur farið undir fleiri av føstu tiltøkunum í Hoyvíkar kirkju, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi. Fyrsta tiltakið verður mánadagin 31. august klokkan 17, tá fundur verður
Stórrakstrarfyrimuninir í ríkisfelagsskapinum koma til sjóndar í hesum døgum, nú eitt danskt sjóverjuskip røkir uppgávurnar fyri Tjaldrið og Brimil. Danska sjóverjuskipið røkir uppgávurnar fyri Vørn, til [...] til Tjaldrið og Brimil aftur verða sett í sigling. Tíverri eru vit komin í ta óhepnu støðu, at bæði vaktar- og bjargingarskipini hjá okkum liggja vegna umvælingar í løtuni. Politiska skipanin má ásanna, [...] num átti at verið framd fyri langari tíð síðani. Vit koma ikki uttanum, at nú eru vit í hesi støðu, so má hon má loysast. Tað ivist eg onga løtu í, at tað fer landsstýrið at gera á ein fullgóðan hátt.
velja, hvussu tey fáa orkuna aftur. Ein næmingur í 4. flokki sigur, at ein steðgur ella rørsla fær »heilan í gongd aftur«. Granskingin er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Social Science & Medicine [...] Danskir granskarar hava í 60 dagar fylgt undirvísing og fríkorterum í einum 2., 4. og 7. flokki og tosað við næmingar, lærarar, námsfrøðingar og heilsufrøðing. Úrslitini hava sambært Videnskab.dk gjørt [...] og útlúgving fylla nógv í skúlalívinum hjá børnunum. – Møðin snýr seg ikki bara um, hvussu nógv børnini hava sovið. Hon hongur eisini saman við karmunum, rytmuni og krøvunum í skúlanum, sigur Camilla
sigur svenskur granskari sambært grein í Skúlablaðnum. Har verður greitt frá, at ljóðbøkur gerast alsamt vanligari í skúlum og heimum, men tær eiga ikki at koma í staðin fyri vanliga lesivenjing hjá børnum [...] Tärning, granskari í kognitiónsvísindum við Lunds universitet. – At lurta eftir bókum er fantastiskt hjá børnum, sum hava lært seg at lesa. Men tað er ikki eins gott hjá teimum, sum enn eru í ferð við at læra [...] á, at ljóðbøkur framvegis hava sítt virði. – Tær eru eitt gott ískoyti, men tær eiga ongantíð at koma í staðin fyri lesivenjing. Hon heldur eisini, at tað er umráðandi, at vaksin stuðla børnum, hóast lesing
ferðamannaskip koma í senn. – Vit vilja bara hava ferðavinnuna undir treytum, sum gera, at vit framvegis kunnu verja okkara mentan og náttúru, sigur hon. Í 2025 vóru 232 ferðamannaskipaferðir í Grønlandi við [...] kunna sigla, hvar teimum lystir í grønlendsku firðunum. Tað eru boðini frá grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, sum nú heitir á reiðaríini um at avmarka siglingina í ávísum økjum. Sambært DR hevur [...] greiðari reglur í verk. Landsstýrið og kommunurnar arbeiða við einari økisskipan, sum skal áseta, hvar ferðamannaskip kunnu sigla, og hvar siglingin skal avmarkast. Avaaraq Olsen, borgarstjóri í Kommuneqarfik
ein altjóða dómstól í snyrilsmálinum. Tað boða flokkarnir frá í hvør sínum tíðindaskrivi í dag. – Tað kann ikki góðtakast, at grønlendska fólkið ber avleiðingarnar, uttan at staturin í størri mun verður [...] ábyrgdar, sigur Aleqa Hammond, forkvinna í Siumut. Fráboðanirnar koma, eftir at tvær leingi væntaðar frágreiðingar um snyrilsmálið vórðu almannakunngjørdar í dag. Við støði í frágreiðingunum hevur grønlendska [...] statinum frá 1960 til 1991. Eftir at Grønland tók heilsuøkið heim í 1992, helt mannagongdin fram í eitt tíðarskeið. Ein kanning frá 2025 vísti, at í minsta lagi 4.070 grønlendskar kvinnur høvdu fingið snyril
svar, men lata áskoðaran sjálvan lesa sína egnu søgu inn í myndirnar. Hans Olsen er úr Syðrugøtu og býr og arbeiðir í Charlottenlund, Danmark. Í hansara listarliga arbeiði renna føroysk minni, norðurlendsk [...] stillum, dreymakendum og melankolskum myndamáli, har menniskjað ofta stendur lítið í mun til rúmið, bygningarnar og landslagið. Í [Ó]RÓ arbeiðir Hans Olsen við mótsetninginum millum órógv og ró. Tóm rúm, stórir [...] kann kennast nær og langt burturi. Í [Ó]RÓ verða hesi minni og kenslur umskapað til eitt surrealistiskt og poetiskt myndamál. Menniskju, hús, tóm rúm og landsløg koma fram sum brot úr einum minni. Summastaðni
dystir á rað. Aluminij er nummar sjey í bestu slovensku fótbóltsdeildini við níggju stigum. Fremst í deildini er NK Maribor við 15 stigum. Teimum á baki koma Koper og NK Bravo við 12 stigum hvør. Sunnudagin [...] Hanus Sørensen var á vøllinum í 69 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í NK Aluminij Kidričevo leiktu málleysan javnleik á heimavølli móti NK Bravo. Undan hesum dystinum hevði Aluminij tapt tveir dystir
hevur greitt teimum vitjandi frá í summar. Anna og Guðrun halda, at tað er ein øðrvísi uppliving hjá ferðafólkum at koma á gátt í Spinnarínum, tí har verður fari niður í ferð, og tað er júst tað sum eyðkennir [...] spinnarí í 1966. Tann ætlanin bleiv tó slept, í staðin standa nakrar av maskinunum og prýða hølini, og vísa á gamla framleiðsluháttin. Tá tey høvdu staðfest at gomlu maskinurnar ikki fingust í gongd aftur [...] Onkuntíð er ullin full í mosa, grasi og sandi, og onkuntíð er hon púra rein. - Vit hava vaskimaskinu og trumlu, og tá hon er full í ull, drússar so nógvur sandur burturúr at gólvið er svart í sandi. Seyðurin