Hon spyr, hví føroysk viku- og mánaðarbløð ikki eru fevnd av undantakinum frá meirvirðisgjaldi, soleiðis sum vanlig tíðindabløð eru sambært lógini um meirvirðisgjald. Samstundis spyr hon, um landsstýrismaðurin [...] fíggjarliga byrðu á útgávuna. Hon heldur, at føroysk viku- og mánaðarbløð hava stóran týdning fyri føroyska málið, mentanina og sjálvsfatanina. Tey framleiða føroyskt tilfar, skjalfesta samtíðina og skapa rúm [...] landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til at broyta lógina, so føroysk magasin eisini verða undantikin meirvirðisgjaldi. Í viðmerkingunum vísir Astrið Breckmann á, at hon nýliga hevði fund við blaðið Kvinna, har
Samuelsen hevur sett landsstýrismanninum í mentamálum, Bárði á Lakjuni, ein skrivligan fyrispurning um føroyskt sum annaðmál og integratión. Í fyrispurninginum spyr hann, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at tryggja [...] um landsstýrismaðurin ætlar at seta krav um, at umsøkjarar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál. Harumframt vil løgtingsmaðurin hava upplýst, hvussu nógv fólk við varandi uppihaldsloyvi [...] ætlanum um at herða reglurnar á útlendingaøkinum. Samstundis heldur hann, at góðir møguleikar at læra føroyskt eru ein grundleggjandi fortreyt fyri, at útlendingar kunnu gerast ein virkin partur av føroyska
fantastiskum tónleiki og kendum sangum Fimm føroysk tónlistafólk pallseta og spæla sjálv allar leiklutirnar, syngja kór og mynda alt orkestrið við ljóðførum sum pumpuurgu, flygli, paukum, marimbu, kontrabassi [...] og gittara. Tey eru útbúgvin úr Prag, Barcelona, Keypmannahavn og Aarhus. Tónaskaldið Alan Menken, sum eisini er kendur fyri tónleikin í m.a. Aladdin , Beauty and the Beast og The Little Mermaid , hevur
oljufeløg at leita á føroyska landgrunninum. Rosebank er størsta olju- og gassleiðin í bretskum øki, sum enn ikki er útbygd. Leiðin liggur bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum og hevur tí stóran týdning [...] og skapa arbeiðsmøguleikar hjá føroyskum veitarafyritøkum. Tað sama er galdandi fyri Cambo-leiðina, sum eisini liggur tætt við føroyska markið. Vilja hava oljufeløg aftur til Føroya Nývaldi løgmaðurin, Beinir [...] leggja størri dent á at fáa útlendsk oljufeløg til Føroya at leita. Landsstýrið heldur ikki, at ein føroysk olju- og gassvinna stríðir ímóti ætlanunum um at seta ferð á grøna orkuskiftið. – Talan er ikki bert
Ríðisamband Føroya, Føroya Ríðingarfelag, Føroyskt Íslands Rossafelag og Berghestar hava sent Yvirfriðingarnevndini felags hoyringssvar um ætlanina at gera kappingarbreyt til fjallasúkkling við Vesturvarða [...] Vesturvarða. Feløgini taka undir við fyribils metingini hjá Yvirfriðingarnevndini, sum hevur mælt til, at kannað verður, um breytin heldur kann leggjast við ella millum vindmyllurnar á Bøllureyni í Flatnahaga [...] kappríðingarbreytin í Marknagili brúkt dagliga. Berghestar nýtir økið til millum annað ríðing við fólki, sum bera brek, ríðiskúla og túrar við ferðafólki. Leiðin runt Fjallið og Lítlafjall verður eisini brúkt
ørt eina nýggja skipan, ið nevnist Filmsbókin. Talan er um eitt alment yvirlit yvir føroysk filmsfólk og virki, sum arbeiða við filmsframleiðslu í Føroyum. Endamálið er at gera føroysku filmsvinnuna sjónligari [...] enskum og kann sostatt geva føroyingum og útlendingum eitt greitt yvirlit yvir førleikar og tænastur sum finnast í Føroyum og styrkja møguleikarnar fyri samframleiðslur um altjóða filmsframleiðslur og fø [...] áðrenn tað verður almannakunngjørt, so skráin er álítandi og dagførd. Filmsbókin er onnur skipan sum Filmshúsið hevur ment í hesum árinum. Fyrst kom Stroyma har føroyskar framleiðaru verða savnaðar og
standardloysnum, sum altjóða veitarar bjóða. Fyritøkan mennir egnar føroyskar loysnir, sum verða knýttar saman við skipanum sum E-conomic, FlexPOS, Microsoft 365 og øðrum skipanum, sum kundarnir longu brúka [...] bundin av tí, sum ein standardskipan kann. Hevur kundin eina arbeiðsgongd, sum kann gerast betri, so menna og knýta vit okkara egnu loysnir uppí. Soleiðis fær kundin eina heildarloysn, sum passar júst til [...] vitlíki ikki sæð sum eitt mál í sjálvum sær, men sum eitt amboð, ið kann gera arbeiðsgongdir bæði skjótari og snildari. – Vit síggja stórar møguleikar í vitlíki. Fleiri av loysnunum, sum vit arbeiða við
ábyrgdina av prestgørðunum. Stiftsstjórnin setti sær sum mál longu í 2008, at garðarnir skulu vera í góðum standi. Síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum føroyskt málsøki, eru flestu prestagarðarnir dagførdir [...] Tað eru ikki einans kirkjurnar í Føroyum, sum hava fingið ábøtur, síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum málsøki í 2007. Prestagarðarnar vóru ein partur av yvirtøkuni. Málsøkið hevði tá í mong ár ligið [...] innan siðsøgu, byggisøgu og kirkjusøgu. Prestagarðurin eigur at verða viðfarin sum eitt søguligt hús í staðbundna økinum, sum hýsti vitan og málsligum førleika. Tignarliga og væl úr hondum greidd er bókin
lógaruppskot, so landslæknaembætið og onnur viðkomandi málsøki kunnu verða yvirtikin sambært tilmælinum, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum í februar 2025. Uppskotssetararnir halda, at tað er óheppið [...] arbeiðsbólkur longu hevur víst á, hvussu yvirtøkan kann skipast. Sambært uppskotinum eigur eitt føroyskt landslæknaembæti millum annað at hava ábyrgd av eftirliti við heilsustarvsfólkum og viðgerðarstøðum
aftaná eitt heiðurligt føroyskt avrik. Føroyska liðið fekk eina ræðuliga byrjan, har Danmark legði seg á odda 6-0. Men okkara fótaðu sær eftir hetta og góvu Danmark skarpan gang tað sum eftir var av dystinum