miðvísum átøkum við at vísa á tørvin á teirri neyðugu raðfestingini á sálarliga økinum, ger mun. Eg fari at takka tykkum fyri tykkar treiskni. Tað gevur úrslit. So eri eg komin til stóru løtuna at handa “Ársins [...] samrøðuni. Við at seta røttu spurningarnar, verður farið fram við hugsjónini um hjálp til sjálvhjálp . At hava ein at tosa við, ein sum lurtar, eitt medmenniskja. Tað er spennandi og viðkomandi at fáa innlit [...] komin á hædd við hvussu vit viðgera og fyribyrgja. Sjálv haldi eg vit eiga at leggja nógv størri dent á at fremja sálarheilsu, sum vit øll hava, og at tað sjálvsagt má ganga hond í hond við góðum viðgerðartilboðum
langt síðani varð eg spurd um, hvat eg vildi vera, um eg ikki var forsætisráðhar- ri. Svarið mítt kom beinanvegin, tí eg var als ikki í iva: Eg vildi vera lærari. At hugsa sær at vera tann persónurin [...] r. Og nú endurgevi eg orðarætt: ‘Har skal vera ein myndugleiki. Har skal vera ein, ið flýgur flogfarið [...]. Vit eru noydd til at avhenda ábyrgdina. Og vit noyðast at virða ein, sum veit nakað og dugir [...] og at vit hesa ferð fara at eydnast. Hetta eigur at vera møguligt. Men við tí eyðmjúkleika, sum liggur í, at eingin av okkum longur kann siga, at eitt lítið tak loysir alt. Vit eru noydd til at koma
og/ella týskt fyri at lata møguleikarnar fyri framhaldi standa opnar. Tað er ikki rætt, at eitt breytaval avger endaligu lívsleiðina, tí møguleiki er fyri at skifta breyt ella at supplera. Tað er [...] átti tí nettupp at verið fyri at brúkt eitt sindur av somu stóru tímapulju at snara vinkulin tvørmálsliga vegin til frama fyri øll mál í senn. Henda tilgongdin átti at verið ein natúrligur liður [...] lykilin til. At læra mentanir at kenna innanífrá og fáa førleika at skilja tær til gagns fyri bæði okkum persónliga og onnur kann ikki gerast upp í nyttuvirði og krónum. Velja vit tí at skerja okkara
mær er ein sosialisering, sum eg seti prís uppá. Eg trívist ikki við at sita heima einsamallur. Eg vil vera í gongd og vera saman við fólki. - Eg haldi fram so leingi, eg havi hug og orku. Men um eg finni [...] ongar ætlanir um at leggja frá sær. - Eg havi ikki brúk fyri pengum, tí eg fái pensjón. Men mær dámar at arbeiða, og eg havi nógv eftir, sum eg vil gera, so eg síggi onga orsøk til at gevast, sigur hann [...] trojanskur hestur hjá honum, sjálvt um eg havi lagt mær nær at siga honum frá, at eg eri ikki í hansara báti. Eg havi eisini roynt at greitt honum frá, at um hann vil grindini væl, so skal hann heldur venda
Færø spurningin, um tað ávrikaði hann. Hann letur enn væl at og nær at blíva klárur til hvønn dyst hjá bæði KÍ og landsliðnum. Lívsstílurin ger mun metir Håkan Ericson. - Tá tað kemur til Odmar Færø, so livur [...] skifta út, sigur Håkan Ericson, sum hevur verið í samskiftið við venjaran hjá KÍ, Magne Hoseth. - Eg haldi, at vit hava eitt gott samskiftið við Magna Hoseth. Vit tosa eisini við fysio-liðið hjá okkum um hvønn [...] Danielsen hava spælt óvanliga nógvar dystir í Evropa í summar. - Við tíðini kemur føroyska liðið at fáa ágóðan av, at KÍ klárar seg so væl í Evropa. Tað hevur eina ávirkan beint nú, tí vit hava spælarar, ið ikki
Kanska enntá at uppsiga fiskivinnuavtaluna. Tí er best at siga sum minst og gera enn minni. Eg havi stundum víst á, at toskurin í Barentshavinum ikki er ein russisk gáva til Føroya, men at tað, vit [...] brúkast sum ein russisk miðstøð í Norðuratlantshavi. Vanligur taktikkur Tá tú vilt hava ávirkan á eitt land, er tað ein púra vanlig strategi at gera hetta landið búskaparliga heft at tær. Tað var [...] er sera, sera nógv vert. At vit sum tað minsta eiga at hava betri eftirlit við russisku skipunum, sum fiska her. Og at vit ikki nýtast at geva 30 russiskum skipum rætt til at fiska við Føroyar. Hetta
tilfeingi til at gera tað ómøguliga, til at gera tað sum fyrr var óhugsandi. --- Nú havi eg sjálvur nevnt blokkstuðulin nakrar ferðir í hesari røðuni. Men sum tíðin gongur haldi, eg tey flestu eru við at koma til [...] útbúgving er tað jú ein háttur at uppnáa betri førleikar, størri vitan, betri handalag og so framvegis - alt ein partur av at virðisøkja okkara egna lív og ikki minst ein altumráðandi partur av at virðisøkja og [...] árum í 1990unum uttanlands í útbúgvingarørindum. Eg havi fingið nógv gott inn við móðurmjólkini, so tað at venda heim aftur og royna at gera ein mun og tað at stríðast fyri einum frælsum Føroyum var frá byrjan
fyri harðskapi? Tað havi eg umrøtt við leiðslu Javnaðarfloksins, og niðurstøðan er, at eg geri sum eg gjørdi, tá uppskotið um at strika dýra biðidag sum frídag var fyri: Eg haldi meg uttanfyri og atkvøði [...] stjórnin nú – eins og svenska stjórnin – ætlar at gera tað ólógligt at brenna Koranina frammanfyri t.d. ambassadum. Hetta er ein tvístøða millum øðrumegin at verja trygdina hjá fólki og hinumegin at verja t [...] hann er, at so nógvir islamistar – bæði í Danmark, Svøríki og í Miðeystri – eru sinnaðir at nýta hetta høvi til at fremja harðskap. At hoyra imamar í Miðeystri eggja ungum monnum til júst hetta – at fremja
púra greitt, at betri býttir frídagar gjøgnum árið eisini høvdu verið ein fyrimunur fyri familjurnar. Tað er heldur ongin ivi um, at tað er ein risa avbjóðing, at talið av føðingum í mun til fólkatalið [...] børnunum varð longd eina viku uttan at nakað meira hendi. Tí haldi eg, at mann skal læra av, tí tað var onki serliga smart. Í grundini hevði tað verið áhugavert at vita, hvat rationalið er við teimum døgunum [...] hava frí. Eg vænti tað meira enn nakað annað er søguliga tengt meira. Hvat er til dømis problemið við at vera í skúla 5. juni? Aftur til yvirskriftina, so er tað rætt, at eg fegin vil hava, at míni børn
skattatrýstið skal økjast, skal tað einans kunna gerast við løgtingslóg. Tað haldi eg fólk flest eru samd um er rætta skipanin í demokratiskum samfelagið. Tað er tó bara ikki soleiðis, [...] kanska kalla tað skattasníkjan, alttso at skatturin sníkist at vera hægri og hægri, uttan at nakar hevur tikið avgerð um tað. Sum sagt, so er skattasníkjan ein væl kendur trupulleikin uttanlanda. Ymiskt [...] lønarvøkstrinum. Eg skal stutt greiða frá hvussu gjørt verður í Danmark. Tann skipanin er á nógvar mátar skilagóð, tí hon er løtt at skilja og umsita, og kann hon vera ein góður íblástur til at loysa hetta