tá løgreglan gjørdi ferðmátingar á Fuglafjarðavegnum á strekkinum fram við Kambsdali. Og fleiri komu í felluna, og teir koyrdi rættilga nógv ov skjótt, greiðir vaktleiðarin á politistøðini frá í morgun [...] av koyrikortinum. Teir koyrdu millum 118 og 123 km um tíman. Fýra bilførarar koyrdu so mikið skjótt, at teir fáa klipp í koyrikortið. Teir koyrdu millum 105 og 111 km um tíman. Tilsamans vóru sjey bilførarar [...] umframt revsing við klippi í koyrikortið og treytaða frádøming av koyrikortinum eisini fáa eina bót. Vaktleiðarin sigur, at í flestu førunum var talan um rættiliga ung fólk, um skúlanæmingar.
ungdómsmøtir, sunnudagsskúli, drekkamunnur og nátturði, framsýningar, bókaborð, spælistova fyri børn og barnaløta. Vit syngja saman, hoyra talur og vitnisburðar. Felagskór og einstaklingar syngja fyri okkum. Eisini [...] Eisini hava vit felagsskap hvørt við annað og njóta máltíðir saman. Vit gleða okkum at síggja børn, ung, vaksin og eldri á samfelagsstevnuni 2025. -- Vinarliga v/Ebenezer [...] Tíðindaskriv: Byrjað verður í Ebenezer mikukvøldið kl. 20, og møtini hósdag og fríggjadag verða í Ebenezer. Fríggjakvøldið verður flutt niðan í høllina við Tjarnir. Heitið fyri stevnuna er ‘Søkið fyrst
einsamøll og uttanfyri: Fokus á alternativan ítrótt og rørslu (parkour, klintring, rulluskoytur, yoga, skateboard, o.a., har Bacalao er upplagt), geva list, handverki, matgerð og tónleiki virðing og tyngd [...] yvirsædd. Og tað er har, at rúmið fyri alternativum trivnaði kemur inn í myndina. Tá alt verður standardiserað Vit hava skapt eitt skúlaskipan, sum verður meir og meir teoretisk. Handaligar og kreativar [...] tyngd í skúlum, skapa arbeiðshølir, venjingarhølir og frítíðarhølir, har tað handaliga og kreativitetur arbeiða saman, og ikki minst: gera tað sosialt at vera kreativur. Rúm fyri at vera annarleiðis Ein drongur
Frí er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð. Hetta er ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna [...] ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjargna oasu - við grønmeti, fruktum, urtum og víni. Á garðinum [...] grundini. Aftrat ból og bita, bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. Frí er hennara fyrsta bók. Bókaframløgur verða á Sands Bókasavni mikukvøldið 29. oktober klokkan 19 og í HNJ - Gamli Bókhandil
gongd við hópin av grundstykkjum og raðhúsum. Nú eru nærum eingi grundstykkir eftir, og tað hevur vakt stóra ónøgd millum borgarar. Seinastu mánaðirnar hava nógv ung fólk og familjur sett seg í samband við [...] frívirði og møguleika at spara pening upp. Hetta gav tryggleika og eina betri framtíð fyri børnini. Í dag síggja vit, at gjógvin millum tey, sum eiga, og tey, sum ikki eiga, bara veksur – og tað er beinleiðis [...] løta í lívinum, og nakað, sum nógv hava droymt um. Samgongan tvingar fólk at búgva dýrt At byggja sjálvi gevur ikki bara størri frælsi og gleði – tað er eisini nógv bíligari. Nógv ung hava familju ella
av føroyskum børnum og ungum á teimum sosialu miðlunum. Gongdin er ørkymlandi, og fáa vit ikki steðgað hesum, kunnu vit vænta, at fleiri føroysk ung skjótt fáa eina skuldsetning og harvið ein blett á [...] venda gongdini og í stóran mun fyribyrgja hesi brotsverkini. Føroya Politi og SSP eru úti á skúlum til bæði undirvísing og foreldrafundir, har tað verður tosað um vandarnar á netinum og um møguligu av [...] sosialum miðlum, t.d. á Snapchat og Messenger. Nógvir skúlaflokkar hava til dømis felags kjattbólkar, og Føroya Politi hevur longu havt fleiri mál, har seksuelt tilfar við børnum og ungum undir 18 ár er deilt
Tað er Filmhúsið og UNG-530, ið bjóða ungum, við áhuga fyri filmi at koma á gátt og verða við í verkætlanini “Talent í Eygsjón” . Hetta er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at geva ungum ein møguleika [...] føroyskum. Verkætlanin ferðast um alt landið, so øll ung í Føroyum fáa høvi at royna seg og hesaferð verður tað í Fuglafirði. Talan er um eina grundleggjandi og intensa frálæru í filmsframleiðslu. Kendi føroyski [...] Fuglafirði verður hósdagin 30. og fríggjadagin 31. oktober; báðar dagarnir frá kl. 15:00 – 19:00 í gomlu kantinuni á Havsbrún í Fuglafirði. Øll ung í aldrinum 7. flokkur til og við 18 ár, við áhuga, fyri filmi
ADHD og autismu hjá børnum og ungum í Føroyum og teirra fylgisjúkur frá 2004 til 2022” í føroyskari týðing. Verkætlanin umfatar tilsamans 479 børn og ung í aldrinum 5 – 18 ár við ADHD og autismu [...] sambandi við ADHD og autismu í Føroyum, og ikki um at siga politikarunum og heilsuverkinum, hvat tey skulu gera. ##med3## Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu [...] hevur neurologisk eyðkenni sum til dømis ADHD og autismu, og tí hevði tað verið ein vinn-vinn støða fyri bæði tey børnini, ið eru rakt, teirra familjur og alt samfelagið, um ein slík kanning verður sett
Framløgan á hesum degnum fer at snúgva seg um: “Títtleikan av ADHD og autismu hjá børnum og ungum í Føroyum og teirra fylgisjúkur frá 2004 til 2022”. Nýggjasti bíðilistarnir frá Landssjúkrahúsinum vísa [...] fingið Tórunn H. Ósá, námslektara og Ph.d.-lesandi, at leggja fram nýggj tøl úr sínari PhD verkætlan, sum snýr seg um børn við neurologiskum sjúkum í Føroyum og svøvntrupulleikar. Framløgan [...] fyri viðføtt ADHD, hava nógv verri lívsgóðsku — bæði tá tað snýr seg um útbúgving, inntøku og heilsu, og tey liva styttri samanborið við miðalaldurin. Langa bíðitíðin ger, at avbjóðingarnar bara
Ríkisfelagsskapurin krevur samanspæl, og kunnleiki landanna millum er eitt stig á leiðini”, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna. Spenta geopolitiska støðan, og veðurlagsbroytingar kenna ikki landamørk [...] landamørk. Tískil er tað gleðiligt, at játtanin til gransking í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki, og havgransking verða løgd í eina trygga legu fram til 2029. Tilsamans eru 7,7 mió. kr. avsettar til gransking [...] Sjómaq-verkætlanini 6,3 mió. kr. til havgransking 1,4 mió. kr. til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjugransking 1,8 mió. kr. til uppraðfesting av stuðuli til háskúlauppihald í ríkisfelagsskapinum