Gróður og fiskur Gróður í sjónum er í hesum føri vøkstur av plantuplankton. Tað eru smáar verur, ið sveima í sjónum, og sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru føði hjá øllum djóralívinum í sjónum. Hesin gróðurin [...] gróðurin í 1999-2001 og samsvarandi góðu framleiðsluna av fiski. Væl kom undan, fiskurin hevði nógv at eta og vaks væl. Havandi hetta sambandið í huga, var tað líka so hugstoytt at síggja, at í 2002 var [...] in er so, í hvønn mun vánaligi gróðurin í 2002 kann hugsast at ávirka fiskin og føði hansara. Tað, at týðiligt samsvar hevur verið millum gróður og framleiðslu av toski síðstu 12 árini, er í sjálvum sær
Illveður í Brasil Gloprarregn, stormur og skriðulop hava kostað minst 34 mannalív í Brasil síðani vikuskiftið. Í býnum Angra dos Reis sunnan fyri Rio de Janeiro eru 40 fólk horevin í einum stórum skriðulopi [...] amerikanskum málum í Fraklandi. Franska løgreglan sigur, at teir tríggir menninir eru limir í einum bólki, sum Djamel Beghal stendur á odda fyri. Hesin Djamel Beghal situr í fongsli í Fraklandi, eftir at [...] fleiri aðrir limir í bólkinum vórðu tiknir ymsastaðni í Evropa. Fýra teirra vórðu tiknir í Niðurlondum og koma fyri rættin har fyrsta dagin. Løgreglan í Fraklandi sigur, at ein av teimum fýra, sum vórðu tiknir
hesi redaktiónini hevur blaðið fingið blaðdeildir í øllum teimum stóru plássunum kring landið: í Suðuroynni, í Norðoyggjum, í Eysturoynni og nú loksins í Vágum. Næsta málið vil so verða Sandoyggin. Hetta [...] ivaðist ikki í, at tann sannroynd, at eitt blað hevði fingið skrivstovu í bygdini eisini fór at hava "avsmittandi" ávirkan á lívið í økinum. -Tað kann kanska tykjast øvugt, at vit lata upp redaktión í Vágum um [...] móttøkuna, nú ein føroyskur fjølmiðil fyri fyrstu ferð í Vága søgu letur upp sjálvstøðuga deild í oynni. Hotel Vágar hevði dekkað búgvið borð og Vakstrarhúsið í Sandavági prýddi hølini við blómum og plantum. Alt
storkna í tangunum orsakað av tí stóra trýstinum niðri á 1900 favna dýpi, men hetta tykist ikki vera so, og tí stúra fiskimenninir í Galicia fyri, at teirra vinna fer at liggja lamin mong ár fram í tíðina [...] møguleikin fyri kríggi. Hótta við verkfalli Starvsfólk í felagnum BAA, sum rekur sjey av teimum stóru floghavnunum í Bretlandi, hótta nú við at fara í verkfall á jólum, fáa tey ikki ta lønarhækking, sum tey [...] tað tilboðið vilja starvsfólkini ikki góðtaka. Hótti við bumbu Ein 16 ára gamal drongur í einum býi í Småland í Svøríki skilti einki, tá løgreglan brádliga kom og tók hann nú ein dagin. Á løgreglustøðini
technetium-99 verður latið út í havøkið við Sellafield. Sambært ráðharranum skal útlátið skerjast so nógv, at í 2006 verður útlátið bara ein níggjundapart av tí, sum tað er í dag. Margaret beckett sigur [...] men leggur afturat, at hetta er vanlig mannagongd á sendistovum í økjum, har vandi er fyri ófriði ella kríggi. Á norsku sendistovuni í Amman í Jordan verður sagt, at har hava tey fyrireikað seg til at fara [...] ikki taka undir við ætlanini hjá ST. Grikski parturin av Kýpros fær eftir ætlanini limaskap í ES á toppfundinum í Keypmannahavn, og higartil hevur verið hildið, at hetta fórn at seta ferð á friðartilgongdina
forsetin tikin og settur í húsavarðhald. Ákæruvaldið í Nicaragua vil vera við, at Arnoldo Aleman gjørdi sær dælt av landsins pengum ta tíðina, hann var forseti frá 1977 til í fjør. Sagt verður, at sambært [...] sambært ognaruppgerðini átti hann 360.000 krónur í 1989, men at ognin brádliga var vaksin til 1,8 milliard krónur í fjør. Ákæruvaldið ivast ikki í, at teir nógvu pengarnar hevur hann fingið sær úr tí almenna [...] krevja, at forsetin skal skriva út fólkaatkvøðu í seinasta lagi í mars næsta ár, so fólkið kann taka støðu til, um tað vil hava forsetan at halda fram í embætinum ella ikki. Tey áhaldandi mótmælini hava
krónur í part um dagin. Samstundis fáa tey, sum búgva í umsøkjaralondunum, 880 krónur um árið frá ES. Pólendingar og tey, sum búgva í Estlandi, Letlandi og Litava, fáa mest frá ES, meðan tey í Slovenia [...] gott arbeiði sum formansland í stuðulsbólkinum. Í Oslo skal Hamid Karzai hitta Harald kong, Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra, Jan Petersen, uttanríkisráðharra og formannin í Stórtinginum, Jørgen Kosmo [...] innihaldið í frágreiðingini hjá stýrinum í Bagdad nakað heilt annað. Tænastumenninir siga, at Saddam Hussein fekk ein møguleika, sum hann hevur misnýtt. Enn hava bara teir fimm føstu limirnir í ST-trygdarráðnum
enda á borgarakrígnum, sum nú hevur vart í fýra ár. Sambært sáttmálanum, sum varð undirskrivaður í Pretoria í Suðurafrika, verður Joseph Kabila sitandi í forsetaembætinum tvey ár afturat, og síðani skal val [...] morðum, neyðtøkum og stuldri veksur í USA. Ein uppgerð fyri fyrra hálvár í ár vísir, at løgreglan fekk 1,3 prosent fleiri fráboðanir um brots-verk enn í sama tíðarskeiði í fjør. Talið á morðum vaks 2,3 prosent [...] Amerikanarar í Irak Amerikanska stjórnin vil ikki gera viðmerkingar til tíðindi úr Turkalandi um, at amerikanskir hermenn eru í tí partinum av Norðurirak, sum er undir kurdiskum eftirliti. Turkiska sjónvarpið
skulu sendast til leiðina við Persaflógvan, stóð í kunngerðini. Kortini varð sagt, at tað er umráðandi at hava eina sterka herdeild tøka í økinum. Formaðurin í verjunevndini hjá parlamentinum, Bruce George [...] Muturgøla hóttir Sharon Ísraelski forsætisráðharrin lovaði í gjár at rudda í Likud-samgonguni eftir eina muturgølu, sum kann hótta starv hansara sum formaður í samgonguni, og sum eisini kann forða fyri, at hann [...] ísraelsmenn skulu á tjóðartingsval í næsta mánað. Málið byrjaði seinasta leygardag, tá ríkisákærin gav løgregluni boð um at kanna skuldsetingar um, at limir í aðalstjórnini í Likud kravdu pengar frá valevnunum
verið 18 tímar á fundi í býráðnum og í fíggjarnevndini í Oslo. Blaðið hevur frá býráðnum fingið upplýst, at Carl I. Hagen var burturstaddur á 51 av teimum 54 fundunum, sum býráðið í Oslo hevur havt seinastu [...] Eisini í Bretlandi Amerikanarar ætla sær ikki einans at nýta bretsku radarstøðina í Fyllingdale til ta ætlaðu rakettverjuskipanina, men teir ætla eisini at seta rakettir upp í Bretlandi, skrivar blaðið [...] setast upp í Bretlandi, skulu steðga rakettum frá fíggindum hjá USA í Miðeystri og Norðurafrika. Bretland hevur fingið ein formligan fyrispurning úr USA um loyvi at sleppa at nýta radarstøðina í Fyllingdale