umsóknin hjá Gro Harlem Brundtland uppfyllir krøvini, og hann mælir tískil til, at hon verður gingin á møti. Gro Harlem Brundtland, sum bæði er útbúgvin lækni og arbeiddi sum lækni fyri sína tíð í norska stórtinginum [...] 1965, til hon í 1974 gjørdist norskur umhvørvismálaráðharri. Fyrst var hon forsætisráðharri í átta mánaðar í 1981, síðan árini 1986 til 1989 og so aftur árini 1990 til 1996. Gro Harlem Brundtland var leiðari [...] leiðari í norska Arbeiðaraflokkinum øll árini frá 1981 til 1992 og stórtingslimur í langa tíðarskeiðnum árini 1977 til 1997.
Hákun West av Teigum fekk møguleikan í Champions League í kvøld, tá hann og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu dyst móti PSG í bólki A í París. Tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna dystin 37-34. Í steðginum [...] væl í kvøld. Hann skoraði fimm mál upp á átta málroyndir móti heimsklassa málverjunum, Jannick Green og Andreas Palicka. Eisini stóð Hákun væl í verjuni hjá Füchse Berlin. Lasse Andersson var flúgvandi hjá [...] merkir, at Füchse Berlin aftaná níggju umfør er fjórðfremst í bólki A við 10 stigum. Veszprem er fremst við 16 stigum. Leygardagin klokkan 14 spælir Füchse Berlin dyst í bundesliguni á útivølli móti Potsdam
Ferðin” er ein lívsjáttandi og hjartanemandi heimildarfilmur um at leita eftir og finna aftur eina mista lívsgleði, og um tey sterku bond, sum kunnu knýtast millum børn og foreldur. Filmaða søgan, har [...] har høvuðspersónarnir eru og spæla einki annað enn seg sjálvar, verður søgd og sýnd við gleði og hjartagóðsku. Feel-good søgan er blivin hin best umtókti heimildarfilmurin í svensku filmsøguni. Eftir at hava [...] at Tiina og sonurin, Filip, hava ilt við at kenna aftur hin lívskáta mannin og pápan, sum altíð stytti teimum stundir við skemti. Men nú setir sonurin sær nakað fyri. Saman við starvsfelagnum og vinmanninum
trúgv ímóti tí og errin av tí, og skulu broytingar gerast, ert tú altíð klár at taka eina hond í, og starvsfelagarnir siga um teg, at tú ert góð í ráðum. Góða Sigrid, takk fyri títt trúfesti og ta orku, tú [...] gott tilboð, sum foreldur og stovnur eru takksom fyri, og eisini koma lesandi á Setrinum javnan á vitjan og njóta gott av tíni vitan. Góða Hildibjørg, takk fyri títt trúfesti og ta orku, tú leggur í at skapa [...] oktobur hevði sín 35 ára starvsdag her, og tí í dag fær handaða silvurheiðurstekin Tórshavnar býráðs. Millum ár og dag hevur tú møtt nógvum argjabørnum her, og nú eru fleiri teirra aftur á stovninum
minutti, og teir øktu til 2-0 tá ein tími var leiktur av dystinum. Shkupi hevur 16 stig fyri 16 dystir, og teir eru bert fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Fremst eru Sileks, Shkendija og Gostivar [...] Fyrr í dag spældu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi dyst á útivølli í bestu norðurmakedonsku deildini móti Shkendija. Jóan Símun var liðskipari hjá Shkupi. Fimta dystin á rað var Shkupi fyri [...] Gostivar, ið øll hava 33 stig hvør í oddinum. Komandi sunnudag tekur Shkupi móti Struga á heimavølli, og nú mugu stig helst koma á kontuna fyri at venda keðiligu gongdini.
Fyrst í november varð ein leiguavtala undirskrivað við eitt felag um at byggja smáttur á vinnuøkinum Niðri á Tjørn, ætlaðar til ferðavinnuendamál. Kunningarfundurin verður inni á Skúlanum á Giljanesi, [...] byggisamtykt, til dagsins dato. - Mayfinn Norðoy, arkitektur, leggur fram um smátturnar, sniðgevingina, og hvussu tær fella í lendi.
framførir og tulkar tekstin, meðan leikurin er týddur og leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard. LORTIÐ (La Merda) gevur eina djúpa og avbjóðandi mynd av eini ungari kvinnu, sum við desperation og ágrýtni [...] Listaportal.com "LORTIÐ fær fimm stjørnur frá mær." – Høgni Djurhuus, Sosialurin "Eg bleiv still. Og fyrst og fremst var tað ein framúrskarðandi prestatión." – Gulla Øregaard, Vágskálin KvF "Eg eri faktisk ordiliga [...] Listastovuni í Miðvági og Mentanarhúsinum í Fuglafirði har ummælarar lýstu leikin, sum eitt stórt listarligt bragd meðan áskoðarar eisini vóru rørdir og hugtikin. Tað eru Leikhús SKIFT og GUT//productions,
Elsu Bech at flætta hug og hegni og vinnuligt virksemið og lata skapandi og listaligu evnini slóðað fyri í tilveruni. Uttan evni, einki virksemið. Rúmið er rúmligt og einfalt og hevur reinar linjur. – Tað [...] inni, tað sæst væl, og tað hevur sína orsøk. – Eg vil hava klæðini og tað, sum eg sniðgevi, fram í ljósið, og kundin skal altíð hava eina góða kenslu og uppliving og síggja væl og merkja vøruna, sigur [...] skapa og sniðgeva, hvørvur. Íleggjarar gera einki fyri einki og vilja hava ávirkan og vinna pening. Eg elski mítt barn og mítt skapandi og kreativa univers, men eg má eisini vera opin fyri nýggjum og øðrvísi
skrivi, liggi eg vatnrættur á sofuni og lesi mær stimbur og íblástur. Eg dugi illa at sita uppi og lesa og má liggja afturá, sigur hann. Rúmið, ella tað at skapa sær karmar og umstøður at skriva, hevur fylgt [...] er ein av okkara fremstu og mest lisnu núlivandi yrkjarum og rithøvundum. Hann hevur skrivað hópin av greinum til bløð og tíðarrit, hann hevur skrivað yrkingar og givið søvn út og skrivað handrit til leikir [...] andin er til staðar. At skriva er fyrst og fremst hart arbeiði, ið krevur av høvundanum, at hann er lýðin og áhaldandi, sigur hann. ##med4## ##med5## Munur á yrking og skaldsøgu Á borðinum sløðast hondskrivaðu
sansalig og melankolsk. Tey kennast fín, innilig og sart, og tú verður drigin inn í abstrakta verð, har litir og løg fáa teg at kenna samspæl millum náttúru og menniskja, millum musikk og mosa, og knappliga [...] abstrakt og figurativ. Motivini eru sum floymandi tónleikur. Sum brestur av tónleiki og náttúru í organiskari rútmu. Grønligu litirnir liggja tætt upp at føroyskari náttúru – fjøllum og haga og grasi og mosa [...] tíð. Fyrst í 1970’unum byrjaði Astri at koma til Føroya og vera her í longri tíðarskeið bæði um summarið og um veturin, og miðskeiðis í sjeyti árunum flutti tey meira fast til Føroya at búgva og virka