Hákun West av Teigum fekk møguleikan í Champions League í kvøld, tá hann og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu dyst móti PSG í bólki A í París.
Tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna dystin 37-34. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 19-18.
Hákun stóð seg væl í kvøld. Hann skoraði fimm mál upp á átta málroyndir móti heimsklassa málverjunum, Jannick Green og Andreas Palicka. Eisini stóð Hákun væl í verjuni hjá Füchse Berlin.
Lasse Andersson var flúgvandi hjá Füchse Berlin. Hann skoraði heili 13 mál.
Sigurin merkir, at Füchse Berlin aftaná níggju umfør er fjórðfremst í bólki A við 10 stigum. Veszprem er fremst við 16 stigum.
Leygardagin klokkan 14 spælir Füchse Berlin dyst í bundesliguni á útivølli móti Potsdam.