enn betri stað at liva, arbeiða og eldast í. Vit bjóða øllum at stuðla okkara ætlanum og taka lut í at skapa eina bjartari framtíð. Sámal Petur í Grund Formaður [...] leiðsla floksins heldur fram og bleiv Sámal Petur í Grund einmælt afturvaldur til formann floksins. Eftir fundin var fyrilestur við evninum ”Avbjóðingar í Ferðavinnuni”, har mongu avbjóðinganar við nýggju [...] aldari og vóru Theresa Thuridardóttir Kreutzmann, Magnus Gaard, Jógvan Hovshólm og Sámal Petur í Grund í paneli sum svaraði uppá spurningar frá fundarfólkinum. Fundurin var sera lívligur og gevandi. Yvirlýsing
Atli S. Justinussen í Árnafirði er fimm ferðir valdur í Klaksvíkar býráð, og hann ivast onga løtu í, at tað hevur tænt bygdini, at hon hevur eitt umboð í býráðnum. - Langabbi mín, Guttorm Frederik Olsen [...] eisini er formaður í havna-og vinnunevndini hjá Klaksvíkar kommunu, sigur, at Árnafjørður hevur bíðað í eina hálva øld eftir at fáa ein brúkiligan bátahyl. - Hetta arbeiðið byrjaði seinast í sjeytiárunum [...] Olsen, sum búði her í Árnafirði, sat í Klaksvíkar kommunu í eini 10 ár, men tað er næstan ein heil øld síðan. Síðan hevur Árnafjørður einki umboð havt, fyrr enn eg varð valdur fyrstu ferð fyri skjótt 20 árum
borgarunum í Tvøroyrar kommunu søgdu ja til at leggja saman við Hvalbiar kommunu. 25,9 prosent søgdu nei. Tað upplýsir Jean Dimon, formaður í valstýrinum á Tvøroyri. Í reinum tølum vóru tað 632 fólk í Tvøroyrar [...] Men av tí at hvalbingar og sandvíkingar hava vrakað samanleggingina, so verður kommunusamanlegginging í Suðuroy eisini av ongum hesaferð.
Mánadagin í vikuni settu vit Atla S. Justinussen í Árnafirði stevnu. Hann er árnfirðingur, býr í Árnafirði, men hevur sitið í Klaksvíkar býráði í skjótt 20 ár. Í hesi setuni er hann eisini varaborgarstjóri [...] tjóri og formaður í havna-og vinnunevndini í Klaksvíkar kommunu. Tá vit umsíður hittu hann í róðrarneystinum fyrrapartin henda dagin, komu vit til búgvið borð og gott kaffi. Her vantaði einki, og blíðskapurin [...] varð upprunaliga stovnað miðskeiðis í sekstiárunum. Eftir at felagið, sum árini gingu, hevði ligið í dvala í nøkur ár, varð felagið endurstovnað hin 4. apríl í 2005. Tá setti nevndin sær fyri at byggja
Nielsen, formaður Sambandsfloksins og fyrrverandi løgmaður, sum vil hava Aksel V. Johannesen at greiða frá, hvussu nógv dýrari aðalráðini eru í dag í mun til fyri einum ári síðani. Tað ger hann í einum grein [...] eru í aðalráðunum í mun til fyri einum ári síðani? 2. Hvør er árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini við níggju aðalráðum í mun til, um tað framvegis vóru sjey aðalráð við eins nógvum ársverkum? Í viðmerking [...] fleiri nýggj størv í miðfyrisitingini, og um dagarnar eru tríggir nýggir aðalstjórar settir. Áhugavert er tí at fáa upplýst, hvussu nógv miðfyrisitingin er vaksin í krónum og nýggjum størvum í hesum valskeiðnum
fleiri álitisstørv í bygdini. Hann er formaður í kirkjuráðnum; hann lesur lestur í kirkjuni, sum hann hevur gjørt í mong ár, og hann ber framvegis postin út, eins og pápin gjørdi í nógv ár. Í 44 ár hevur Meinhard [...] upp í Skúvoy í apríl í 1975, og soleiðis verða tað 50 ár síðan í apríl næsta ár, um alt gongur, sum ætlað, sigur hann. Mánadagin í vikuni hittu vit fryntliga mannin í hugnaliga og fjálga heiminum í Skúvoy [...] búðu fólk í eini 20 húsum í Skúvoy; nú býr fólk kanska í 13, og í fleiri húsum er bara eitt fólk. Skrásett at búgva í Skúvoy eru 27 fólk, men hetta er ikki tað veruliga talið av fólki, sum er í bygdini ein
sigur, at hann var í yngra endanum í aldri í mun til hini børnini á gørðunum. Í dag er nógv øðrvísi, enn tað var í Saksun, tá hann var barn. - Vit vóru fleiri enn 30 fólk í bygdini, og í dag eru neyvan fleiri [...] her, nú Saksun er á breddanum í dag. Abbin var hin fyrsti Vit høvdu ætlað okkum at skift orð við Páll Svartá í Saksun, sum í ár fyllir 84, men í hesum umfari hittu vit í staðin yngsta sonin, 35 ára gamla [...] vaks upp í Saksun, og hann kundi fest garðin, um hann vildi, men valdi aðra lívsleið enn pápin, sum var bóndi og í fleiri ár og annars starvaðist sum linjumaður hjá SEV. Símun Svartá starvst hjá LM í Havn
kvøldið kemur verður skipað fyri stórari veitslu í bygdahúsinum. Í Tjørnuvík er ein serstøk Staksnevnd, sum hagapartarnir í Tjørnuvík velja, og formaður í nevndini er Jógvan Magnussen. Nevndin hevur serstakan [...] og stykkir av seyði, sum hevur gingið í Stakkinum, verður selt á uppboði í bygdini. Síðan Sunda kommuna fór at skipa fyri mentanardøgum, hevur Stakksdagurin ligið í endanum av hesum stóra tiltaki, sum verður [...] ein leygardag í seinnu hálvu av september, og hetta er samstundis byrjanin til heystfjøllini. Á Staksdegnum verður farið út í Stakkin eftir seyði. Ein serligur dámur er yvir hesum degi í bygdini, og tá
##med7## Skipanin í Fugloy er hon, at her er el-verk á Kirkju, sum gevur streym til báðar bygdirnar í oynni, og her keypir SEV olju frá Magn. Húsarhaldini í Fugloy keypa síðan olju frá SEV, sum SSL-avgre [...] kemur í gongd. Kommunan hevur bingjur frá IRF, ávkavist á Kirkju og í Hattarvík, og hesar verða regluliga koyrdar umborð í Rituna og tømdar í Hvannasundi. Síðan koma tær út aftur til Fugloyar. Í Fugloy [...] oyggjunum í tunnum, men hetta er nú søga. Eisini í Fugloy eru hesi viðurskifti fingin í rættlag. Tað er maðurin, ið hevur SSL-avgreiðsluna, sum eisini syrgir fyri, at húsarhaldini á Kirkju og í Hattarvík
amboð, sum allir lærarar brúka dagliga í sínum starvi og sum eru neyðugir, um allar uppgávurar skulu røkjast. Lærarafelagið ræður lærarum frá at brúka egin amboð í arbeiðnum. Hetta skrivar skulabladid.fo [...] so er tað lætt at nýta fartelefonina til hesa skráseting. Nevndin í Føroya Lærarafelagið hevur kannað, hvat fyri amboð lærarar brúka í hesum arbeiðinum. Úrslitið er, at nógvir lærarar brúka sína egnu [...] neyðugu amboðini, so sum fartelefon, teldu ella annað, um tey skulu brúkast í arbeiðinum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður felagsns. Sum dømi kann nevnast, at um ein lærari má nýta teldu til teldupost