útifrystur. Eg føli tað, sum tað er eitt væl tilrættislagt álop á meg persónliga. Hví ræðast myndugleikar og almennir stovnar meg so nógv? Man tað ikki verða tí, at eg eri tann einasti sum havi meldað klárt út [...] ndi, tí sum støðan er nú, verður gjørdur munur gjørdur á fiskimonnum og øðrum samfelagsbólkum. Pensjón – Eg fara at krevja, at bæði reiðarar og mynduleikar gjalda inn í ein pensjónskassa, sum skal koma [...] til góðar í landskassanum. Tað kemst av tí, at fiskimenn í fleiri áratíggund hava verið tvungnir at goldið heimatrygging fyri fiskimenn. Hetta meta fiskimenn sum eina brotsgerð móti teimum. Her hevur
Bjór. Um tað er av tilvild ella ikki, vita vit ikki. Men tætt samband er millum Kringvarpið og Føroya Bjór, tí fremsti mentanarstovnur landsins hevur sama nevndarformann sum fremsti ølbryggjari [...] handilslýsingar hoyra heima í privatu miðlunum. Líka so lítið, sum teir hava rygg til at geva Kringvarpinum tær fíggjarligu sømdir, sum ein slíkur mentanarstovnur hevu uppiborið. Tí verður [...] privatu miðlarnar. Tá so handilsligu áhugamálini hjá nevndarformanninum sampakka so væl, sum í hesum føri, so er tað so líka til, at Føroya Bjór eisini fær gratis reklamu – áðrenn Jenis
Hereftir skulu tað vera fimm-mannanevndir, sum skulu hava ovastu leiðsluna fyri útvarpinum og sjónvarpinum. Hetta er ein ætlan, sum Torbjørn Jacobsen, landstýrismaður í mentamálum nú ætlar at seta í verk [...] teir goyma tað til árið eftir, sum er, fellur tað aftur til landskassan. Samstundis skal veljast ein nevnd við fimm limum fyri Útvarpið og ein fyri Sjónvarpið. ?Í hvørja av hesum báðum nevndunum skal ein [...] frá umsitingini. Annar av teimum skal hava góðan fyrisitingarligan kunnleika og hin skal vera búskaparfrøðingur, og, ella vera roknskaparkønur. Samstundis ger landsstýrismaðurin av, hvør skal vera formaður
Ein av føstu sendingunum í útvarpinum er koyribreytin, sum Óla Jákup Rólantsson og Laila Jacobsen leggja til rættis. Hesar løtur eru tað ivaleyst mong, sum heima, á arbeiðsplássinum ella í bili lurta eftir [...] sendingini. Spurningar, sum tey kanska hava hugsað um í longri tíð og møguliga eisini illneitast um, verða avgreiddir av fólki við serkunnleika til málið, uttan at sendingin av teirri orsøk gerst tung [...] vórðu kunnaði um ferðsluna sum heild. Tíverri datt henda sending niðurfyri fyrst í nítiárunum, men fyri tveimum árum síðani byrjaði útvarpið so aftur at senda ein ferðsluteig, sum nú hevði skift navn til
ein net, sum skal knýta saman tær digitalu eindirnar í Útvarpshúsinum, at digitalisera studio 1, sum er samantvinna við Útvarpshøllina, og at keypa ein nýggjan upptøkubil, sum skal brúkast sum kontrollrúm [...] milliónunum, sum Sjónvarpið hevur brúk fyri, brúkast til at gera nýggja sendirúmið liðugt. Millum alt annað, sum Sjónvarpið skal brúkast pengar til, er ein nýggjur upptøkubilur, sum bæði kann brúkast sum kontrollrúm [...] Digitaliseringin av Útvarpinum og Sjónvarpinum skal nú gerast liðug. Tað heldur landsstýrismaðurin við mentamálum, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um digitalisering av almenna loftmiðlastovninum
fjølmiðlarnar sum til ber. Í so máta má sigast, at okkara almenna útvarp hevur gjørt sítt allar besta fyri L.G.B.T. og limir tarra. Tað man vera fáur av øðrum minnelutum her á landi, sum hava havt hendan [...] høllini, har skrúðgongan byrjaði, eitt annað var og tók ímóti í býnum, umframt hesa dekkan av hesi skrúðgongu komu hópin av innsløgum gjøgnum dagin, tað byrjaði við summarmorgun, og so komu innsløgini so at siga [...] juli so er hetta enn ein partur av tíðindatilfarinum, og so aftur 31 juli,hetta er so sætti ella sjeyndi dagur á rað, har evnið er tey samkyndu í tíðindaflutniginum. Sum hetta er blivið blást upp, kann
stundar til jóla Sendingarnar, sum verða gjørdar í.s.v. jólini, kunnu neyvan metast at vera tann stóra kollveltingin. Jógvan Arge sigur eisini, at nógvar av teimum sendingum, sum vit fara at hoyra um jólini [...] hesum væl umtókta parti av skrá Útvarpsins. Nýggjárið Vikuna millum jól og nýggjár fer Útvarpið so at senda nakrar av teimum vælkendu kavalkadunum, har tikið verður saman um tað, sum er farið fram í árinum [...] jólini, fara at koyra eftir sama leisti sum undanfarin ár. Hetta er tó heldur ikki so galið, tí jólaheilsur, jólasangur, prát við børn og jólamenn, er jú alt nakað, sum tey flestu munnu halda hoyrir jólunum
LÝSINGAR SUM HOYRAST. Útvarp Føroya ger vart við, at fáar støðir munnu hava so trúgvar lurtarar, sum júst útvarp Føroya. Og tað er helst einki at taka seg aftur í, at Útvarpið er vorðið partur av føroyska [...] mikrofonir síggjast enn í dag í nærum øllum sjónbandaløgum. Útgerðin, ið vit síggja í faldaranum, er øll av eldri slag. Og fyri at fullfíggja myndina, so hava eisini litirnir fimtiáradám. Útvarpið ger vart við
løgmaður Petur Mohr Dam aftur av samráðingarferð í Danmark, og í Havn tók ein stór mótmælisgonga ímóti honum. Tað er byrjanin til søguna um hernaðarstøðina í Mjørkadali, sum Útvarpið fer at kasta ljós yvir [...] og persónssøgur um kvinnur, sum komu heim við Mjørkadalsmanni og giftust við teimum, verða eisini at hoyra. Harafturat verður eisini tosað við børn hjá Mjørkadalsmonnum, sum greiða frá, hvussu tey upplivdu [...] upplivdu sína støðu. Fylgja slóðini Tað er útvarpskvinnan Elin Winther Poulsen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at gera sendingarnar. ? Upprunaliga hugskotið eigur Gulla Øregaard. Hon hevur arbeitt við evninum
verður brúkaravingarligari, økist talið av teimum, sum nýta internetið sum sendinet. Nýggja heimasíðan verður væntandi klár um ein mánaða, og hon hevur eitt heilt nýtt snið og útsjónd. Arbeitt hevur verið [...] eisini ein partur av okkara sendineti. Avmarkingarnar liggja í nýtslukostnaðinum, og hvussu væl internetið virkar, sigur Jógvan um framtíðarútlitini hjá útvarpinum á internetinum. So hvørt sum internetið verður [...] lurta eftir tíðindum á netinum, og tað at leggja skrivað tíðindini á netið er so ein nýggj tænasta, sum vit fara at bjóða, sigur Jógvan Jespersen. Tíðindafólk í útvarpinum skriva øll tíðindini til sendingarnar